mánadagur 21. mai 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 95 - 21. mai 2007
Tað var ikki sørt av eini kollvelting, tá ið Tony
Blair fyri tíggju árum síðan gjørdist forsætisráðharri
Bretlands. Frammanndan hevði hann broytt arbeið
araflokkin Labour heilt frá botni av. Hann broytti
flokkin frá at vera ein flokkur á marxistiskum
støði við sterkari fakfelagsávirkan til ein nútímans
flokk í miðjuni í bretskum politikki. Betri enn nak
ar annar skilti Blair, at í tí Bretlandi, sum Marga
reth Tatcher hevði skapað, hevði ein reint sosial
istiskur arbeiðaraflokkur ongan møguleika fyri at
koma fram at valdinum.
Hetta elvdi til New Labour, tann nýggja arbeiðara
flokkin, ið legði dent á nútímansgerð av øllum
samfelagsins liðum. Í fyrsta valskeiðinum hendi
lítið og einki. Blair og New Labour skuldu finna
síni bein og sín form – øll tann nýggja ideologiin
skuldi setast í verk og hetta var ikki sum at siga
tað. Men so kom annað valskeið og ferð kom av
álvara á nýskipanararbeiðið og tað við lít. Heilsu
verk, almannaverk og útbúgvingarskipan – alt var
umskipað til eitt nútímans humant og vælvirkandi
vælferðarsamfelag. Minstaløn og sosialur bústaðar
politikkur tryggjaðu teimum lægstløntu sømilig
lívskor. Skotland fekk sjálvstýri og gongd varð
sett á friðartilgongdina í Norðurírlandi, sum lok
sins endaði í øllum góðum fyri bert einum mánað
síðan. Samstarv millum privata vinnulívið og
statsvaldið til gagns fyri báðar partar var eisini
eitt nýtt fyribrigdi í Bretlandi. Samantikið eitt
politiskt bragd alt samalt, og Blair livdi upp til
allar tær vónir, sum hann hevði birt í størsta parti
num av bretsku tjóðini.
Men so kom vónbrotið. Yvirgangsatsóknin tann
11. september í New York, sum vendi upp og
niður á so mongum av heimsins viðurskiftum,
vendi eisini upp og niður á heimsmynd Blairs.
Hetta rak hann í føvningin á Bush, og var hetta
byrjanin til endan á eini glæsiligari politiskari
starvsleið. Hví ein so vitugur og lærdur maður
sum Blair læt seg blinda av Bush er fyri teimum
flestu ein gáta. Sama ger, politiska partrolingin
við Bush og luttøkan í álopinum á Irak elvdi til
eitt katastrofalt fráfall hjá Labour. Tann sterka
undirtøkan er burtur og hevði val verið í dag,
hevði konservativi flokkurin volað. Blair, sum
byrjaði við at gerast vónin hjá tí unga ættarliðinum
í Bretlandi, hjá øllum á lívsins skuggasíðum og
hjá teimum, sum vildu eitt nútímansgjørt Bretland,
gjørdist eitt vónbrot og at enda hevði hann einki
val uttan at leggja frá sær.
Sosialurin
Ein vón og eitt vónbrot
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1330
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Í farnu viku høvdu fólka
floksfólk fund heima á
Sandi. Millum annað var til
umrøðu tunnilsgerð í oynni
og til oynna. Tað frættist, at
fundurin kom til ta niður
støðu, at doyur skal leggjast
á at fáa undirsjóartunnilin
til Sandoynna í gongd held
ur enn at raðfesta tunnilin
ímillum Húsavík og Dal.
Fólkafloksfólk í Sandoynni
hildu, at tað skuldi bíða!
Fólkaflokkurin
er
ímóti
tunli til Dals? Og fólka
flokkurin ræður í Føroyum.
Hesir báðir tunlarnir eru
heilt hvør sítt mál og hvør
sítt projekt. Tunnilin til
Dals hevur verið í umbúna í
mong harrans ár. Fyrireik
ingar eru gjørdar, uppmát
ingar, vegaføring osfr., brøv
eru send til eigarar í bønum
í Húsavík og Dali, og ja les
arin kann gita sjálvur, hvar
í bønum hundurin er griv
in.
Undirsjóartunnilin er eitt
nógv nýggjari hugskot, føtt
av tí eufori, sum fylgir hin
um báður undirsjóartunlu
num. Ivaleyst eitt nógv
meiri prestigufylt og at
kvøðugevandi projekt. Øll
oyggin fer at brúka undir
sjóvarfarleiðina, bara nakrir
fáir dalbingar og teirra gest
ir eru í lívsvanda á dalsveg
num, og hvat so.
Sama dag sum Jógvan
Adolf Johannessen, lærari
og tingmaður fyri javnaðar
flokkin, fór til gravar í Dali,
var vørubilur á veg til Dals.
Hann kom ikki longur enn
til Húsavíkar, vøran bleiv
sett av í Húsavík, tí at bilur
in torgaði ikki suðurum.
Summi av teimum sum
vóru og fylgdu Jógvani
søgdu, at hetta var síðstu
ferð tey vóru í Dali, so
óhugnaligt var at koyra í
berginum. Nógv tingfólk
vóru og fylgdu, løgmaður
og konan vóru og fylgdu,
tey hava sjálvi sæð, hvussu
vegurin sær út. Ongin stein
ur kom á vegin tann dagin,
eingin skriða leyp undan
ytra vegjaðara, meðan lík
fylgið var á veg til Dals.
Tíbetur.
Í síðstu viku kom ein stór
ur klettur niður á vegin,
hevði ein bilur tá verið und
ir, so fór hann í knús. Eg
ætlaði at síggja steinin, øll
tosaðu um, nei landsverk
varð boðsent og beindi
hann burtur beinanvegin.
So at siga beindi prógvið
burtur. Nei, teir skuldu lagt
hann
til
framsýningar,
kanska á tinghúsvøllin í
Havn.
Vegurin til Dals er ein
deyðsfella, teir snakka um
at fjallatryggja vegin, skula
teir so eisini skriðutryggja
niðanfyri ? Spyr tey, sum
sigla við Smyrli framvið,
hvussu lendið undir vegnum
sær út? Kanska dalbingar
skula fara at ganga til Húsa
víkar og bera vørur og tilfar
á nakkanum?
Menningin í Sandoynni
er komin á breddan við vón
ini um undirsjóartunnil.
Hús verða bygd og umvæld
og keypt og seld í Skálavík,
Húsavík og aðrastaðni. Dal
ur fær ikki lut á sama hátt í
hesi menning, so leingi sum
vegurin gjøgnum bergið er
einasta farleið! Tey fáa nóg
illa vørur og tilfar til bygd
ina, og gestir senda avboð,
tí at tey tora ikki suður í
2007.
Ferjulegan á Gomlurætt
er nýggj, spildurnýggj bil
ferja er bygd, tað tekur onga
tíð at sigla um Skopunar
fjørð. Helvtin av sandoying
um arbeiðir í Havn, ferðast
hvønn dag og hugsa einki
um tað. Gerið nú tað fyrsta
fyrst, ”first things first”,
Skopunarfjørður er raðfest
ur, tá sluppu vit undan
Kirkjubønesi og Rituni,
Dalstunnilin stendur fyrstur
fyri nú.
Bergljót av Skarði
TRÍggjAR
KoNUR Í DALI
Tunlar og atkvøður
Nú verður umrøtt at vit
skulu hava eina nýggja val
lóg fyri løgtingsval.
Hvør skal gera hana?
Tað eru veljararnir, sum
gera av, hvør ið skal sita í
tinginum. Tí er tað greitt, at
tað ikki kunnu vera ting
menn, sum gera vallógina,
tí tá er vandi fyri, at teir
leggja størri dent á tað, sum
er til egnan fyrimun, heldur
enn tað, sum veljararnir
halda hava týdning.
Ein vallóg skal tí verða
samtykt av fólkinum á eini
fólkaatkvøðu.
Rættvís lokal umboðan
Fyrsta kravið, ið skal setast
til eina vallóg, er at ymsu
partarnir av landinum fáa ta
røttu umboðanina í mun til
fólkatalið. Hetta kann bert
fáast í lag við at landið verð
ur býtt sundur í eins nógv
valdømi og tað eru ting
menn. Tá fáa allir landslutir
ta umboðan, tey hava uppi
borið, og hvør atkvøða telur
eins nógv.
Rættvís kynsumboðan
Í dag er óhugsandi at hava
eina vallóg, sum ikki tekur
hædd fyri at bæði kynini
hava ta røttu umboðanina á
tingi. Hetta kann ikki fáast í
lag uttan at sett verður í val
lógina, at eins nógv valdømi
verða umboðaði av kall
monnum sum av kvenn
monnum.
Uppskot
Tað uppskot, sum skal fara
til fólkaatkvøðu, kundi tí
verið orðað soleiðis:
”Á
løgtingi
eru
33
umboð.
Tey verða vald við meiri
lutavali í einmannavaldøm
um við einari atkvøðu
greiðslu.
Tann elsti fyrrverandi
ella verandi sorinskrivarin
setur mark millum valdøm
ini, soleiðis at hvørt av teim
um hevur umleið 1/33part
av íbúgvatali landsins.
Tíggjunda hvørt ár skal
tann elsti fyrrverandi ella
verandi sorinskrivarin end
urskoða markini millum val
dømini og broyta tey í tann
mun, tað er neyðugt fyri at
tryggja, at hvør atkvøða
hevur eins nógva tyngd.
Tá henda lóg er komin í
gildi, skipar tann elsti fyrr
verandi ella verandi sorin
skrivarin fyri lutakasti um,
hvørji valdømi velja kall
mann og hvørji velja kvenn
mann.”
Nýggj vallóg
ZAKARIAS
WANg