mánadagur 21. mai 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 95 - 21. mai 2007
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Leygardagin 28. apríl
læt enn ein nýggjur
handil upp í Runavík
Talan er um mannfólka
handilin ICON, ið er ein
klædnahandil til menn um
16 ára aldur og uppeftir.
Nýggi handilin leggur seg
serliga eftir at selja nýggj
merki, sum ikki hava verið
at fáa í Føroyum áður, sum
t.d. FrankQ (Frankjú), Park
og Kaporal5. Eisini er stórt
úrval av kendu smúkkunum
til mannfólk av merkinum
Dyrberg/Kern at fáa.
Tað er Sunrid Olsen í
Saltnesi, sum eigur hand
ilin. Sunrid eigur eisini
mótahandilin ”Shari” í
Runavík og konufólkahand
ilin ”Touche” á Áarvegnum
í Havn.
Leiðari á handlinum er
Óluva Højgaard í Rituvík, ið
hevur lært í mótahandlinum
Shari.
mg
ICON, Runavík:
Nýggjasti mótin til mannfólk
Starvsfólkini í ICON í Runavík f.v.: Óluva Højgaard, leiðari,
Poula Ellingsgaard og Sunrid Olsen, sum eigur handilin
Myndir: J. Hammer
Leygardagin 28. apríl
læt nýggja handils
húsið “Berglon” upp í
Runavík
Myndir: Jonhard Hammer
Talan er um eitt handilshús,
sum er ein ramanrenning av
trimum handlum í økinum,
leikabúðini “Leika”, gávu
búðini “Gávan” og útgerðar
búðini “Teymar”.
Gólvvíddin í øllum hús
inum er tilsamans 1760
fermetrar. Harav fara so
goymsla, skrivstova og
starvsfólkarúm.
Sjálv
handilshølini er umleið 1200
fermetrar.
“Teymavirkið”, sum fyrr
helt til í sama bygningi, er
nú flutt í nýggjan bygning í
Søldarfirði.
Umframt “Teymavirkið”
hoyrir eisini “Snørisvirkið”
í Klaksvík við til fyritøkuna,
sum Rúni Berg í Runavík er
stjóri á.
Fyritøkan er upprunaliga
frá 1961, tá pápi Rúna, Ove
Berg í Runavík, byrjaði at
framleiða teymar.
mg
Berglon, Runavík:
Nýtt handilshús á 1.700 fermetrum
Selma, Jónvá og Malan avgreiða kundar. Malan er dagligur leiðari í Berglon
Anette Sonne frá Orkis og Eyðvør Berg, Berglon