Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-21, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. mai 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 95 - 21. mai 2007 15 Janus Drangá, Skopun, fer til gravar úr Skopunar Kirkju týsdagin, klokkan 13.00. Sungið verður úr Sálmabókini. Bønarhald verður í kapellinum á Lands­ sjúkrahúsinum í dag klokkan 14.00. Kistan fer av Gomlu rætt klokkan 15.45 Ingun Joensen úr Sandavági, fer til gravar úr Sanda­ vágs kirkju týsdagin 22. mai klokkan 14. Sungið verður úr Sálmabókini. Tey sum vilja minnast Ing­ un, kunnu lata eina peningagávu til Javna, konta í Peningastovnunum. Maria Olsen, Sandavágur, vanliga nevnd Mia, andaðist 18. mai, 83 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Sandavágs kirkju mikudagin 23. mai klokkan 14. Tey, ið vilja minnast Miu kunnu lata eina gávu til Sandavágs kirkju. Konto í peningastovnunum. Andlát og jarðarferðir nøvn Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Maria Olsen (vanliga nevnd Mia) Sandavágur andaðist 18. mai, 83 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Sandavágs kirkju mikudagin 23. mai kl. 14.00. Familjunnar vegna Sólrún, Oddvør, Jógvan, Jóhan, Sígrún, Rannvá og Petur Tey, ið vilja minnast Miu , kunnu lata eina gávu til Sandavágs kirkju. Konta í peningastovnunum. Eg fari at royna við Guds hjálp at skriva nøkur minningarorð um teg, mín kæri mammubeiggi, sum heilt víst hoyrdi til tey stillu í landinum. Takk at vit fingu loyvi at hava teg so leingi, hvat lærdi tú ikki nógv við tíni stillu og hóvligu medferð og altíð við tí góða orðinum, sum vit onnur kundu lært av. Tað stendur í einum av okkara sang­ um »Syrgið ikki tey, ið sova undir flagi eina stund«. Vit syrgja jú altíð, tá vit missa ein kæran, sakni vil jú altíð vera har, men vit syrgja ikki sum tey, ið onga vón eiga, tann livandi vónin um at vit skulu møta okkara kæru heima hjá Gudi tekur broddin av tí stóra sakni. Eg havi í mínum barndómi havt tvey støð at vaksa upp, suðri í Vági og á Eiði hjá ommu og abba. Mammubeiggjarnir vóru har eisini, Hans Jakku, Richard, Sigvard og Martin. Niclas Julian, systkinabarnið og eg høvdu tað so ómetaliga gott og fingu allan tann kærleika okkum nýttist. Hans Jakku og Martin fóru til skips, Richard var heima, og Sigvard, sum var so nógv hjá okkum í suðri, fór út at sigla og doyði bert 26 ára gamal. Richard, 35 ár, doyði av sjúku. Tungt hjá teimum øllum at missa tveir synir í bestu árum, og fyri okkum øll. Men Gud sum øllum hjálpir, hann gloymdi heldur ikki okkum, hann sum lovaði at vera við sínum allar dagar, hann hevur verið trúfastur. Hjá Martin mammubeiggja vóru ofta tungar løtur, fyrst fór konan Jóhanna Karlina, ikki so langa tíð eftir misti hann dóttrina Sigbjørg. Men Gud sum segði: Hann skal turka hvørt tár av eygum teirra, hann fer ikki frá okkum eina løtu. Og nú í eina tíð hevur Martin mammu­ beiggi verið á »Korndalsbýlinum« har hann hevur verið glaður fyri at vera, so gott tey høvdu tað har. Síðan annan jóladag bleiv hann ússaligur, ymiskt sum dagarnir vóru, vit fóru so onkran túrin norð at vitja. Nú vil eg ikki spyrja, kennir tú? setti meg bara við songina, tann dagin støðgaðu vit eina fitta løtu, eisini fór eg at vitja eina gamla konu, var eina fitta løtu hjá henni og tá eg so kom aftur segði mammubeiggi: nú hevur tú ferðast leingi í dag, hetta helt eg vera so vælsignað at hoyra, tí dagin fyri hevði hann verið so vánaligur, so hann kendi til tað síðsta øll. Kæru tit øll, Rólant og Katrin og Hjallgrím við familjum, tit fáa øll tey kærastu ynskir. Algóði Gud eg prísi tær tú frelsti meg ein dag og fylgdi mær hvørt fótafar eg syngi lovsongslag. Hvønn dag eg livdi foldum á tú vart við mína lið títt einglalið var altíð hjá við krossin fekk eg frið. Títt blóð tú gav o, Jesus Krist til frelsu fyri meg tí eigi eg nú himnravist og lýti fast á teg. Úr sanginum sum Kjartan gjørdi. Kærastu heilsanir frá okkum øllum. Nicolina Eitt lítið eftirmæli um Martin S. Poulsen, Eiði, føddur 24. mars 1919 • deyður 29. mars 2007 Dagurin 22. mai. Castus, deyður umleið ár 250. Saman við øðrum brendur á báli í Kartago. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu, tá ið kæri pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Hans David Mikkelsen Sørvágur varð tikin heim til Harran. Takk fyri heilsanir, blómur, kransar og peningagávur til Zarepta. Takk til talarar og til tykkum, sum hjálptu til við ervinum. Takk til tykkum, sum fylgdu honum frá kapellinum og Kedron til hansara seinasta hvíldarstað. Harrin signi tykkum øll. Familjan Tíðindaskriv Tann 15. mai vóru liðin 30 ár, síðan Sólgerð Jacob­ sen byrjaði sum dagrøktar­ mamma hjá Tórshavnar kommunu. Enn er hon í sama starvi, og tað varð hátíðarhildið á kommunalu dagrøktini sjálvan tríati ára dagin. Um tann, sum hevur verið longst á einum arbeiðsplássi, halda starvsfelagar og onnur ofta, at viðkomandi hevur bara altíð verið har. Og soleiðis er tað eisini við Sólgerð. Eingin, sum í dag hevur við Dagrøktina at gera, veit um annað, enn at Sólgerð er har. Altíð smílandi og væl uppløgd og løtt at heita á. Sjúkradagar kennir hon at kalla ikki til. Hon er still og friðarlig og fær bara tingini at ganga. Hóast tað, veitst tú, hvar tú hevur Sólgerð. Einki við at smoyggja sær undan nøkrum sum helst. Sólgerð er ein teirra, sum er ryggurin í dagrøktarskip­ anini. Støðug og álítandi. Og tað sæst eisini aftur í, at foreldur beinleiðis ynskja at fáa Sólgerð sum dagrøktar­ mammu. Dagrøktarmamma í tríati ár 15. mai vóru liðin 30 ár síðan Sólgerð Jacobsen byrjaði sum dagrøktarmamma hjá Tórshavnar kommunu