mánadagur 21. mai 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
tíðindi
Nr. 95 - 21. mai 2007
Í gjár byrjaði ein 5-
daga long vísindalig
ráðstevna í Norðurlan-
dahúsinum. Evnið er,
hvussu umhvørvið í
móðurlívi ávirkar
heilsuna seinni í
lívinum
Ráðstevna
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Sjálvt um arvurin er tann
sami, kunnu ymisk umhvør
vi í móðurlívi hava við sær
varandi broytingar í heilsu
støðuni. Dømi um hetta eru
dálkandi evni, men hinvegin
eru eisini evni, sum kunnu
virka gagnlig, til dømis fiti
sýrur. Umráðið er ógvuliga
viðfevnt og hevur stóran og
vaksandi
áhuga
millum
granskarar.
Hetta sigur Pál Weihe,
yvirlækni og granskarin, í
sambandi við eina altjóða
vísindaliga ráðstevnu, sum
verður hildin í Norðurlanda
húsinum í hesum døgum.
Pál Weihe vísir á, at tað
hevur eydnast at fáa nógvar
vælkendar granskarar at
koma til ráðstevnuna. Teir
fara at greiða frá egnum
granskingarúrslitium og fáa
eisini høvi at kjakast við
starvsfelagar um gransking
arúrslit.
Luttakaratalið er á leið
200, og meginparturin kem
ur úr londum uttan fyri
Norðanlond.
Vísindaliga
ráðstevnan
byrjaði í gjár 16 og heldur
fram til hósdagin.
Verður havið nýtt
sum køstur, er tað
samfeløg sum okkara,
ið fara at kenna svið-
an av tí, segði Jóannes
Eidesgaard, tá í gjár
setti eina granskingar-
ráðstevnu í
Norðurlandahúsinum
Ráðstevna
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Hans Pauli Strøm, lands
stýrismaður í heilsumálum,
er staddur uttanlands, og tí
var tað løgmaður, sum í
gjár bjóðaði vælkomin á
granskingarráðstevnuni um
umhvørvisliga ávirkan á
heilsu, sum verður hildin í
Norðurlandahúsinum
frá
sunnudegnum til hósdagin.
Líka síðani ídnaðarkoll
veltingina hava londini í
Europa dálkað illa, og hend
an dálkingin er ikki blivin
minni eftir at kjarnorkulond
ini byrjaðu at royndar
spreingja sínar kjarnorku
bumbur, vísti løgmaður á.
Í sama andadrátti nevndi
hann eisini vandan fyri, at
golfstreynmurin viknar og
tær avleiðingar tað møguli
ga kann hava á fiskastovnar
nar. Eisini nam hann við
grindahvalin og blýggið, ið
hesin hevur í sær, og sum
vit eisini fáa í okkum við at
eta grind.
Grindahvalur hevur ver
ið hildin til við føroysku
strendurnar í øldir og er
býttur til økið eftir serligum
býtingarmynstri, so eingin
verður við sviðusoð, segði
løgmaður.
Av og á leggja djóravern
darfelagsskapir trýst á okk
um fyri at fáa okkum at gev
ast við grindadrápi, men
løgmaður slerdi fast, at vit
á ongan hátt ætla at eftirlíka
hesum.
Tað er fyri okkum ein
prinsippsak at hava loyvi at
gagnnýta havsins tilfeingi á
ein skilagóðan og burðar
dyggan hátt, segði Jóannes
Eidesgaard.
Tað er tí eisini av stórum
týdningi, at farið verður so
væl um umhvørvið sum til
ber, tí verður havið nýtt
sum køstur, verða tað fyrst
og fremst samfeløg sum
okkara, ið fara at merkja
avleiðingarnar, segði løg
maður millum annað, tá
hann setti granskingarráð
stevnuna í Norðurlandahús
inum sunnudagin.
Vísindalig ráðstevna um
heilsu
200 fólk, har meginparturin
eru granskarar, luttaka í hesum
døgum á vísindaligari ráðstevnu í
Norðurlandahúsinum
Mynd: Jens Kristian Vang
Løgmaður á granskingarráðstevnuni:
- Havumhvørvið hevur stóran týdning
Í gjár byrjaði ein 5-daga long, læknavísindalig ráðstevna í Norðurlandahúsinum. Pál Weihe,
yvirlækni og granskari, er ein av stigtakarunum til ráðstevnuna
Mynd: Jens Kristian Vang
Vilja hava meiri tvøst
Sambært teimum serligu reglunum um rættindini hjá upprunafólki hava grønlendingar
rætt til at veiða so mikið av hvali á hvørjum ári, at tað gevur 670 tons av tvøsti. Men
sum er sleppa teir bara at veiða tað, sum svarar til 540 tons, og tað eru teir ikki nøgdir
við. Tí fer Danmark at reisa málið vegna Grønland á fundinum hjá hvalaveiðinevndini
í næstu viku. Málið er at fáa loyvi at skjóta so mikið av hvali afturat, at tað gevur 130
tons av tvøsti.
Vænta skattalætta
Í seinastuni hava danskir politikarar keglast at kalla dagliga um skatt og skattalætta, og
nú vísir ein meiningakanning, at fleiri danir vænta sær skattalætta burtur úr tí nógva
tosinum. Enn eru tað kortini bara 27 prosent, sum vænta sær minni skatt, og hóast tað
er munandi fleiri enn fyri einum hálvum ári síðani, eru tað framvegis 68 prosent, sum
ikki vænta sær skattalætta. Í stjórnini er Vinstri ímóti skattalætta, men tey konservativu
siga ja.