mánadagur 21. mai 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 95 - 21. mai 2007
13
viðmerkingar
Løgtingslimur hjá Fólka
flokkinum,
Jógvan
við
Keldu, hevur á heimasíðuni
hjá Fólkaflokkinum og á
Nordlysid.fo eina viðmerk
ing til, hvat eg haldi um
okkara valskipan. Jógvan
við Keldu ynskir meg at
greina nærri fyri mínum
sjónarmiðum, og hví Føroy
ar valla kunnu samanberast
við Grønland.
Ódemokratisk skipan
Verandi vallóg hevur við
sær ódemokratiskar avleið
ingar. Skipanin ger tað
møguligt, at størsti flokkur
í atkvøðum ikki gerst størsti
flokkur á tingi. Somuleiðis
er tað ójavnstøða í úrsliti
num í prosentum, ið ikki er
í samsvar við úrslitið í ting
monnum.
Í teimum valdømum, har
tað skulu nógv færri atkvøð
ur til fyri at velja ein ting
mann, fáa teir flokkar fyri
mun, sum hava undirtøku
har.
Tá hugt verður eftir,
hvussu nógvar atkvøður
skulu til fyri at velja eitt
tingumboð, so síggja vit
eina grundleggjandi órætt
vísa skipan. Á valinum í
2004 fóru í Sandoyar val
dømi 1.026 fólk á val fyri at
velja tveir tingmenn. Ímeð
an tað vóru 11.800 atkvøður
fyri at velja teir 8 sum um
boða Suðurstreymoy. Hetta
merkir at 1.475 atkvøður
skuldu til hvønn tinglim í
Suðurstreymi, ímeðan tað
einans skuldu 513 atkvøður
fyri hvønn tingmannin hjá
Sandoyar valdømi. Í Suður
oynni vóru tað 878 atkvøður
uppá tinglimin, ímeðan tað
í Eysturoynni skulu 1.380
atkvøður til fyri hvønn ting
lim.
Tað er ikki talan um eina
demokratiska skipan, tá
atkvøður hjá summum per
sónum telja tríggjar ferðir
so nógv sum aðrar, alt eftir
hvar viðkomandi býr í landi
num, tá ræður um at býta
teir valdømisvaldu tinglim
irnar.
Sjálvt tá teir fimm eyka
valdu verða tiknir við í
roknistykkið, er skipanin
skeiv.
Við verandi skipan ber
tað til at fáa ein meiriluta á
tingi valdan við einum
minniluta av atkvøðunum
frá Føroya fólki. Hetta er
ikki rættvíst. Hetta er ein
ódemokratisk skipan.
Grønland samanborið
við Føroyar
Tey sum ikki vilja hoyra tal
an um eitt valdømi, vísa
tíðum til Grønland, har tey
hava eitt valdømi, ið summi
ikki halda er nøktandi. Hesi
eru av tí áskoðan at Føroyar
skal samanberast við Grøn
land í hesum málinum. Eg
eri av tí áskoðan, at tað ber
ikki til at taka eitt einstakt
fakta frá einum landi og
nýta tað til samanberingar
við Føroyar. Serliga ikki
Grønland, sum er so sera
øðrvísi frá Føroyum.
Tey flestu vita fullvæl, at
Føroyar ikki kann saman
berast við Grønland uttan
nærri eftirkanning, men her
eru nøkur fá dømir: Stødd:
Grønland er umleið 1.548
ferðirnar størri í vídd enn
Føroyar
(Grønland
er
2.166.086 km2 og Føroyar
1.399
km2).
Transport:
Grønland hevur íalt 150 km
av landsvegi og ímeðan
meira enn 80% av Føroyum
eru samanbundnar við veg
um, tunlum og undirsjóvar
tunlum eru tað bert tveir
býir í Grønlandi sum eru
samanbundnir
við
vegi,
Ivittuut og Kangilinnguit.
Monopol: Í Grønlandi er
framvegis lógarásett mono
pol í summum vinnum, eitt
nú innan telefon útbreiðslu
og eru leivdir av kongaliga
einahandlinum
framvegis
dominerandi í summum
bygdum. Blokkstuðul: Før
oyar fer í 2007 at móttaka
615 milliónir í blokkstuðli,
ímeðan Grønland fer at
móttaka yvir 3,2 milliardir í
blokkstuðli. Politisk skipan:
Grønland hevur eina yngri
politiska skipan enn Før
oyar. Grønland fekk ikki
heimastýrið fyrr enn í 1979,
og ímeðan tað fyri tað
mesta eru føroyingar sum
starvast í føroysku miðfyri
sitingini, eru tað nógv
fremmand sum starvast í
Grønlendsku umsitingini,
serliga danir.
Hesi eru bert nøkur fá
dømi um, hvussu ótrúliga
nógv øðrvísi samfelagið
Grønland er í mun til
Føroyar, og sum mugu hav
ast í huga tá samanberingar
skulu gerast. Tað ber ikki til
bert at fyrihalda seg til eitt
einkult fakta, tá samanber
ingar skulu gerast um so
týðandi og yvirornað polit
isk mál sum eina valskipan,
tí ein valskipan er í ávísan
mun ein avspegling av sam
felagnum.
Grønland er ikki Føroyar
Tað er tískil rættuliga iva
samt, um man kann saman
bera Føroyar við Grønland
sum líka partar og pástanda,
at um skipanin við einum
valdømi ikki riggar í Grøn
landi, so kann hon heldur
ikki rigga í Føroyum. Við
komandi samfelagslig viður
skifti eiga at vera tikin við í
slíka samanbering.
Harafturat siga tey, ið eru
ímóti einum valdømi, at
grønlendskir politikarar eru
ónøgdir við hesa skipan og
vilja fara aftur til ta gomlu
skipanina. Sambært tí veru
leika, at tann demokratiski
viljin eisini ræður í Grøn
landi, og at skipanin fram
vegis er galdandi í Grøn
landi, so passar hetta einfalt
ikki. Sjálvandi er tað møgu
ligt, at ein minniluti er
ímóti verandi skipan, men
ein meiriluti er tað hvørt
fall ikki, tí so høvdu grøn
lendingar havt gjørt neyð
ugu tillagingarnar.
Er tað lov?
Summi mótstøðufólk, ið
hava illgruna um at teirra
vald
møguliga
hvørvur,
hava ført fram, at Edmund
Joensen á ein ella annan
hátt forbrýtir seg, um hann
leggur uppskotið um eitt
valdømi fram. Hetta er ikki
so, tí sambært § 22 í stýris
kipanarlógini, hevur hvør
einstakur tinglimur rætt at
leggja fram uppskot um løg
tingslóg, og tí er tað bein
leiðis lygn, tá ført verður
fram, at Edmund Joensen
sum tingformaður og løg
tingslimur ikki skal hava
loyvi at koma við hesum
uppskotinum. Um hann ger
ímóti onkrari fjaldari polit
iskari avtalu, tað er so eitt
annað mál.
Seriøsiteturin væntar
Avgerð um at skipa Føroyar
sum eitt valdømi krevur
eftir mínari hugsan eina
holla politiska og samfelags
liga viðgerð. Slík viðgerð
tekur tíð, og kann tað tí tykj
ast sum um uppskotið hjá
Løgtingsformanninum ikki
fer at fáa tað neyðugu við
gerðina, sum slíkt mál hev
ur uppiborið. Løgtingsfor
maðurin hevði møguliga
ynskt, at málið fekk drúgv
ari viðgerð, men kennir seg
kanska noyddan at arbeiða
skjótt, tí hann veit, og tað
hava vit eisini hoyrt talan
um, at einstakir løgtingslimir
vilja gera alt fyri at sabotera
eina og hvørja viðgerð av
hesum málinum.
Hvat sigur Jógvan
við Keldu ?
Nú havi eg greitt frá nøkrum
av mínum sjónarmiðum við
víkjandi einum valdømi utt
an at fara í smálutir, so nú
gleði eg meg at fáa nærri at
vita frá Jógvan við Keldu,
hvør tann politiska hugsjón
in og fatanin hjá Fólkaflokk
inum er og hví Fólkaflokk
urin ikki ynskir eitt val
dømi?
Tí eitt valdømi, Jógvan við Keldu
Heðin D.
Poulsen
At vit liva í kolveltandi
broytingartíðum er veru
leiki, og at tað fer at ganga
skjótari enn, er eisini rætt,
men lat málini verða loyst í
rættari raðfylgju
Einki er at taka seg aftur
í, at vit eru í kolveltandi
broytingartíðum. Einki nýtt
er í, at tíðir broytast, men
ferðin er størri í dag, enn
nakrantíð og fer støðugt at
økjast.
Tað, sum fyrr var fiski
skapur,
landbúnaður
og
handil hevur lutfalsliga flutt
seg yvir á bókliga útbúgv
ing, KST, tænastufyritøkur,
og har fleiri hendur vórðu
brúktar, hevur útbygda tøkn
in tikið við. Hetta hevur
slept meiri pening í umferð
og eitt lættari lív hjá teimum
flestu. Brúk er í størri mun
fyri fólki við førleikakravd
um útbúgvingum.
Peningakervið er broytt,
føroyingar gera íløgur uttan
lands og útlendingar í Før
oyum, m.a. fær frálanda
vinnan alt størri týdning.
Bygnaðarbroytingar
gjørdar
Fyrst í tjúgundi øld vóru
fáar kommunur í Føroyum
men hesar øktust upp í 51,
sum øldini leið, fyri aftur
seinast í øldini og um ald
arskifti at detta niðuraftur á
34 kommunur við ætlanum
um einar 7 kommunur, tá
fyribils er komið á mál.
Skattakrónurnar og við
hesum
krøvini
til
tað
almenna vóru fáar, komm
unuskatturin lá millum 2 og
5% og landsavgjøldini vóru
smá. Peningurin var sum
heild smáfallandi.
Eftir
seinna
krígslok
broyttust bæði hugburður
og sosialu viðurskiftini og í
seinna helmingi av øldini
vóru tveir so gott sum
totalir húsagangir, meðan
til aðrar tíðir gekk upp og
niður vinnuliga og við vinn
uni, hjá øllum samfelag
num.
Seinastu 40 árini hevur
tað almenna, land og komm
unur, eins og í londunum
uttanum okkum, tikið størri
ábyrgd innan sosial og
heilsuviðurskifti, eldra og
barnaansing og ymiskligum
øðrum
tænstustovnum.
Krøvini til tað almenna eru
óendalig og tí verður tað
almenna drigið til ábyrgd
fyri tørvi og kvaliteti av
viðgerð. Landið er væl
útbygt.
Alt í alt hevur hetta, uttan
djúpri hugsanir og kann
ingar, fingið fleiri av okkara
búskapar og samfelagsfrøð
ingum,
sentralistiskum
politikarum og embætisfólk
um at krevja eitt sentraliser
andi valdømi, soleiðis, at
alt skal savnast í høvuðs
staðnum.
Friður til sentralisering
Grundgevingarnar eru m.a.,
at so verður “friður” at reka
landspolitikk, heldur enn at
stríðast um og leggja íløgur
uttan fyri høvuðsstaðarøkið,
men at savna alt á einum
staði. Tað hoyrir jú til
nýmótans samfelagið, tí
onkur trýr at meiri dyna
mikkur verður.
Tá
løgtingsformaðurin,
sum uttan at blunka brýtur
samgonguskjalið, sigur, at
málið er sterkar kommunalar
eindir og eitt valdømi, hong
ur raðfylgjan langt í frá
saman.
Ídag hava vit eitt sterkt
savnað øki. Tað er høvuðs
staðurin. Øll hini økini eru
ikki samanløgd enn og tí
veik, og sum eg fyrr havi
sagt, eisini tá eg var lands
stýrismaður, at neyðugt er
at leggja saman seinastu
kommunur við lóg, fyri at
fáa økini styrkt.
Hetta eigur fyrst at gerast,
áðrenn tað kemur uppá tal
at fáa eitt sentralistiskt val
dømi.
Stýra orðaskiftunum
neyvari
Aðrar grundgevingar eru
m.a., at brúkt verður ov
nógv tíð í løgtinginum til at
tosa um útbyggingar av
samferðslu, miðnámsskúla
verki o.a., ístaðin fyri at
tikið “veruligar” samfelags
spurningar og –trupulleikar
upp, hesum hava vit einum
fyri at takka, tað er til eina
og hvørja tíð sitandi løg
tingsformanni, sum letur
tingfólk sleppa at tosa um
alt annað, enn tað málið
snýr seg um, og ikki klára
at stýra fundinum.
At menn sum løgmaður,
løgtingsformaðurin
og
Karsten Hansen nú ynskja
eitt valdømi, kann ein gera
sær sína hugsan. Politikarar
við hesi hugsan uttan fyri
høvuðsstaðin kunnu ikki
hava hugsað seg nóg væl
um, ynskja teir at tæna øll
um landinum samfelt.
Eg eri samdur við løg
tingsformanninum
í,
at
økini uttan fyri høvuðsstaðin
mugu leggjast saman í
størri og sterkari eindir, og
um ikki við góðum, so við
lóg, og tað eigur at verða
gjørt nú. Tástandi kunnu vit
fara at tosa um víðfevndar
broytingar av løgtingsval
lógini.
Suggesión
Annars minna øll hesi ó
ella illagrundgivnu uppróp
ini um eitt valdømi meg
ikki sørt um í 1979, tá
iranska fólkið úti á gøtuni í
Teheran geylaði, uttan at
hugsa seg um, “Latið okk
um fáa Khomeini aftur” –
“Leingi livi kolveltingin”.
– Tað endaði í kaos.
At vit liva í kolveltandi
broytingartíðum er veru
leiki, at tað fer at ganga
skjótari, er eisini rætt, men
latið okkum loysa málini í
røttu raðfylgju.
Skulu
broytingar
gerast í
valskipan
okkara?
Av tí at flestu val ikki
hava givið flokkunum
umboðan
í
mun
til
atkvøðutalið, eru tvey
uppskot um broytingar í
vallógini, løgd fyri løg
tingið í hesum valskeiði.
Í fyrra uppskotinum varð
útrokningarhátturin
broyttur og talið minkað
úr núverandi 7 niður í 5
valdømi. Seinra uppskot
ið legði upp til, at Føroy
ar vórðu eitt valdømi.
Eitt triðja uppskot, ið
tveir serfrøðingar høvdu
tilevnað, varð framlagt
fyri løgtingslimum, men
heldur ikki hetta upp
skotið vann frama.
Hví broyta í vallóg
ina?
Taka vit til dømis úr
slitið frá seinasta løg
tingsvali, so fekk B við
7503 atkvøðum sjey ting
limir, meðan E við 6890
atkvøðum fekk átta ting
limir.
D við 1461 og H við
1661 atkvøðum fingu
ongan umdømisvaldan,
men ávikavist 1 og 2
eykatinglimir. Í minsta
valdøminum hava 1085
veljarar
atkvøðurætt.
Teir 1023 veljararnir, ið
greiddu atkvøðu, fingu
tveir
umdømisvaldar
tingmenn.
Orðaskifti í løgtingi
num um broytingar í val
lógini staðfesti, at allir
flokkar eru samdir um,
at verandi skipan ikki er
nøktandi. Ásannandi at
so er, hevur løgtingsfor
maðurin vegna alla tað
politisku skipanina tikið
stig til at tosa við flokk
arnar, hvussu fram skal
farast. Løgtingsformaður
in hevur hægstu tign og
tekur hetta stig umboð
andi Løgtingið. Tí er tað
er óvirðuligt, at leggja
trýst á formannin, til tess
at støðga arbeiðinum.
Demokrati byggir á, at
meirilutin ræður. Einasti
háttur at fáa ein virðiligan
enda á orðaskiftinum um
broytingar í valskipanini
er, at løgtingslimir eftir
bestu
sannføring
fáa
loyvi at atkvøða um upp
skotið frá løgtingsfor
manninum.
løgtingslimur
Kári P.
HøjgaarD
løgtingsmaður
jógvan við
KelDu
Eitt ella fleiri valdømi einaferð enn