mánadagur 21. mai 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 95 - 21. mai 2007 ]
Ongar stjørnur til Chelsea
Nevndarformaðurin í Chelsea boðar frá, at felagið ikki fer
at keypa nakað stórt navn til komandi kappingarár.
Tá ið flytingarvindeygað letur upp, er tað vanligt Chelsea,
ið keypir flest leikarar. Soleiðis verður møguliga aftur í ár,
men ongar stjørnur verða keyptar.
- Eingin skal vænta nakra stjørnu til Chelsea. Vit halda
ikki, at tørvur er á tí. Vit fara at leita okkum eftir góðum
leikarum at seta á beinkin, gjarna einar 3-4, sigur nevnd-
arformaðurin í felagnum, Peter Kenyon, við enska BBC.
Claus Bech nærri
uppflytingini
Blackpool, sum hevur føroyska Claus Bech Jørgensen í
hópinum, hevur spælt seg í finaluna um at flyta upp í næstbestu
ensku fótbóltsdeildina. Blackpool spældi leygardagin seinnu
Play Off hálvfinaluna ímóti Oldham, og Blackpool vann dystin
3-1. Blackpool vann eisini fyrru hálvfinaluna, og liðið kom tí
víðari við einum tryggum 5-1 sigri.
Vinnur Blackpool finaluna, flyta teir upp í The Championship,
ið er næstbesta deildin í Onglandi. Mótstøðuliðið í finaluni
verður vinnarin av Nottingham Forest og Yeovil Town.
B36 var nær við at
endurtaka javnleikin
móti botnliðinum.
Men VB/Sumba
megnaði ikki at taka
av, tá møguleikarnir
komu
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Dysturin í Gundadali er ein
av teimum, sum skjótt fer í
gloymibókina.
B36, sum er við í odda-
stríðnum, tók ímóti botn-
proppinum, VB/Sumba, og
fyrstu lítlu løtuna av dysti-
num
var
klassamunurin
sjónligur. Framrættaða B36
-liðið, sum til tíðir líktist
gomlu brasilsku 4-2-4 upp-
stillingini, legði stórt trýst á
fyrstu løtuna, men ætlaða
málskolan varð tó av ong-
um.
Tó at velduga trýstið link-
aði, sum minuttirnir gingu,
so var B36 framvegis om-
aná, og tvær ferðir megn-
aðu teir eisini at koma til
møguleikar. Báðu ferðirnar
slapp Hanus Thorleifsson
leysur í høgru, og báðu ferð-
irnar endaði innleggið fyri
føturnar á Sylla, sum um-
setti til mál. Sylla kundi
enntá skotið reint hattrick,
men linjuverjin metti tó, at
talan var um rangstøðu, tá
ivorianski framherjin var
fyrstur á returi eftir royndi
frá Bergi Midjord.
Eftir steðgin var talan
framvegis um leikliga yvir-
vág til B36, men tað var tó
so sum so við møguleiku-
num. Heldur hevði B36 nú
fótin á koblingini, og tí
gekk nógv fyri seg í tóm-
gongd í bæði álops- og
verjuparti.
Og vóru gestirnir bara
eitt lítið sindur neyvari, so
kastaði hetta mál av sær.
Tvær ferðir varð Jón Kross-
lá Poulsen mest sum púra
blankur, og ta einu ferðina
stútaðu gestirnir á stólpan,
tá markeringarnar hjá vertu-
num vóru alt annað enn
neyvar.
Talan kundi verið um end-
urtøku frá í fjør, tá B36
misti stig á heimavølli móti
júst VB/Sumba, hóast spæl-
býtið í sjálvum sær ikki
borgaði fyri hesum.
Árstalsfelagið slapp tó
við skrekkinum, og ivaleyst
vóru tað eisini stigini, sum
taldu mest, tá dómarin
hevði blást seinastu ferð-
ina.
Trý stig og ein frálíkur
summardagur
vóru
tað,
sum
heimaáskoðararnir
fegnaðust um, meðan VB /
Sumba enn eina ferð mátti
stigaleyst av vøllinum. Enn
er kanska ikki alt tapt, men
útidysturin móti AB kom-
andi umfarið verður helst
løtan, har suðuroyingar fáa
at vita, hvørt teir kanska
hava lið í bestu deildini í
Óttaðist
endurtøku
Alex José dos Santos var
sjálvandi nøgdur um tey
trý stigini, sum B36 vann
sunnudagin. Men hann
var langt ífrá nøgdur um
spælið, sum hann og
liðfelagarnir
sýndu
í
seinna hálvleiki.
- Vit seta ferðina alt ov
langt niður, og tað kundi
væl kostað okkum dyst-
in. Teir sleppa jú fram til
fleiri stórar møguleikar
eftir steðgin, uttan at vit
nakran tíð megna at lyfta
liðið aftur.
Óttaðist tú fyri, at 2-2
javnleikurin móti júst
VB/Sumba frá í fjør
skuldi endurtaka seg?
- Ja, tað gjørdi eg.
Tíbetur megnaðu vit at
halda fast um tey trý stig-
ini. Tað var tað týdningar-
mesta. Men hetta var ein
kraftig áminning um, at
ein fótbóltsdystur skal
spælast í 90 muinuttir,
helt bakkurin hjá B36.
-mørk
Botnliðini fara skeiva
vegin, og toppurin
leggur sjógv millum
seg og tey, ið royna at
renna aftaná
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Mest óvæntaða úrslitið hesa
ferð var, at tað enn eina ferð
eydnaðist GÍ at vinna øll
stigini ímóti HB. Hetta var
aðru ferð í ár, at HB ikki
fekk nakað burturúr, tá ið
GÍ var mótstøðuliðið. GÍ
heimasigurin var tann fyrsti
í næstan eitt ár.
At FM favorittarnir úr
HB ikki megna at fáa úr-
tøku, ber beinanvegin iva-
spurningar við sær. Hóast
teir vóru rættiliga skerdir,
so eydnaðist tað teimum í
oddaliðnum EB/Streymi at
vinna øll stigini á Argjum.
Harvið er munurin frá EB/
Streymi og aftur til HB á
fjórða plássi øktur til sjey
stig. Tað kann tykjast av
nógvum, men sammett við
gloppið, sum í fjør heyst
var ímillum somuk lið, so
er hetta fyri einki at rokna.
Toppurin
Tey trý fremstu fingu fult.
EB/Streymur og NSÍ á úti-
vølli ímóti ávikavíst AB og
Skála, og B36 á heimavølli
ímóti VB/Sumba.
Felags fyri allar tríggjar
sigrarnar hjá toppliðunum
var tað, at avrikini ikki vóru
so sannførandi, at tað væl
ber til at siga, at tað fram-
vegis er soleiðis, at øll hava
møguleika at vinna stig
ímóti øllum. Besta dømið
um hetta var í Gundadali,
har B36 syfti botnliðið VB/
Sumba 2-0. Men tað var
kortini soleiðis, at gestirnir
úr Suðuroy høvdu møgu-
leikar at skjóta fleiri mál.
NSÍ
og
EB/Streymur
skulu
2.
hvítusunnudag
spæla á heimavølli ímóti
ávikavíst B71 og GÍ. B36
skal leygardagin – hvítu-
sunnuaftan - spæla í Klaks-
vík.
Botnurin
Stigatalvan boðar eftir 10.
umfar frá, at nú kappingin
er gott og væl ein triðing
gomul, eru VB/Sumba og
AB ikki frítt avbyrgd á
plássunum, sum eftir kapp-
ingarlok bera niðurflyting
við sær.
Hóast støðan sær hættislig
út, so hava hvørki teir í AB
ella teir í VB/Sumba enn
mist vónina um, at tað skal
bera til at venda gongdini.
Úrslitini í 10. umfari boða
ikki frá, at botnliðini hava
slept endanum – so langt í
frá.
Hjá AB eru tað seks stig
fram til bjargingarplássið,
sum KÍ nú verjir, og hjá
VB/Sumba er vegurin at
ganga átta stig. At AB hig-
artil hevur fylgt væl við,
sæst aftur á málmuninum.
Hóast AB hevur tapt sjey
ferðir, bara vunnið eina ferð
og tvær ferðir verið partur
av javnleiki, so er málmun-
urin ikki verri enn 10 mál í
minus.
2. hvítusunnudag verður
sonn botnuppgerð, tá ið VB
/Sumba fer at vitja á Argj-
um. Tá ið AB í fyrsta umfari
var á Vágseiði, vann heima-
liðið 1-0.
Miðjan
Eftir tapið í Sarpugerði er
HB fýra stig og í hvussu so
er tvey umfør frá bronsu-
plássinum. Higartil hevur
verið roknað við, at meistar-
arnir fara at vera við í heið-
ursmerkjastríðnum.
Men
higartil hevur HB altso ikki
sýnt neyðuga støðufestið.
GÍ leyp bukk upp um
bæði B71 og Skála. Seks
stig burturúr tveimum teim-
um seinastu umførunum
bera við sær, at GÍ hevur
lyft seg upp í fremra partin
av kappingini. Um tað 2.
hvítusunnudag fer at eydn-
ast gøtumonnum at vinna í
Streymnesi, fer at síggja
heilt gott út hjá teimum.
Skálamenn, sum 2. hvítu-
sunnudag skulu í Gundadal
at vitja HB, siga seg fram-
vegis fyrst og fremst hugsað
um at sleppa heilt undan
hóttanini úr botninum. Tá
ið teir gera tað, eigur hetta
eisini at vera tema bæði í
Klaksvík og á Sandi. Um
AB fær fult ímóti VB/
Sumba, og um KÍ einki fær
burturúr á heimavølli ímóti
B36, og B71 einki fær burt-
ur úr í Runavík, so verður
neyðugt
at
endurskoða,
hvar markið millum botn
og miðju fer at ganga.
Kappingin gongur í trimum
B36-VB/Sumba 2-0 (2-0):
Ókeypis verjumistøk
VB/Sumba
B36
Langt var millum
tøttu nærdystirnar
í Gundadali, men
her eydnaðist tað
so myndamanni
num at fanga
ein av slagnum
mllum Fróða
Benjaminsen og
Suna úr Hørg
Mynd: Jens Kristian
Vang