mánadagur 21. mai 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
[ Nr. 95 - 21. mai 2007 ]
Jón Rói
spældi
branddyst
Góð tíðindi eru at frætta
undan
landsdystinum
ímóti heimsmeistarunum
úr Italia fyrst í komandi
mánaða.
Jón
Rói
Jacobsen,
sum
áður
hevur verið fastur maður
í
verjupartinum
á
landsliðnum, tykist av
álvara at vera komin í
gongd aftur eftir drúgva
skaðasteðgin.
Hann
leikti allan dystin á høgra
bakki fyri besta liðið hjá
AaB, tá ið teir í um
vikuskiftið vunnu 2-0 á
Esbjerg. Heimasíðan hjá
felagnum
hevur
bert
rósandi orð til Jón Róa.
– Serliga var tað ein
stórspælandi Jón Rói
Jacobsen á høgra bakki,
ið var eyðsýndur. Avgjørt
besta
avrikið
hjá
føroyinginum í AaB-
troyggjuni higartil, skriv-
ar heimasíðan hjá AaB.
Vónandi vinnur góða
avrikið hjá havnarmann-
inum frama hjá venjara-
num, sum hevði sett
hann á høgra bakk ístað-
in fyri Allan Olesen, sum
ikki telist sum ein heilt
fastur maður á liðnum.
AaB er við í stríðnum
um heiðursmerki í super-
liguni.
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
- Uttan mun til hvør fer at hava ábyrgdina, so havi eg eina greiða
fatan av, at KÍ hevur potentiali at spæla upp ímóti øllum
Trýgvi Mortensen, fyribils settur KÍ-venjari
Við einum einsamøll
um máli frá Didier
Drogba eftir 116
minuttum fekk
Chelsea hóast alt ein
góðan enda upp á eitt
kappingarár, har
hvørki Champions
ella Premiera League
steyp kom til høldar
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Cristiano Ronaldo hevur í
ár verið skutin framman
fyri
Didier
Drogban.
Ronaldo var fram um nakr-
an høvuðsmaðurin í meist-
araheitinum, sum Manchest-
er United hesa ferð vann
framman fyri Chelsea, og í
bæði millum spælarar og
fjølmiðlar vann Ronaldo
heitið sum ársins framman
fyri júst Drogba.
Leygardagin slapp ivori-
anski framherjin hjá Chel-
sea tó at svara aftur. Talan
var ikki um nakran framúr-
skarandi fótbóltsdyst, tá
Chelsea og Manchester Uni-
ted spældu finaludyst í FA-
Cup. Til tess vóru taktisku
snaringarnar ov tættar.
Spælarar,
venjarar
og
áskoðarar vóru so smátt
farin at fyrireika seg til
brotsspørk, men við fýra
minuttum eftir av longdu
leiktíðini megnaði Drogba
at seta hol. Við góðum 1-2
samanspæli við Kalou vann
Drogba seg hálvan metur
inn um Rio Ferdinand, og
so fekk hann vippað upp
um Van der Saar, sum
royndi at koma út ímóti.
Soleiðis eydnaðist ikki
hjá Sir Alex Ferguson at
vinna sína fjórðu greipu,
eins og Ryan Giggs heldur
ikki hesa ferð kundi skrivað
seg í søgubøkurnar sum ein-
asti spælarin við fimm FA-
Cup heitum.
Vóru fyrireikaðir
Ikki minst mundi sigurin
kennast søtur hjá Chelsea-
venjaranum, Jose Mourinho,
sum fleiri ferðir hevur fing-
ið at vita, at milliard-dýra
liðið hjá honum ikki hevur
livað upp til vónirnar hetta
kappingarárið.
– Tað kann væl vera, at
fólk halda, at United sat á
dystinum, men eg eri ikki
samdur. Teimum dámar at
vinna við kvikum kontra-
álopum, og tí máttu vit fyrst
og fremst forða fyri, at teir
fingu nakað av slagnum.
Hartil royndu vit støðugt at
hava seks mans aftan fyri
bóltin, so teir ikki fingu
rúm til mótálopini, og í
triðja lagi royndu vit at hava
tveir mans á teirra kantum,
tá hetta læt seg gera, segði
Mourinho um taktikkin, ið
altso eydnaðist til fulnar.
Drogba fekk seinasta orðið
Endiliga bestur. Didier Drogba
gjørdist hetjan, tá hann í
nýggja Wembley skeyt einasta
málið í FA-Cup finaluni móti
Manchester United
Mynd: Polfoto/AP