mánadagur 21. mai 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 95 - 21. mai 2007
tíðindi
Sum kunnugt høvdu
vit sendiharravitjan
úr fleiri londum í
seinastu viku. Millum
gestirnar var sendi
maðurin hjá Ísrael í
Danmark David
Walzer og kona
hansara Zippora.
Mikukvøldið skipaðu
tey bæði vinafeløgini
hjá Ísrael í Føroyum
fyri almennum fundi
í Kelduni í Skálabotni,
har sendimaðurin var
høvuðsrøðari
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Tað var væl av fólki á fundi
num, og skipað varð eisini
fyri sangi og framløgum
hjá umboðum hjá vinafeløg
unum.
Ísrael er altíð sera aktuelt.
Vit hoyra tíðindi haðani
nærum dagliga. Tí er tað
sera áhugavert at hoyra,
hvat eitt alment umboð fyri
Ísrael kann greiða frá.
Sendiharrin segði seg at
vera fegnan um at vera við
á hesi samkomu júst dagin
eftir, at 59 ár vóru liðin síð
an stovnanina av statinum
Ísrael í 1948.
Hann greiddi annars frá,
at í Ísrael búgva í dag 7 mió
fólk. Meginparturin av hes
um eru flutt til Ísrael úr øll
um hornum jarðarinnar. Ein
annar stórur partur hevur
forfedrar, sum eru fluttir til
landið. Bert seinastu 15
árini er fólkatalið økt úr
fimm uppí sjey milliónir.
Av hesum eru 1,5 mió fólk
komin úr gamla Sovjetsam
veldinum. Hetta merkist eis
ini í Ísrael, har mong hand
ilsskelti eru á russiskum.
Tað, sum merkir gongdina
í Ísrael, er tað sama sum hjá
okkum, sum til dømis al
tjóðagerð og einskiljing.
Tann tíðin er farin, tá
Jaffaappelsinur, ein tann
fremsta ímyndin av Ísrael,
høvdu tann stóra leiklutin í
útflutninginum hjá landi
num. Jaffa er enntá við sín
um vørumerki selt til eina
spanska fyritøku!
Tíðin við landbúnaði sum
fremsta vinnuveg er burtur.
Tað, sum nú er grundarlagið,
er vitan, ella heilarnir hjá
fólki. Tann stóra vinnan er
tískil nú hátøkni av ymisk
um slagi, og í dag umboðar
hon 65% av útflutningi
num.
Tó er eingin olja, sum
annars hevði gjørt góðan
mun. Tað hevur verið tikið
til, at meðan alt Miðeystur
er fult av olju, fekk Ísrael
júst tann plettin av landaøki,
har eingin olja er.
Henda umstilling frá land
búnað til hátøkni hevur havt
aðrar avbjóðingar við sær
sum arbeiðsloysi og sosialar
trupulleikar, sum tað verður
roynt sum frægast at loysa.
Tað eru tó fleiri, sum ikki
halda tað verður gjørt nóg
mikið við hesar trupulleik
ar.
Størsta avbjóðingin
er viðurkenning
Størsta
avbjóðingin
hjá
Ísrael er at verða viðurkent
av umheiminum. Landið
hevur gott samband við
USA og summar partar av
Europa.
Verri er við øðrum lond
um sum til dømis Iran, har
forsetin alment hevur sagt,
at Ísrael skal strikast av
landakortinum! Hann eru
heldur ikki einsamallur um
hetta sjónarmið.
Ísrael hevur eftir førimuni
roynt at skapa frið í økinum.
Eitt stig var at taka seg
burtur úr Gaza í vónini um,
at arabarar skuldu kunna
greiða síni egnu viðurskifti.
Úrslitið síggja vit júst í hes
um døgum, tá ymsir arab
iskir bólkar kríggjast síná
millum, og har arabarar
drepa arabarar. Umframt
politiskar bólkar sum berj
ast er eisini talan um brots
mannalið, sum berjast um
ræðið
á
markinum
til
Egyptaland við teirri smugl
ing, sum fer fram har, ikki
minst av vápnum.
Tískil má ásannast, at
tað er langt frá friði í øki
num. Tað verur ikki friður,
so leingi tað eru kreftir,
sum vilja nýta vald og harð
skap fyri at náa sínum máli,
sum tað jú er talan um hjá
stóra stjórnarflokkinum í
Palestina, Hamas.
Støðan við grannarnar
hjá Ísrael er eisini ótrygg.
Sýria hóttir javnan við
kríggi, um teir ikki fáa
Golanheyggjarnar
aftur.
Hetta er eitt sindur løgið, tá
hugsað verður um, at tað
eru bert fáir mánaðir síðan,
at tað ljóðaði, at tað var okk
urt slag av samband millum
Ísrael og Sýria fyri at fáa
frið millum londini. Men
hetta eru bert kávalótir hjá
Sýria. Teir vilja hava tað at
síggja út, sum um teir sam
ráðast fyri at blíðka USA,
og linka trýstið haðani.
Men sannleikin er vist, at
tað er eingin veruligur
vilji.
Vandin úr Irak og Iran
Ein onnur hóttan er ófrið
urin í Irak. Hann kann væl
føra til ein stóran fólkaflótta
streym inn í Jordan, og
kann hetta aftur hótta kong
in har, sum jú er hóvligur
mótvegis Ísrael.
Ein onnur hóttan er eisini
kjarnorkuætlanin hjá Iran.
Fær Iran fyrst kjarnorku
vápn, verður landið eisini
ein hóttan móti sínum arab
isku
grannalondum.
Tá
verður næsta stigið, at hesi
eisini fáa sær kjarnorkuvápn,
og tá kann miðeystur veru
liga gerast ein krúttunna.
Hetta kann eisini føra til
eina ”terrorbalansu” sum
undir kalda krígnum, so
eingin fer at tora at nýta
slík vápn.
Í hesi støðu hevur Ísrael
tørv fyri moralskum stuðli
frá sínum vinum kring heim
in og verða Føroyar roknað
ar sum ein slíkur. Hesin
stuðul kann vera við sam
starvi
á
búskaparliga,
sosiala og øðrum økjum.
Men eisini við ferðing hvør
til annan. Hóast alt er Ísrael
eitt framúr ferðamannaland,
har ferðafólkið ikki merkir
til nakran ófrið. Tað eru eis
ini nógvir føroyingar, sum
ferðast til Ísrael. Í hesum
døgum fara 50 avstað.
Kríggið seinasta
summar
Tað var møguligt at seta
spurningar, og ein var um
kríggið seinasta ár, har ein
kanningarnevnd hevur sett
fram stórar atfinningar móti
herinum og stjórnini fyri
teirra handfaring av kríg
num.
Sendiharrin greiddi frá,
at tað var Hisbollah, sum
byrjaði hetta kríggj við at
senda hópin av rakettium
inn í Ísrael. Hesi álop vóru
ein serlig hóttan móti norð
asta partinum av Ísrael, har
tað búgva ein millión fólk.
Hetta endaði við einum
beinleiðis álopi á eina mark
naðarstøð, har fleiri ísra
elskir hermenn vóru dripnir
og særdir, og nakrir vóru
tiknir gíðslar.
Hesi álop vóru gjørlig, tí
Ísrael hevði tikið seg aftur
úr Libanon í 2000. Henda
støðan gjørdi, at Ísrael veru
liga ikki hevði annað val
enn at svara aftur og semja
var um hetta í tjóðartingi
num. At so mistøk vórðu
gjørd er ein onnur søk.
Kríggið var ikki ímóti
Libanon men móti His
bollah, sum stuðlað av Iran
hevur sett seg á sunnara
partin av Libanon á ein
snildisligan hátt. Teir bjóða
fólki at gjalda teirra hús
móti, at eitt rúm í húsinum
kann
nýtast
at
goyma
rakettir. Tí ber ikki til at
gera álop a Hisbollah uttan
at raka sivil fólk.
Tá funnist verður at,
eigur eisini at vera havt í
huga, at arabisk lond sum
Egyptaland,
Jordan
og
Saudi Arabia stuðlaðu hes
um kríggi.
Tað kom óvart á ísraels
menn, at hetta kríggj ikki
gjørdist ein endurtøka av
seksdaga krígnum í 1967,
tá Ísrael eftir fáum døgum
soraði sínar fíggindar. Í
Libanon hesa ferð gjørdist
tað eitt kríggj mann móti
manni. Ein slík krígsførsla
er nógv truplari, og hon
gekk heldur ikki eftir vild.
Kortini kom tað burtur
úr, at nú er ein altjóða deild,
sum stendur millum His
bollah og Ísrael, og tað er
higartil eydnast henni at
tryggja frið.
Umrødda frágreiðing hev
ur havt sínar avleiðingar.
Lyklapersónar í krígnum
eru farnir og fara frá. Polit
iskt kann eisini roknast við
broytingum innan 69 mán
aðir. Júst hetta er styrkin
við einum demokratii, sum
Ísrael jú er. Verða mistøk
gjørd, fær tað avleiðingar.
Sagt varð eisini, at Ísrael
hevur eisini klárað størri
avbjóðingar enn hesa.
Spurningurin kom eisini
fram um rættindini hja
palestinarum. Her er stutt
at siga, at í sjálvum Ísrael
hava teir somu rættindini
sum øll onnur. Arabarar eru
eisini limir í tjóðartinginum,
Knesset, og stjórnini, eins
og teir eisini eru diplomatar
og sendiharrar. Í hersettu
økjunum hava teir ikki
valrætt, og tað er í samsvar
við altjóða lóg. Men teir
kunnu so atkvøða til pale
stinska tingið.
Keren Hayesod: Allir
jødar skulu heim
Við á fundinum var eisini
Jan Rosenberg. Hann er
ortodoksur danskur jødi, og
hann flutti ungur til Ísrael.
Nú arbeiðir hann í Amst
erdam á deildini hjá Keren
Hayesod, sum savnar inn
pening fyri at hjálpa jødum
víða um í heiminum at
koma heim til Ísrael at
búseta seg. Ein stór avbjóð
ing hevur verið flytingin av
etiopiskum og indiskum
jødum til Ísrael. Endamálið
er at fáa allar jødar uttan
fyri Ísrael at flyta heim. Teir
eru kanska aðrir sjey mió.
Pláss er eisini fyri teimum,
tí Negev oyðimørkin er
tóm!
Í Føroyum er eisini ein
deild, sum skal geva sítt
íkast til hetta arbeiði.
Yvirhøvur kann sigast, at
jødar og Ísraelsmenn kenna
seg væl í Føroyum, og her
føla teir seg at vera millum
vinir, og tað takka teir eisini
so miriliga fyri.
Sendiharrahjúnini
hava
verið nakrar dagar í Føroy
um aftaná almennu vitjan
ina, og hava tey verið gestir
hjá ísraelsku vinafeløgu
num.
Ísraelski sendiharrin:
Trupult men ikki vónleyst!
Sendiharrahjúnini Davis Walzer og konan Zippora
Símun Absalonsen hevur aðrar førleikar enn at vera ein góður
semingsmaður. Her er hann tulkur hjá sendiharranum, sum
talaði á enskum
Danski jødin Jan Rosenberg vil fegin hava allar jødar at flyta
til Ísrael