mánadagur 21. mai 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 95 - 21. mai 2007
11
Alt fyri hvalin
Formaðurin í umhvørvisfelagsskapinum Sea Shepherd,
Paul Watson, skrivar í brævi til formannin í íslendska
náttúruverndarsamtakinum, Árna Finnsson, at hann og
hansara limir eru til reiðar at lata lív fyri at noyða
íslendingar at gevast við at veiða stórhval. Hann skrivar
eisini, at hann er eisini til reiðar at fara í fongsul í Íslandi,
skuldi tað hent, men hann vissar samstundis íslendingar
um, at tað skal ikki fara stillisliga aftur við borðinum.
Innrás eystaneftir
Tað er ikki bara tann danska byggivinnan, sum fær
eysturevropearar í stórum tali at leita sær til Danmarkar at
arbeiða. Jyllandsposturin skrivar, at óvanliga nógv fólk úr
Eysturevropa hava søkt um at sleppa at arbeiða í Danmark
í summar. Tað eru serliga landbúnaðurin og garðyrkisvinnan,
sum hava áhuga, og í løtuni hava myndugleikarnir 7.500
umsóknir frá fólki, sum hava hug á teimum yrkisgreinunum.
Tey flestu eru úr Póllandi.
í Vestmanna
tónleik og sungu fyri báta
fólkinum og øðrum, sum
leitaðu sær oman á bryggj
una hesa løtu.
Jóngerð sigur, at sum
kvøldið leið, var eisini ein
serstakur hugni fram við
økinum, har bátarnir lógu.
– Bátafólkini høvdu liv
andi ljós á bátunum, og tey
bjóðaðu umborð til føroysk
an mat og kanska okkurt
leskandi.
Seinni um kvøldið skip
aði Vestmanna kommuna
fyri fýrverki, sum eisini
eydnaðist væl, hóast tað var
heldur ljóst í veðrinum, tá
fýrverkið varð skotið.
Dagurin ásettur
– Vit vóru sera heppin við
veðrinum, og tað er so ógvu
liga umráðandi, um ein slík
stevna skal eydnast til fuln
ar, sigur forkvinnan í VÍF.
Hon leggur aftrat, at nógv
fólk var í Vestmanna, sum
leygarkvøldið leið, og í
dansinum í ítróttarhøllini
um kvøldið og út á náttina
var fullsett, 800 fólk. Tað
vóru bólkarnir, Thunder
birds og Vestmenn, sum
syrgdu fyri tónleikinum og
sanginum í ítróttarhøllini.
– Vit fara nú at hyggja at,
hvussu bátastevnan hevur
vignast, men vit hava longu
sett dagin á, tá stevnan verð
ur komandi ár. Stevnudag
urin er settur til 24. mai, og
vit gleða okkum til at taka
táttin uppaftur um eitt ár,
sigur ein sera væl nøgd for
kvinna í VÍF, Jóngerð Niel
sen.
Eftir at bátarnir høvdu lagt til bryggju, varð skipað fyri bjargingarroynd, har nýggi
bjargingarbáturin varð royndur
Sum siður er, fekk bátafólkið heita og vælsmakkandi suppu eftir stævnu ferðina
norður á Vestmanna
tíðindi