mikudagur 21. mars 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 56 - 21. mars 2001
17
16
Nr. 56 - 21. mars 2001
VIÐMERKINGAR
Dan R. Petersen
Javnaðarmaður
Ein tann mest fordumm-
andi pennurin her á landi er
tann hjá Steinbjørn B. Ja-
cobsen. Við sínum ser-
merkta støplandi og hjálp-
arleysa skrivingarlag hevur
hann
fylt
bløðini
við
banalitetum, síðani hann
læt seg pensionera við
danskari eftirløn, sum ann-
ars bert tilfellur útbúnum
fólkaskúlalærarum. Fáur
man lesa, og ongin kom-
menterar hann. Eg skal tó
gera eitt undantak í hesum
føri, tí summi skilja onki,
uttan tey fáa eitt skot av
grovum høgli í afturpartin.
Í seinastu viku hevði
hann ein av sínum høpis-
leysu stubbum í bløðunum
undir heitinum “Greipan
hjá Nyrup”. Har viðger
hann millum annað lønir-
nar hjá okkara fólkatings-
limum, sum hann setur til
700,000 kr árliga. Fáur
lýgur meira enn helvtina.
Eg havi fyrr víst á,
hvussu púrgjørd okkara
sjálvbestaltaða mentaelita
(uha uha) er fyri sjálvs-
rannsakan. Hví viðger hes-
in danski pensionisturin
danskar lønir, sum aðrir
fáa? Sambært sáttmála
millum lærarafelagið og
fíggjarmálastýrið
fær
Steinbjørn B. Jacobsen
16.049 kr um mánaðin,
sum hann sjálvur hevur
søkt og biðið um. Sambært
hvítubók rindar tann danski
statskassin 80 % av lærara-
pensiónunum, so danir føða
og klæða hesa fullveldis-
hetjuna. Teir eiga hann við
húð og hár. Men danskir
pengar
lukta
ikki,
og
allarminst hjá tjóðskapar-
høvundum. Nógvir súgva
danskar grunnar og fondar
sum nýføðingurin mamm-
una.
Tjóðveldisflokkurin hev-
ur einaferð átt fólkatings-
sessin. Tað var Erlendur
Patursson. Mundi hann lata
seg velja fyri ta donsku løn-
ina skyld? Mundu Karsten
Hoydal
fullveldisabbi,
Zakarias Vang og Finnbogi
Ísakson fara eftir tí donsku
lønini, tá teir stillaðu upp
einsamallir? Forrestin, var
tað ikki júst undir einum
donskum valstríði, at Zaka-
ris fekk teir báðar, for-
mannin í tjóðveldiflokkin-
um og blaðstjóran á 14.
September í geglið? In-
trigur í tjóðveldisflokkin-
um hoyra sanniliga ikki
bara nútíðini til.
Hetta glepsið er ikki ætl-
að at raka allar høvundar,
men bert teir tjóðskapar-
ligu, sum hava tikið sær
monopol upp á evnini at
skapa og kanska ongi evnir
hava. Heldur ikki er hetta
ætlað at raka tann vanliga
læraran, sum letur seg pen-
sionera 60-ára gamlan.
Hetta er beinleiðis ætlað
einum skammleysum per-
sóni, ið heglar niður á eitt
system, ið føðir og klæðir
hann. Ger tú skálkinum
gott…
Munurin á teimum før-
oysku fólkatingslimunum
og Steinbjørn B. Jacobsen
er stórur. Teir fyrru fáa eina
danska løn fyri eitt arbeiði,
veljarin hevur sett teir til.
Tann seinni fær eina danska
pensión, hann sjálvur hevur
biðið um. Men sjálvsrann-
sakan er ikki júst ein
eginleiki,
Steinbjørnsa
kalibur er mest fongt við.
Eilif Samuelsen
Tað má viðgangast, at hetta
fullveldislandsstýrið stríð-
ist fyri síni søk. Teir hava
sum kunnugt sett sær fyri at
gera Føroyar til eitt full-
veldisríki loyst frá Dan-
mørk, og tað skal henda í
hesum valskeiðinum fyri
ein og hvønn prís. Teir vita
sum er, at ein slíkan møgu-
leika fáa teir ikki aftur í
bræði, tí teir hava ikki
longur meirlutan av fólkin-
um aftan fyri seg. Tað
høvdu teir fyri trimum
árum síðani, og tann farni
veruleikin má og skal troyt-
ast til seinasta blóðsdropa.
Sjálvt um teir í samráðing-
unum hava verið noyddir at
rýma av einum skansanum
fyri og øðrum eftir, so eru
teir nú við tí seinasta
neyðsemjuuppskotinum
um sjálvstýri Føroya fólks í
effinett somu støðu, sum
teir alla tíðina hava verið,
nevniliga, at málið er full-
veldið, loysingin. Allar
burturforkláringar um, at
nú liggur loysnin innan fyri
heimastýriskarmin, er at
kasta torvmold í eyguni á
fólki. Men nú duga fólk á at
skyna, hvat er politiskar
fupproyndir, og hvat er
veruleiki.
Danska stjórnin hevur
sagt greitt og týðuliga, at
ein skipað gongd móti full-
veldi førir við sær, at ríkis-
veitingin verður avviklað
eftir fýra árum. Hetta er
greið og konsekvent tala,
skiljandi fyri ein og hvønn.
Seinasta
útspælið
hjá
landsstýrinum er í
roynd
og veru eingin broyting í
mun til tað undanfarna,
sum ætlað var at senda til
fólkaatkvøðu,
og
sum
Fólkaflokkurin ikki kundi
taka undir við. Hetta hava
teir eisini sjálvir váttað. Tí
mugu teir rokna við, at
svarið frá stjórnini verður
tað sama sum framman-
undan: fýra ára skiftistíð.
Í løtuni grundar danska
stjórnin um, hvussu hon
skal reagera uppá uppskot
landsstýrisins. Óivað vil
hon fegin vísa sín góða
vilja við at finna eina reali-
tetsbroyting í mun til fyrra
uppskotið, men tað verður
vist ein leiting til fánýtis.
Nú skal bæði Føroyanevnd-
in hoyrast og eitt orðaskifti
í fólkatinginum fyriskipast,
áðrenn svarið verður givið.
Hetta má helst tulkast sum,
at nú kann væntast tað
endaliga svarið til hesa
samgonguna, sum fram-
vegis tvíheldur um at
fremja eina miðvísa full-
veldisætlan. Og til tað
hevur danska stjórnin bert
havt eittans svar.
Undir orðaskiftinum í
løgtinginum gjørdi Javn-
aðarflokkurin sum ikki
einaferð aftur greitt, at
hann er vælviljaður fyri
fullveldisætlanini.
Um føroyski veljarin er
samdur við fullveldisfólk-
ini í, at núverandi fiskiríki-
dømið fer at halda sær
óbroytt í framtíðini, at teir
ovurhonds høgu fiskaprís-
irnir fara at halda sær í
framtíðini, at rentustigið
framvegis fer at halda sær
so lágt sum nú, og at Før-
oyar fara at varðveita ein
sjálvberandi búskap einans
byggjandi á fisk og fiska-
úrdráttir, tí enn eru at kalla
ongar alternativar vinnur av
nøkrum týdningi komnar
fram, so er tað skiljandi, at
fólk taka undir við fullveld-
inum.
Men tað munnu vera
mong, ið eins og sam-
bandsfólk halda, at før-
oyska samfelagið hóast
mikla framgongd ikki er
nóg væl fyribúgvið til
nakað fullveldi, og at tað er
ov hættisligt uttan fyrilit at
kasta tjóðina út í óvissuna,
einans við at ynskja, at alt
fer at gangast á besta hátt,
og at fáa vit bert fullveldi,
so blómar og veksur alt.
Tað er jú tað, ið landsstýris-
maðurin í sjálvstýrismálum
hevur fyrigyklað fólki í
ramasta álvara.
Sambandsflokkurin hev-
ur meldað greitt út, at hann
framvegis fer at virka fyri,
at Føroyar verða innan fyri
ríkisfelagsskapin, men at
vit hava eitt uppskot um
eina nýskipan av ríkisrætt-
arligu
viðurskiftunum.
Eina skipan, sum danska
stjórnin ikki hevði havt
torført við at góðtikið, men
sum hevði verið til størri
frama fyri føroyingar enn
fullveldisætlanin. Vit gera
ikki sum ávísir aðrir flokk-
ar, men vit ríða á einum
hesti.
Steinbjørn og danskir pengar
Ríða á einum hesti
Náttúruvísindadeildin
og Jarðfrøðisavnið hava
í dag undirskrivað sam-
starvsavtalu, sum hevur
til endamáls at menna
fakligan førleika í Før-
oyum innan jarðfrøði,
jarðalisfrøði og kolvetn-
isverkfrøði. Samstarvið
fer at fevna um gransk-
ing, universitetsútbúgv-
ingar og savnsvirksemi.
Við samstarvsavtaluni
vænta partarnir at fáa
styrkt um grundarlagið
fyri at byggja upp dygd-
argóðan
heimligan
kunnleika og førleika
innan hesi krevjandi og
viðkomandi fakøki.
Jarðfrøðisavnið nýggja
reglugerð
Jarðfrøðisavnið varð í
fjør skipað sum sjálv-
støðugur stovnur undir
Oljumálastýrinum.
Í
nýggju reglugerðini fyri
stovnin stendur m.a., at
Jarðfrøðisavnið ”sam-
starvar við Fróðskapar-
setur Føroya um undir-
vísingar- og gransking-
aruppgávur á Náttúru-
vísindadeildini….” Jarð-
frøðisavnið hevur aðrar
formligar samstarvsav-
talur
við
Føroya
Náttúrugripasavn
um
jarðfrøðiligar framsýn-
ingar og við Danmarks
og Grønlands Geolog-
iske Undersøgelse um
jarðfrøðiligar kanningar
og gransking v.m.
Samstarv um
gransking
Til tess at fremja enda-
málssetningin í verki
fara partarnir at kunna
hvønn annan um gransk-
ingarverkætlanir
og
kanningar, ið eru í um-
búna, soleiðis at bestu
fortreytir
verða
fyri
synergi. Ein týðandi
partur í samstarvinum
er, at partarnir kunnu
nýta dátutilfar hjá hvør
øðrum í granskingar-
verkætlanum
v.m.
Náttúruvísindadeildin
hevur í seinastuni lagt
dent á at menna phd-
gransking innan jarð-
frøði, jarðalisfrøði og
kolvetnisverkfrøði.
Hetta verður mett at
verða ein týðandi liður í
menningini av føroysk-
um førleika á hægri stigi
á fakøkjunum, ið sam-
starvað fer at verða um.
Universitets-
útbúgvingar
Partarnir fara eisini at
samstarva um útbúgv-
ingar á Fróðskaparsetri
Føroya innan jarðfrøði,
jarðalisfrøði og kolvetn-
isverkfrøði. Á Náttúru-
vísindadeildini á Fróð-
skaparsetrinum eru m.a.
útbúgvingar í kolvetnis-
verkfrøði og jarðalis-
frøði. Tað verður vænt-
andi vaksandi tørvur á
fólki í Føroyum við slík-
um útbúgvingum, m.a. í
oljuvinnuni og í fyrisit-
ing í sambandi við hana.
Partarnir lata í hesum
sambandi tøkt kanning-
artilfar og dátur til ser-
uppgávur hjá student-
um, og vísindafólkini
fara at virka sum fakligir
vegleiðarar hjá student-
unum.
Savnsvirksemi og
ráðgeving
Í reglugerðini fyri Jarð-
frøðisavnið stendur, at
stovnurin
”hevur
til
endamáls at savna, varð-
veita, handfara og breiða
út kunnleika um viður-
skifti av týdningi fyri
gagnnýtslu og varð-
veitslu av landsins jarð-
frøðiligu
náttúruvirð-
um.” Í tráð við hetta
stendur í samstarvsav-
taluni millum Náttúru-
vísindadeildina og Jarð-
frøðisavnið, at partarnir
virka sum serfrøðingar í
sambandi við m.a. kunn-
andi virksemi á Jarð-
frøðisavninum
(fram-
sýningar v.m.) og ráð-
gevandi verkætlanir.
Náttúruvísindadeildin
og Jarðfrøðisavnið,
19. mars 2001
Náttúruvísindadeildin
og Jarðfrøðisavnið gera
samstarvsavtalu
Eftir dystin hjá AB
mánakvøldið er Her-
følge ikki verri fyri í
botnstríðnum, enn
teir vóru undan dyst-
inum
SUPERLIGA
Jóannes Hansen
Felagið hjá Jákupi Mikkel-
sen liggur tungt í sjónum.
Tað greiddu vit frá í blaðn-
um í gjár. Tá søgdu vit eis-
ini, at mánakvøldið var ein
dystur á skránni, sum var
áhugaverdur fyri støðuna
hjá Herfølge, og at vit
skuldu venda aftur til henda
dystin í blaðnum í dag.
Mánakvøldið var AB á
útivølli og spældi ímóti FC
Midtjyllandi. Herfølge er
undir niðurflytingarstrik-
uni, og AB er niðasta liðið
omanfyri strikuna. Ivaleyst
fylgdu Jákup Mikkelsen og
liðfelagarnir væl við á
TV3+ rásini, og úrslitið
mundi smakka teimum væl.
FC Midtjylland vann 4–2,
og harvið er munurin ímill-
um AB og Herfølge fram-
vegis tvey stig. AB hevur
19 stig, og Herfølge hevur
17 stig.
Tá 21. umfarið í super-
liguni verður á skránni 1.
apríl fara hesi bæði liðini at
dystast í Gladsaxe, har
heimavøllurin hjá AB er.
Fyri Herfølge verður tað so
at siga lívs neyðugt at vinna
ta ferðina.
Um vit skulu meta út frá
avrikinum hjá AB mána-
kvøldið, so eigur tað ikki at
vera púra ómøguligt hjá
Jákupi Mikkelsen og teim-
um at vinna. AB spældi
ikki væl, og tað var ikki
fyrrenn síðstu minuttirnar,
at teir fingu pyntað um úrs-
litið.
Tá 2. hálvleikur var hálv-
runnin bendi alt á, at FCM,
sum við sigrinum við stig-
um er á sætta plássi – eitt
stig aftanfyri FCK og Vi-
borg – fór at vinna stór-
sigur. Teir vóru framman-
fyri 4–0, men so tóku teir
sær av løttum. AB skoraði
síðstu løtuna tvey mál, og
teir høvdu møguleikar at
skora okkurt málið afturat.
Um teir høvdu skorað eitt
mál afturat, tá tað restaðu
einir fimm minuttir, so ber
kanska til at ímynda sær, at
órógvið hjá FCM hevði
verið so stórt, at úrslitið
hevði verið javnleikur. Men
hetta er – so plagdi maðurin
at taka til – hypotetiskt
snakk!
Hálvt annað hundrað
føroyingar fara at
fylgja við á staðnum,
tá landsliðið leygar-
dagin fer at spæla í
Luksemburg
LANDSDYSTUR
Jóannes Hansen
Í dag klokkan ellivu fer fót-
bóltslandsliðið úr Vágum.
Málið er HM undankapp-
ingardystirnir, sum eru á
skránni í Luksemburg leyg-
ardagin og í Moskva miku-
dagin i komandi viku.
Tað man hava verið ógv-
uliga sjáldan, at tað er kom-
ið soleiðis fyri, at allir
spælararnir, sum Allan
Simonsen í fyrstu atløgu
hevur tikið út, hava verið
við í ferðalagnum. Tað
vanliga plagar at vera, at
ein ella fleiri hava kent seg
noyddar at melda avboð, tí
teir hava verið skaddir. Sol-
eiðis er ikki hesa ferð.
Undan úttøkuni var tað
greitt, at metmaðurin á
landsliðnum Allan Mørk-
øre og liðformaðurin Jens
Kristian Hansen ikki vóru
tøkir. Allan Mørkøre varð
skaddur á venjingarleguni
hjá landsliðnum í Spania,
og Jens Kristian Hansen er
ikki heilt komin fyri seg
eftir skaðan, sm plágaði
hann stóran part av kapp-
ingarárinum í fjør.
Teir átjan spælararnir í
ferðalagnum eru Øssur
Hansen, Fróði Benjamin-
sen og Hans Fróði Hansen,
B68, Rógvi Jacobsen og
Jóhannis
Joensen,
HB,
Christian Høgni Jacobsen
og Jens Martin Knudsen,
NSÍ, Jákup á Borg, Pól
Thorsteinsson og John Pet-
ersen, B36, Uni Arge,
Akranes, Sámal Joensen,
GÍ, Jákup Mikkelsen, Her-
følge, Johan B. Hansen,
OB, Julian Johnsson, og
Kurt Mørkøre, Sogndal IL,
Óli Johannesen, Hvidovre
IF og Todi Jónsson, FCK.
Fleiri av spælarunum
hava í síðstu viku skift fel-
ag. Tað snýr seg um Rógva
Jacobsen, sum er fluttur úr
KÍ og til HB, John Petersen
og Pól Thorsteinsson, sum
eru fluttir til B36 úr ávika-
víst Leiftri og Vali, og Sám-
al Joensen, sum er fluttur úr
Leiftri og til GÍ.
Fleiri fylgja við
Umframt landsliðsferða-
lagið eru fleiri føroyingar í
ferðalagnum til Luksem-
burg.
Umframt teir 18 spælar-
arnar eru átta fólk knýtt at
landsliðnum: Allan Simon-
sen, landsliðsvenjari, Jógv-
an Martin Olsen, hjálpar-
venjari, Jens Pauli Mars-
tein, lækni, Álvur Hansen,
fysioterapeutur og Birgir og
Sigurd Hansen, sum eru
ognarrøklar. Ferðaleiðarar
eru Jens Erik Magnussen
og Mortan Poulsen.
Tað er ikki til hvønn úti-
dyst og heldur ikki á hvørj-
um ári, at FSF-bossurin og
FSF-aðalskrivarin eru til
landsdyst á útivølli. Men
leygardagin verða Torleif
Sigurðsson og Ísak Mikla-
dal í Luksemburg. Teri
skulu til UEFA-fund í Sveis
hósmorgunin, og haðani
fara teir til Luksembuirg
áðrenn teir fara heim aftur
til Føroyar.
Atlantsflog flýgur annars
75 áskoðarar til dystin, og
einir 45 áskoðarar fara við
bussi úr Keypmannahavn.
Harafturat ferðast umleiðs
30 onnur úr Keypmanna-
havn til Luksemburg vbið
bili ella toki at hyggja eftir
dystinum.
Tá landsliðið fer til
Moskva úr Luksemburg,
verður ferðalagið minni. Tá
verða ikki nógv onnur enn
fjølmiðlarnir við á ferðini.
Fyri Sosialin eru Jákup
Mørk og Álvur Haraldsen
við á ferðini, og teimum
fara vit fyrstu ferð at frætta
frá í fríggjadagsblaðnum.
Eysturoyingar tíma best
at spæla fótbólt
Teir eiga seks av teim-
um tíggju liðunum,
sum ætla sær at taka
lut í landskappingini í
unglingadeildini í ár
LANDSKAPPING
Jóannes Hansen
Dreingir í 15–19 ára aldri í
Eysturoy eru meiri hugaðir
at taka lut í fótbóltskapp-
ingini, enn javnaldrarnir
hjá teimum aðra staðni í
landinum. Hetta fæst burt-
urúr við at lesa yvirlitið yv-
ir luttøkuna í unglinga-
deildini í kappingarárinum,
sum tað verður farið undir í
komandi mánað.
Sambært yvirlitinum, so
fara tíggju lið at kappast í
unglingadeildini. Tey eru
B36, Skáli, B68, NSÍ,
EB/Streymur, KÍ, FS Vág-
ar, ÍF, LÍF/GÍ og HB.
Nú fæst at síggja, hvussu
tað verður, tá fyrsta umfar-
ið í landskappingini verður
á skránni 30. apríl. Undan-
farin ár hevur tað aftur og
aftur víst seg, at fleiri feløg,
sum hava boðað frá luttøku
í unglingadeildini, ikki
halda seg til, tá dystirnir
skulu spælast. Tey fáa ikki
mannað lið.
Í fjør boðaðu tíggju lið
frá luttøku, men tá farast
skuldi undir kappingina,
vóru trý teirra fallin frá. Tí
varð gjørt av, at U–16
landsliðið skuldi luttaka.
Harvið var talið á liðum í
kappingini átta. Ímillum
tey feløgini, sum í ár hava
boðað frá luttøku, eru tvey,
sum í fjør tóku teirra lið úr
kappingini. Hesi eru B68
og EB/Streymur. Í fjør boð-
aði VB frá luttøku, men teir
megnaðu ikki at manna lið.
Í ár er VB ikki við í ung-
lingakappingini.
Skáli var ikki við í kapp-
ingini í fjør. Í ár hava skála-
menn, hvørs besta lið enn
eina ferð skal royna at festa
seg í 2. deild, boðað frá lut-
tøku í unglingadeildini.
Burtursæð frá Skála er tað
bara eitt annað felag, sum
ikki er umboðað í 1. deild,
og sum heldur seg til í ung-
lingadeildini. Hitt felagið
er ÍF. Feløgini í 1. deild,
sum ikki hava lið í ungling-
adeildini, eru B71 og VB.
Grammir
eysuroyingar
Komandi vikurnar fæst at
síggja, hvussu sambandið
fer at verða ímillum til-
melding og luttøku, men
um vit arbeiða út frá til-
meldingini, so er eingin ivi
um, at tað eru unglingarnir
í Eysturoy, sum eru nógv
mest áhugaðir at taka lut í
fótbóltskappingini.
Tá sammett verður út frá
fólkagrundarlagnum,
so
hevði tað sjálvandi verið
rættast at brúkt samlaða ta-
lið á teimum í unglingaaldri
í ymsu økjunum sum út-
gangsstøði. Tey tølini hava
vit ikki við hondina, tí ditta
vit okkum at brúka fólka-
talið í økjunum sum grund-
arlag. Tað er ikki heilt rætt,
men kortini halda vit, at tað
gevur eina góða ábending
um, hvussu áhugin at spæla
fótbólt er í ymsu økjunum.
Um vit meta út frá teim-
um, sum hava boðað frá
luttøku, so er tað heilt
greitt, at áhugin fyri fót-
bólti ímillum teir, sum hava
unglingaaldur, er størstur í
Eysturoy. Í Klaksvíkini og
tí økinum, hagani tað er
landfast úr Klaksvík, búgva
umleið 5.500 fólk. Tey
megna at manna eitt ung-
lingalið. Í Havnar komm-
unu og í tí økinum, sum
nátúrliga hongur saman við
Havnini, búgva eini átjan
túsund fólk. Tað økið
mannar tvey unglingalið. Í
Vágum
búgva
stívliga
2.500 fólk. Hagani kemur
eitt unglingalið.
Í
Eysturoy
knappast
fólkatalið um tíggju túsund.
Hagani koma seks ungling-
alið. Tá skal leggjast aftur-
at, at teir á Streymoyar síð-
uni í Sundalagnum eru
partur av EB/Streymi. Men
hagtølini siga, at unglingar
í Eysturoy eru nógv dúglig-
ari at taka lut í fótbóltinum,
enn teir eru aðra staðni í
landinum. Um luttøkutalið
t. d. í Havnini sammett við
fólkatalið skuldi verið tað
sama, so høvdu ikki færri
enn ellivu unglingalið úr
høvuðsstaðnum tikið lut í
landskappingini!
At áhugin fyri fótbólti í
Eysturoy sambært luttøku-
talið er størri, enn hann er
aðra staðni, er ikki nýtt. Tað
sæst t. d. aftur í umboðanini
í bestu deildini. Av teimum
tíggju feløgunum, sum eru
umboðað í 1. deild, eru fýra
úr Eysturoy. Fleiri ferðir
hava tey verið fimm, og
onkuntíð hava tey verið
seks í talið.
Landsliðið fer í luftina
Metmaðurin á landsliðnum
er ikki við á ferðini, men síð-
ani hópurin varð úttikin,
hevur landsliðsvenjarin einki
avboð fingið.
Línan slitnaði ikki
Støðan, danska superligan
vunn-
in
tapt
mál-
dystir v - j
- t
mál mál munur stig
1 Silkeborg 20
10 - 8 - 2
32
24
8
38
2 Brøndby
20
11 - 3 - 6
50
26
24
36
3 Lyngby
20
11 - 2 - 7
33
33
0
35
4 FCK
20
9 - 7 - 4
33
18
15
34
5 Viborg
20
10 - 4 - 6
35
21
14
34
6 FCM
20
9 - 6 - 5
36
30
6
33
7 OB
20
9 - 2 - 9
32
26
6
29
8 AaB
20
7 - 6 - 7
29
31
-2
27
9 AGF
20
7 - 2 -11
28
38
-10
23
10AB
20
4 - 7 - 9
28
33
-5
19
11Herfølge
20
4 - 5 -11
23
42
-19
17
12Haderslev 20
1 - 4 -15
19
56
-37
7