Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-21, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. mars 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 56 - 21. mars 2001 19 18 Nr. 56 - 21. mars 2001 Harry á Lakjuni Fuglafirði 19/3 Tað er bara ein skipari á Polo, segði skiparin á Polo á sinni, og rætt hevði hann. Men kortini er tað mang- an gott hjá einum skipara at kunna ráðføra seg við stýri- menninar, og ofta og týtt kunnu ráðini frá stýrimann- inum - ella um tey so komu av dekkinum - vera so góð, at skiparin broytir hugsan um eitthvørt, hvat tað so skuldi verið. Men tá av- gerðin skal takast, er skip- arin suverenur! Í fjør royndi eg fyri fyrstu ferð, at vit vóru tveir skip- arar umborð á sama skipi. Vit vóru undir polskum flaggi. Alt gott um tann polska flaggskiparan, tí hann greiddi sína uppgávu til lítar. Men eg dugdi at síggja, hvussu ótrúliga skjótt konfrontatiónir kundu uppstaðið. Tað gjørdi tað kortini ikki okkara millum, sjálvt um tað onkuntíð prutlaði undir lokinum. – Men eitt annað er, at tá ið tú bara ert fiskiskipari, so hevur tú ikki ta juridisku ábyrgdina, og tí kann vandi vera fyri, at tú gerst líkasælur yvir fyri lógum og reglugerðum, sum eru galdandi, har fisk- að verður. Og hevur hetta ikki júst verið standard trupulleikin í Føroyum í øldir, at vit bara hava verið fiskiskip- arar, meðan danir hava verið flaggskiparar? - Og nú vit kanna 80-ini, so er neyvan nakað at ivast í, at høvuðsorsøkin til, at tað gekk, sum tað gekk, var, at politikarar og onnur lótu seg freista til eina fyrilita- leysa peninganýtlsu, og til síðst gekk tað so galið, at vit eisini mistu ”fiskiskip- aramandatið”. Tá vóru tað danir, sum søgdu okkum, hvar og hvussu vit skuldu fiska, við kvotaskipanum o.ø. At vit loksins fyri trimum árum síðani fingu eitt landsstýri, sum setti sær fyri at koma burtur úr hesi óhaldbaru støðu og setti sær sum mál at fáa fullan suverenitet yvir hesum landi, er alla æru vert. - Landsstýrið fór grundiga til verka, lýsti málið sera væl frá øllum síðum og var væl fyrireikað til at møta donsku stjórnini. Men tann kalda móttøkan og arro- gansan, sum danir hava víst landsstýrinum, er undir alt lágmark. Her kemur ein vælmeint og væl fyrireikað føroysk samráðingarnevnd í fullum álvara og leggur eitt skila- gott samráðingarupplegg fyri donsku stjórnina, - men einasta reaktión, føroyingar fáa, er, at revolvarin verður settur fyri pannuna á teim- um, og forsætisráðharrin sigur: “Fýra ár, fýra ár”. Ja, sum um hann ikki dugdi at siga annað - sum ein pappa- geykur, ið tekur orðini upp í saman: “Fýra ár - fýra ár - fýra ár”. Samráðingargrundarlag- ið er ófrávíkiligt, sigur Nyrup. Hvussu kann eitt samráðingargrundarlag vera ófrávíkiligt? - Tað má vera ein mótsøgn í huga- heiminum á teimum flestu. Hví sigur Nyrup ikki tingini við teimum røttu orðunum, at her als ikki er talan um samráðingar, men at tað ultimatum, hann hevur sett føroyingum, er ófrávíkiligt. Jú, stundum lata teir donsku politikar- arnir seg í ta demokratisku maskuna og látast, sum teir hava virðing fyri okkara ynskjum, og lata so nøkur vøkur orð falla, men skjótt stinga teir imperialistisku hógvarnir undanaftur. Hevði tann danski forsætisráðharrin bara havt eitt lítið sindur av verulig- ari virðing fyri tí føroyska fólkinum, ja, so stóð hann ikki bara og hótti og rópti sum ein pappageykur: ”Fire år, fire år”. Nei, so fór hann sum ein rættur statsmaður í fólkatingið og helt eina virðiliga røðu fyri fólka- tinginum og tí danska fólk- inum, har hann rósti før- oyingum fyri teirra áræði og vilja til at klára seg sjálvar. Røðan kundi t.d. ljóðað nakað soleiðis: Harra formaður! Nú fer tíðin at nærkast, at Føroya landsstýri kemur higar til Keypmannahavnar at samráðast við okkum um framtíðarstøðu Føroya. Føroyar eru hvørki á Fyn ella Langeland. Hyggja vit í danmarkarkortið, finna vit ikki Føroyar. Føroyar eru ein oyggjabólkur í Norð- uratlantshavinum, og fjar- støðan hiðani úr Keyp- mannahavn til Tórshavnar, sum er høvuðsstaður í Før- oyum, er umleið 1300 km. - Fólk hava búleikast har í kanska 12-1300 ár, og føroyingar eru av írskum og norskum uppruna, sigst, so helst er lítið danskt blóð í æðrunum á hesum fólki. Eisini tosa føroyingar egið mál og hava sína egnu mentan, so vit síggja, at her er talan um eina serstaka tjóð, - eitt land og eitt fólk, sum av røttum hevur allar fyritreytir at kallast ein tjóð. Sum vit øll vita, Harra formaður, so hava vit, danir, havt yvirvaldsrættin yvir Føroyum í umleið 600 ár, men nú ið landsstýrið kemur higar í næstu viku, eru høvuðsørindi teirra at leggja fram fyri stjórnina uppskot um, at teir sjálvir taka yvirvaldsrættin í sín- um egna landi, soleidis at Føroyar gerast ein suve- renur statur. - Væl hava vit í nøkur ár goldið ávísa upp- hædd til Føroyar, sum natúrligt er, tá ið ein hevur yvirvaldsrættin í øðrum landi, tí har ein valdar, skal ein eisini gjalda, men tá ið tað føroyska landsstýrið nú vil greiða hesi viðurskifti sjálvt, er tað alla æru vert. Og her vil eg leggja dent á, Harra formaður, at tað ikki er soleiðis, sum óndar tungur vilja vera við, at landsstýrið vil hava danir at fíggja sítt sjálvstýri. Løg- maður hevur kunnað meg um uppskot landsstýrisins, og har er einki, sum bendir á tað. Heldur er tað beint tvørturímóti. Landsstýrið ætlar eftir rættiliga stuttari tíð at minka ríkisstuðulin niður í einki fyri síðan at fíggja sítt egna sjálvstýri. Tí, sum landsstýrið so skilagott sigur, so avlagar ríkisveitingin í stóran mun tann føroyska búskapin - og tað skilja vit, sum dagliga fáast við politikk, sera væl, at hetta kann hava óhepnar avleiðingar. Sjálvur haldi eg, at upp- skot landsstýrisins er sera skilagott! Hvør vil ikki ráða í sínum egna húsi? Er tað nakað, sum kann vera meira natúrligt og rætt enn tað? Hvat er tað land, sum vil verða stýrt av øðrum ? - Fjarstøðan hiðani og til Moskva er ikki so nógv longri enn fjarstøðan mill- um Tórshavn og Keyp- mannahavn, men hvør av okkum hevði latið sær lyndað, at tað var tað russiska tjóðartingið, sum hevði avgerðarrættin yvir donskum málum, t.d. verju- og fíggjarmálum? - Og eg kundi hugsað mær, Harra formadur, at biðið tey í hesum høga tingi, sum høvdu viljað, at so var, um at rætta hondina upp. (Kvirt í salinum - eingin rættir hondina upp! Ella var ikki ein hond har? Jú, mín sann, haldi eg, at eg sá ein før- oyskan javnaðarmann rætta hondina upp - men hann tekur hana til sín aftur, tá ið hann sær, at eingin annar hevur hondina uppi. Mundi hann skammast? - Ella er yvirhøvur skomm skapt í honum?) Nei, harra formaður, eg haldi ikki, at nakar av okk- um hevði viljað livað undir slíkum umstøðum, og hví skulu vit so rokna við, at onnur vilja gera tað? – Vit, sum hava hug at breggja okkum av, at vit hava hjálpt øðrum tjóðum at fáa sjálv- stýri, t.d. teimum baltisku londunum. Kunnu vit vera so dupulmoralskir, at vit ikki vísa uppskoti føroy- inga alla vælvild? Og hvussu var, tá ið okk- ara egni suverenitetur var í vanda og varð tikin frá okk- um? Hava vit gloymt hin myrka dagin, 9. apr. 1940 - helst hin daprasti í Dan- markar søgu, tá ið fremm- ant hersetingarvald rændi frælsið frá okkum? - Hava vit gloymt, Harra formaður, at tað vóru aðrir, ið vunnu okkum frælsið aftur, og at fremmant blóð mátti flóta? Og hava vit gloymt, at partur føroyinga at veita teimum hersettu londunum frælsið aftur ikki var minni enn so, at hin stóri stats- maðurin, Churchill, ikki læt tað fara aftur við borð- inum, men takkaði í takkar- røðu síni eftir kríggið hesi lítlu tjóðini fyri norðan fyri tað bragd, føroyingar gjørdu, tá ið teir sigldu vandasjógv og settu lívið í váða øll krígsárini, siglandi millum minur og hóttir av bumbuflogførum. Hetta var lívsneyðugt fyri bretar, so teir kundu fáa fisk á borðið hesi truplu ár. Og hava vit gloymt hin dagin, tá ið vit fingu okkara frælsi aftur? - hin mai- dagin í 45, tá ið Mount- gomery generalur sigursæl- ur koyrdi gjøgnum gøturnar her í Keypmannahavn og varð fagnaður vid blómum og gleðisrópum, tí nú var tað dýrasta, sum ein fa- milja, eitt fólk og ein tjóð kann missa, afturvunnið: frælsið! – Ja, Harra for- maður, hava vit gloymt - hava vit gloymt at virðis- meta hetta frælsi, sum varð vunnið okkum aftur, og sum ikki er nakar sjálv- sagdur rættur, men heldur ein dýrgripur, sum vit hava fingið í varðveitslu, og sum enn einaferð kundi verið rændur frá okkum. Og vit, sum bera frælsi og brøðralag í skjøldri okk- ara, hvat kunnu vit annað enn vísa hesari brøðratjóð okkara ta vælvild og tann sóma, hon hevur uppiborið í hesum máli! Takk fyri, Harra formað- ur. VIÐMERKINGAR Pappageykaskról ella álvaratos Eitt av evnunum, sum kunna var um á ráðstevnuni í Aberdeen, var ein sáttmáli, ið er ætlaður til vanligar veitingar innan oljuvinnuna í føroyskum øki Í 1999 tók oljubólkurin hjá Føroya Arbeiðsgev- arafelag stig til, at funn- ið var fram til eina sátt- mála- fyrimynd, ið kundi nýtast til tær van- ligastu veitingarnar í einari komandi olju- vinnu. Orsøkin til hetta stig var, at sáttmálar millum útbjóðarar og veitarar innan oljuvinnuna, bæði eru rúgvusmiklir í vævi og víkja frá vanligum kendum reglum innan keyp og sølu í øðrum vinnugreinum. Eisini kundi staðfestast, at ym- isku oljufeløgini og stóru undirveitarir teirra, brúka ymisk sátt- málasnið. Arbeiðsgevarafelagið metti, at slíkir sáttmálar, og enntá fleiri ymiskar útgávur, kundu gerast tungir fyri smáar før- oyskar fyritøkur. Tí ynskti felagið at fáa eina sáttmálafyrimynd, sum øll oljufeløgini játtaðu at brúka, skrivar Vinnu- húsið. Fyrst í mars Gongd kom ikki á hetta arbeiði fyrr enn olju- feløgini á heysti 2000 funnu saman í ein sam- starvsbólk - tað sum nú eitur FOÍB. Síðani hava umboð fyri oljubólkin hjá Føroya Arbeiðsgev- arafelag og oljufeløgini hittst regluliga á ar- beiðsfundum, og fyrst í mars fekst semja um ein sáttmála. Sáttmálin fæst á heimasíðuni hjá Vinnu- húsinum. Fyribils er hann bert á enskum, men hann kemur so skjótt sum gjørligt í einari føroyskari útgávu, og eisini er ætlanin at geva útgreinandi við- merkingar til einstøku greinirnar. Sáttmálin er ætlaður til tær vanligastu veit- ingarnar í einari kom- andi oljuvinnu, fyri so- kallaðar »Low risk on- shore services« skrivar Vinnuhúsið. Standard sáttmáli í oljuvinnuni TÍÐINDASKRIV Leygardagin 24. mars kl. 15.00 verður tann árliga stórkappingin í rútmiskum fimleiki í ítróttarhøllini í Runavík fyri tey yngru liðini. Kappast verður í tveimum aldursbólkun- um: pinkur smágentur Fimleikafeløgini ið eru við eru: Havnar Fimleikarfelag Fimleikafelagið Ljósið Støkk og Fok. Hjá pinkum eru fýra lið, og smágentum trý lið, sum skulu kappast móti hvørjum øðrum. Pinkur kappast bert í einari seriu, meðan smágentur- nar gera eina fría seriu og eina við amboðum. Í ár hava smágentur ringar sum amboð. Gestaliðini á sýning- ini verða gentu- og kvinnuliðini úr HF og Ljósinum. Í stuttum kann sigast, at dømt verður bæði tøkniligt, har serligur dentur verður lagdur á torleikastøðið, og listar- ligt, har mest verður hugt eftir koreografiini. Byrjað verður kl. 15.00 og kappingarnar verða í hesi raðfylgju: pinkur smágentur frí íðkan smágentur amboð Stórkapping í rútmiskum fimleiki Føroya Tele og ísl- endska telefyritøkan Landssími Íslands hava í nøkur ár havt í umbúnað at leggja ein nýggjan samskift- iskaðal á havbotnin millum Ísland, Føroy- ar og Skotland. Hann er mettur til at kosta upp ímóti 600 mill. kr. Nú verður sam- ráðst við hetlending- ar og oljufeløg um at gera eina felags verk- ætlan. Góðu útlitini fyri oljuvinnu á Atl- antsmótinum seta eisini størri krøv til samskifti SAMSKIFTI Jan Müller Tá Jeff Goddard frá Shet- land Islands Council vitjaði í Føroyum í herfyri vóru ør- indi hansara eisini at um- røða telesamskiftið millum Føroyar og Skotland Het- lendingar arbeiða við eini verkætlan at leggja ein ljósleiðarakaðal millum Hetland, Orknoyggjar og Skotland. -Vit hava í nøkur ár havt samband við Landsimi Ís- lands og Føroya Tele, og eru tí vitandi um, at bæði íslendska telefelagið og Føroya Telé eru í ferð við eina líknandi ætlan at leggja ein fiburoptiskan kaðal millum Ísland, Føroy- ar og Bretland. Vit hyggja tí eftir, um tað ber til at skipa so fyri, at hesar báðar verk- ætlaninar kunnu gagna hvørjari aðrari. Vit hava umrøtt møguleikan fyri heldur at hava eitt felags projekt enn tvey ymisk sig- ur Jeff Goddard, sum í sín- um dagliga arbeiði umsitur pengarnar í fleiri av teim- um stóru íløgugrunnunum í Hetlandi. Jeff Goddard sigur, at tað frá politiskari síðu í Het- landi er púra greitt, at tað er alneyðugt fyri hetlendska samfelagið er at fáa til vega ein munagóðan samskiftis- møguleika úr Hetlandi til meginlandið. Tí hava polit- isku myndugleikarnir gjørt av at nýta nakrar av olju- inntøkunum til at tryggja, at hetlendingar ikki verða eftirbátar í fjarðskiftishøpi. Kannað havbotnin Føroya Telé og íslendska telefyritøkan Landssími Ís- lands hava í nøkur ár havt í umbúnað at leggja ein nýggjan samskiftiskaðal á havbotnin millum Ísland, Føroyar og Skotland. Hann er mettur til at kosta upp ímóti 600 mill. kr. Kann- ingarnar eru longu farnar í gongd og seinasta summar kannaði eitt serútgjørt skip, Commandor Jack, havbotn- in millum Føroyar og Ís- land. Eisini partar av leiðini suðureftir vórðu kannaðir í fjør heyst. Hesar seinnu kanningarnar vóru framdar av oljufelagnum BP sum í ein ávísan mun eisini lut- tekur í ætlanini. Kanning- arnar suðureftir halda áfram í vár. Føroyar og Ísland hava tað í felag at høvuðssam- skiftið við umheimin gongur um Cantat-kaðalin. Bæði londini hava fylgi- sveinasamskifti at taka til, um okkurt er áfatt við Can- tat kaðalinum, men fylgi- sveinaorkan er og verður ein avmarkað og sera dýr loysn, sum ikki í framtíðini kann nøkta tann alsamt vaksandi tørvin á samskift- isorku. Ásannandi at sam- feløgini bæði koma at liggja lamin uttan eitt nøktandi fjarskiftissam- band við umheimin hava feløgini bæði tikið stig til at kanna møguleikan fyri at leggja ein nýggjan kaðal til Evropu. Ætlanin hevur nøkur ár á baki, og var tað undir fyri- reikingunum til kanning- arnar, at samband kom í lag við hetlendsku myndug- leikarnar, sum longu tá høvdu tikið avgerð um, at eisini Hetland skuldi hava ljósleiðarasamband við umheimin fyri ikki at verða eftirbátar. Tað er stóri eftirspurn- ingurin á samskifti millum lond, sum er høvuðsorsøkin til at farið er undir at kanna umrøddu verkætlan. Ver- andi Cantat-kaðal, sum í løtuni er álitið, hevur víst seg at verða ov svikaligur, og orkan hjá Cantat verður sum frálíður ov lítil. Henda óhapp má dúvast uppá fylgisveinasamskifti, og tað er alt ov dýrt í longdini um- framt, at tað nøktar ikki vaksandi eftirspurningin. Krøvini til bæði telefon- og internettænastu koma at vaksa nógv í framtíðini, og haraftrat kemur, at ein komandi oljuvinna á Atlantsmótinum fer eisini at seta sín krøv til samskiftið. Oljuvinnan setir krøv Føroysk-íslendski kaðalin skal eftir ætlanini liggja tætt við verandi oljukeld- urnar Foinaven og Schie- hallion og hetta hevur fing- ið eitt nú oljufelagið BP at vísa honum áhuga. Hugs- andi er at oljufeløgini í framtíðini fara at kunna gera ein størri part av arb- eiðinum á oljufeltinum úr landi. Og tað fer at seta størri krøv til orkuna á eitt nú samskifti. Einaferð í framtíðini kann hugsast, at allur út- búnaðurin í sambandi við oljuframleiðslu fer at liggja á sjálvum havbotninum. Hugsandi er tí eisini, at alt fer at verða fjarstýrt úr landi, og tað setir heilt nýggj krøv til samskiftis- orkuna. Spurningurin er tí, um oljufeløgini vilja vera við í verkætlanini at leggja eina nýggjan samskiftiskaðal á havbotnin. At binda olju- pallarnar og útbúnaðin á havbotninum uppí ein slík- an millumlandakaðal økir nógv um kostnaðin sigur Hjallgrím Hentze, deildar- stjóri á Føroya Tele. BP er við í fyrstu kanningarfas- uni, har teir luttaka við at gera partar av kanningini millum Føroyar og Het- land. Hann sigur, at teir og ís- lendingar hava nú í eina tíð arbeitt við eini ætlan at leggja ein nýggjan kaðal úr Íslandi um Føroyar og til Europa. Har er stytsta leið- in um Ongland. Og her er tað so, at ætlanin at gera líknandi kaðal millum bretsku oyggjarnar og Skot- land kemur inn í myndina. Spurningurin er so nú, hvussu eitt samarbeiði við eitt nú hetlendingar, skotar og oljufeløg kann skrúvast saman: um hvussu man kann fáa nakað burtur úr saman og harvið kanska sleppa bíligari við at fara til Hetlands við kaðalinum heldur enn at fara beinleiðis til Skotlands. Hjallgrim Hentze sigur, at tað í framtíðini er av stór- um týdningi at hava tvey kaðalsambond. Fylgi- sveinaorkan er eisini ov lít- il og kostnaðarmikil. Sum er hevur Føroya Tele havt trupulleikar við orkuni á eykasambandinum um fylgisvein, og krøvini til tað verða størri og størri, tí ser- liga internetorkan veksur so skjótt. -Kunnu vit spara nakað við at brúka hetlendingar og kunnu teir tjena nakað við at brúka okkum, so vil eitt samstarv við hetlend- ingar verða ein skilagóð leið heldur Hjallgrim Hentze, sum eisini vísir á, at møguleikin fyri at leggja báðar ætlaninar saman til eina hevur verið havdur á lofti. Uttan mun til hvussu annars verður farið fram, er gjørt av at Føroya Tele og LandSimi ikki verða teir einastu, sum koma at lut- taka í verkætlanini. Hartil er verkætlanin alt ov kostn- aðarmikil. Eisini kapping- arneytarnir hjá fyritøkun- um báðum í Íslandi og Før- oyum fara at verða bodnar við. Harumframt verða bankar og aðrir áhugaðir eisini bodnir uppí hesa verkætlanina, soleiðis at tað ber til at fíggja hana. Enn eru vit so bara í kann- ingarfasuni. Kanningin av havbotninum millum Ísland og Føroyar er longu gjørd, og leiðin suðureftir verður gjørd nú í ár. Nýggjur sjókaðal fyri 600 mill Hjallgrím Hentze, deildarstjóri hjá Føroya Telé her saman við Jeff Goddard frá Shetlands Islands Council, tá teir umrøddu tørvin á at menna samskiftismøguleikarnar á Atlantsmótinum. Mynd Jan Müller Verandi Cantat-kaðal, sum í løtuni er álitið í samskiftinum, hevur víst seg at verða ov svikaligur, og orkan hjá Cantat verður sum frálíður ov lítil. Henda óhapp má dúvast uppá fylgisveinasamskifti, og tað er alt ov dýrt í longdini umframt at tað nøktar ikki vaksandi eftirspurningin. Her stóru parabolurin hjá Føroya Telé.