mánadagur 21. mai 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
[ Nr. 95 - 21. mai 2007 ]
– Ikki
ætlanin
– Hatta var ikki ordiliga
ætlanin. Vit koma aftur
um nokkso tíðliga. Tað
ger tað bæði tungt og
strævið hjá okkum, og
vit koma ongantíð rætti
liga í gongd aftur, sigur
Hans á Lag, sum skor
aði seinna málið hjá
HB í gjár.
Hann
heldur,
at
orsøkin til tapið fyri GÍ
helst var, at gøtumenn
vildu nakað væl meiri
enn HB, og eisini vóru
tað grammari.
Somuleiðis
vísti
Hans á Lag á, at tætta
leikskráin seinastu tíð
ina, er rættiliga krevj
andi.
– Hetta er okkara
triði dystur innan seks
dagar, so vit eru nokkso
troyttir nú, segði Hans
á Lag eftir dystin.
– Vunnu
miðvøllin
Áslakur Petersen er væl
nøgdur
við
avrikið,
sum hann og hansara
liðfelagar sýntu í gjár.
– Hatta var eitt gott
avrik, har vit allir
arbeiddu væl. Vit vunnu
miðvøllin haldi eg, og
tí kunnu vit spæla meiri
og betur enn teir, stað
festi Áslakur, tá vit
hittu hann eftir dystin.
Hann dylur ikki yvir,
at góða byrjanin upp á
dystin
eisini
hjálpti
teimum seinni.
– Tað fær teir niður
við høvdinum og okk
um upp, vísir Áslakur
Petersen á.
GÍ hevur nú vunnið
tveir sigrar og rað, og
hevur hálað seg uppeftir
stigatalvuni. Tí er lagið
í Gøtu gott.
– Ja, nú eru vit á veg
uppeftir, so hini liðini
mugu til at ansa sær,
sigur Áslakur Petersen
smílandi.
Lyngby heldur kósina
Hóast mótstøðuliðið skoraði trý mál, so eydn
aðist tað Lyngby at vinna dystin ímóti Sønder
jydskE um vikuskiftið. Oddaliðið í 1. deild,
har Christian Lamhauge Holst spælir við, var
á útivølli og var á odda bæði 2 1 og 31, men
tá ið sjey minuttir vóru eftir at spæla, var støð
an 33. Kim Aabech, sum hevði skorað tey
bæði fyrstu málini hjá Lyngby, gjørdist dag
sins maður, tá ið hann eisini skoraði til 43, og
harvið tryggjaði Lyngby øll trý stigini í dysti
num.
Porto vann meistaraheitið
Á seinasta leikdegnum í portugisiski fótbóltskappingini
tryggjaði Porto sær gullkrónurnar. Sporting Lissabon
og Benfica hava givið meistarunum í Porto ein skarpan
gang í kappingini, men í gjár fall avgerðin. Porto skuldi
vinna dystin ímóti Aves á heimavølli, og tað kláraði
felagið væl og virðiliga. Úrslitið gjørdist 41. So hjálpti
tað lítið, at nærmastu kappingarneytarnir eisini vunnu.
Hetta er 22. ferðin, at Porto vinnur meistarskapið
Fyri fyrstu ferð í
nærum eitt ár eydn
aðist tað GÍ at vinna í
Sarpugerði. Mótstøðu
liðið var HB, og hesir
vóru settir uppá pláss
av nøkrum ógvuliga
sterkum og uppsett
um gøtumonnum
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Tað var í tíggjunda leikum
fari í fjør, at GÍ vann í
Sarpugerði seinast. Dagurin
var 28. mai, mótstøðuliðið
var VB/Sumba og úrslitið
var 20 til GÍ. Síðani hava
dystirnir á heimavølli verið
eina oyðimarkargongd av
javnleikum og tapum. Í ár
hevur verið heilt galið á
heimavølli, har teir hava
tapt allar fýra dystirnar.
Men eftir 357 dagar eydn
aðist tað umsíðir aftur hjá
GÍ at skjóta fleiri mál enn
mótstøðuliðið. Tríggjar ferð
ir blaktraðu meskarnir hand
an Macin Dawid, meðan
Geza Turi tvær ferðir noydd
ist at taka bóltin úr sínum
máli. Men í Gøtu fegnast
tey um, at tey eiga pappírini
upp á ungarska málverjan.
Eftir teirra tykki er eingi ivi
um, at hann er besti mál
verjin í Føroyum, og í gjár
gav hann eisini fleiri dømir
um, hví tey eru av hesi fat
an. Millum annað bjargaði
hann brotssparkinum frá
Rógva Jacobsen.
Gøtumenn høvdu gjørt
heimaarbeiði, lisið og upp á
og vóru fyrireikaðir til upp
gávuna, og tað sást. Teir
vóru uppsettir, teir vildu
vinna og tað gekk útyvir
HB, sum annars veruliga
hevur bitið frá sær teir báð
ar seinastu dystirnar.
GÍ góða byrjan
Tá hálvur tími var spældur,
høvdu gøtumenn skorað
tvær ferðir. Yvirhøvur ikki
tað, sum HB hevði ætlað,
men frálíkt útgangsstøði
hjá GÍ til seinasta tíman av
dystinum.
Tað vóru teir báðir Sverri
Jacobsen og Poul Ennigarð,
sum høvdu syrgt fyri leiðsl
uni, tá teir innanfyri tíggju
minuttir høvdu skorað hvør
sítt mál. Hálvleiksstøðan
gjørdist eisini 20, men at
siga, at Sverri Jacobsen og
Poul Ennigarð vóru menn
inir aftanfyri hesa, er bara
hálvur sannleikin. Geza
Turi í málinum hjá GÍ hevði
fleiri frálíkar bjargingar, og
syrgdi hann fyri, at HB
ararnir fóru málleysir til
hálvleiks.
Tíðliga í seinna hálvleiki
eydnaðist tað tó hjá HB at
fáa bóltin í netið. Christian
Høgni Jacobsen minkaði
um munin bara tveir minutt
ir eftir steðgin. Gøtumenn
fullu tó ikki í fátt av hesum,
men brutu upp ermar og
arbeiddu hart og væl víðari.
Teir stóðu væl á vøllinum
og tóktust ivaleysir í sínum
avgerðum. GÍ hevði eisini
takið á miðvøllinum, og tað
kom týðuliga til sjóndar, tá
HB royndi at byggja álop
upp.
Sum oftast varð miðvøll
urin lopin um, og tí bleiv
tað til langar bóltar frá Ras
mus Nolsøe niðan álopið.
Hetta var bara ikki rætta
vápnið móti Atla Gregersen
og Niclas Niclasen.
GÍ gjørdi tað eitt sindur
øðrvísi, tá teir fóru í álop.
Álopini vóru tó ikki so
nógv í tali, men tað var
effektivt, tá Áslakkur Peter
sen og Tomasz Saidac
spældu ígjøgnum verjuna.
Tomasz legði bóltin móti
handaru stong, har Pól
Jóhannus Justinussen var
komin framvið, og við ein
um frálíkum stútara skoraði
hann triðja dystin á rað.
Hetta málið avgjørdi í
roynd og veru dystin, hóast
tað enn var meiri enn hálvur
tími eftir at spæla.
Útvísing og brent
brotsspark
GÍ hevði nú fullkomiliga
tamarhald á støðuni, meðan
einki riggaði hjá HB. Stað
festing av hesum kom, tá
HB fyrst fekk mann vístan
av vøllinum og løtu seinni
brendi brotsspark.
Tað var Milan Kuljic,
sum sló ein GÍara og varð
vístur av vøllinum. Og tað
var Christian Høgni Jacob
sen, sum ikki kláraði at
standa á beininum, tá hann
rann um kapp við ein verju
leikara og fekk brotsspark,
sum Rógvi Jacobsen tók
sær av og Geza Turi bjarg
aði.
Í tíðini, sum var løgd aftr
at, eydnaðist tað Hans á
Lag at beina eitt horna
sparksinnlegg frá TórIngar
Akselsen í netið, soleiðis at
dysturin endaði 32 til GÍ.
Fyrsti sigurin á heimavølli
í næstan eitt ár hjá GÍ. Teir
hava nú yvirhálað bæði B71
og Skála og liggja fýra stig
aftanfyri dagsins mótstøðu
lið, HB. HB, sum annars
bara hevur tapt tríggjar ferð
ir í ár, liggur nú fýra stig frá
heiðursmerkjaplássum.
Næsta uppgávan hjá GÍ
verður móti oddaliðnum og
EB/Streymi. Í hesum sam
bandi er vert at hefta seg
við útivallarúrslitini hjá GÍ,
sum hava givið teimum til
samans 11 stig, sum bara
B36 og EB/Streymur hava
megnað betur. Tey bæði lið
ini hava vunnið sær 12 stig
á útivølli í ár.
GÍ – HB 3-2 (2-0):
Fyrsti heimasigur í 357 dagar
HB
GÍ
Hóast HB móti dystarenda fekk pyntað um úrslitið, so var eingin ivi um, at Geza Turi var stóri maðurin, tá GÍ vann fyrsta
heimasigurin í 358 dagar