mánadagur 21. mai 2007síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
[ Nr. 95 - 21. mai 2007 ]
Todi aftur á vøllinum
Todi Jónsson var aftur at síggja á vøllinum um
vikuskiftið. Fremad Amager spældi ímóti Fredercia,
og tað gekk einki serligt hjá teimum á Amager.
Dysturin endaði við 3-0 tapi. Andrew av Fløtum og
Jónas Tór Næs byrjaðu á vøllinum, og miðskeiðis í
seinna hálvleiki kom Todi inn. Hann var skiftur inn
fyri Andrew. Men tað eydnaðist ikki Toda at gera
mál í sínum fyrsta dysti fyri Fremad Amager. Nú tað
eru seks umfør eftir at spæla, liggur Fremad Amager
beint omanfyri niðurflytingarstrikuna.
Mourinho reypar um taktikkin
Venjarin hjá Chelsea, Jose Mourinho, sigur eftir FA Cup
finaluna ímóti Manchester United, at hansara lið hevði rætta
taktikkin.
- Fólk halda, at United er eitt lið, sum dominerar dystir,
men eg eri ósamdur. Teir sláa til við kontraálopum, og tí máttu
vit syrgja fyri, at teir ikki fingu møguleika til hetta. Tað er
umráðandi at hava seks mans aftanfyri bóltin, tá ið vit missa
hann, og so skalt tú lata tveir spælarar dekka teirra veingir, sigur
Mourinho um sín taktikk í finaluni, sum Chelsea vann 1-0.
B71 megnaði ikki at
vinna á heimavølli, og
júst sum ímóti sand-
oyingum í Klaksvík,
so megnaði KÍ ikki at
halda tørn, eftir at
teir høvdu lagt seg á
odda við tveimum
málum
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
9. apríl var B71 í Klaksvík
og dystaðist við KÍ. Talan
var um landskappingardyst
í 3. umfari. Úrslitið var 3-
3 eftir, at heimaliðið hevði
verið á odda 2-0, og eftir at
B71 hevði verið frammanfyri
3-2!
Í dýrdarveðrinum í gjár
var KÍ á Sandi. Talan var
um landskappingardyst í 10.
umfari. Úrslitið var 3-3, eftir
at KÍ hevði verið á odda 2-0,
og eftir at B71 hevði verið
frammanfyri 3-2!
Søgan endurtók seg altso.
Eisini tá ið tað ræður um
úrtøkuna hjá B71 á heima-
vølli, var talan um endurtøku.
Hetta var fimta ferðin í
hesum kappingarárinum, at
B71 átti heimavøll í lands-
kappingini, og hetta var
fimta ferðin, at sandoyingar
fóru av vøllinum uttan at
hava vunnið fulla úrtøku.
B71 eigur ungt lið, sum er
í støðugari menning. Fótbólts-
fatanin er góð og positiv, og
viljin at geva seg er góður.
Eftir leingi at hava hugs-
að lítið um at varðveita
bóltin og at royna at spæla
seg til møguleikar uttan
skjótt at sparka langt fram
til álopsspælararnar, vóru
tað bæði hósdagin í steypa-
dystinum og aftur á Sandi
ábendingar um, at KÍ liðið
ætlar og roynir heldur at
spæla enn at sparka fótbólt.
Alt hetta vóru fyritreytir
fyri undirhaldandi løtu,
sum var krydrað við hópin
av spentum støðum í báðum
brotsteigunum og ikki færri
enn seks málum. Tí er einki
at siga til, at áskoðararnir
ikki keddu seg eina løtu.
Kortslutningar
KÍ legði sera bragdliga fyri.
Sekundvísarin hevði bara
verið fimm ferðir runt, tá
ið bólturin longu hevði ver-
ið tvær ferðir í málinum
aftanfyri Símun Rógva
Hansen. Í fyrra førinum
var tað KÍ toppskjúttin Paul
Clapson, sum við krúllin-
um stýrdi bóltin í mál eftir
hornasparksinnlegg, og í
seinna førinum var tað lið-
formaðurin Heðin á Lakjuni,
sum við fínum skoti av brots-
teigarmarkinum í vinstru økti
um leiðsluna.
Harvið tóktist lunnar
vera lagdir undir totala KÍ
endurreisn. Klaksvíkingar,
sum aftur hesa ferð høvdu
John Hammer á sentrala mið-
vøllinum fyri skadda Kristian
á Lakjuni, vóru spælstýrandi
fyrstu løtuna, og um teir
høvdu havt hepnið við sær,
so kundu teir havt økt um
munin.
Men soleiðis tørnaði tað
ikki út. Heimamenninir
fótaðu sær, og bólttryggu
miðvallararnir og álopsspæl-
ararnir tóku sær betri partar
fyri. Wellington Soares,
Eli Hentze, Flavio og teir í
fremstu røð vístu hugflog og
tyngd, tá ið teir kontraðu, og
tað var skjótt, at Flavio eftir
fríspæling frá Eli Hentze
hevði minkað um munin,
og harvið var intensitetur
og spenningur komin aftur í
uppgerðina.
B71 hevði møguleikan
undan steðginum at javna.
Dómarin bríkslaði fyri brots-
sparki, tí Clayton Soares varð
feldur. Eli Hentze, sum so
mangan hevur verið tryggur
úr ellivu metrum, royndi
at umseta, men Meinhard
Joensen, sum ofta hevur
víst seg serliga stinnan í júst
hesum støðunum, tveitti seg
rætta vegin og bjargaði.
Símun í støtinum
Trý mál, misnýttir møguleikar
og misnýtt brotsspark. Tað
kundi næstan ikki gerast eins
spennandi eftir steðgin, men
2. hálvleikur yvirtrumfaði
fyrra umfarið.
Serliga var tað í vinstru,
at B71 álopini skolaðu
ígjøgnum, og Símun Hansen
var sentralur í nógvum. Hann
breyt fleiri ferðir ígjøgnum
og legði innfyri, uttan at nak-
að spurdist burturúr, og tvær
ferðir var hann skarprættari.
Í fyrra førinum, tá ið hann
javnaði til 2-2, var talan um
verjukiks, áðrenn hann lyfti
upp um KÍ málverjan, og í
seinna førinum minti tað um
Drogba málið leygardagin.
Klaksvíkingar
mentu
seg, og tað mundi vera lætti
hjá teimum, tá ið Símun
Hansen var noyddur at taka
seg aftur. Erling Fles syrgdi
fyri, at søgan úr Klaksvík í
3. umfari varð endurtikin.
Kristoffur Jacobsen, sum
tíðliga í 1. hálvleiki var
komin á vøllin fyri skadda
Paul Clapson, royndi ímóti
málinum, og Erling Fles var
fyrstur á returinum frá B71
málverjanum.
B71 hevði í síðstu løtu
fleiri hornaspørk, men teir
megnaðu ikki at skjóta sig-
ursmálið. Harvið var søgan
staðfest, sum sigur, at B71
higartil í ár ikki hevur vunnið
á heimavølli.
B71-KÍ 3-3 (1-2):
Sama
søgan á
Sandi
KÍ
B71
Fyri aðru ferð í ár spældu B71
og KÍ 3-3 javnleik. Og eins
og í Klaksvík var B71 á odda,
eftir at KÍ hevði sjokkbyrjað
við tveimum málum
savnsmynd
KÍ nýtist ikki at
ræðast nakran
Fyribilssetti KÍ venjarin,
Trygvi Mortensen, sigur
seg væl kunna liva við
javnleikinum:
- Her var nógv upp og
niður. B71 er eitt gott lið,
og teir fótaðu sær væl eftir
okkara góðu byrjan. Okkara
spælarar skulu eiga rós fyri,
at teir megnaðu at koma fyri
seg aftur, eftir at B71 var
farið framum 3-2.
Sást tú nógv til kreppuna,
sum tað hevur verið tosað
so nógv um í Klaksvík?
-
Hugburðurin
var
fínur, spælararnir tordu
at hava bóltin og at bjóða
seg til, og sammett við í
steypadystinum hósdagin,
so megnaðu teir hesa
ferð at flyta spælið fram
á fremsta triðingin og at
varðveita bóltin.
Verður tú venjari leygar
dagin, tá ið B36 fer at vitja
í Klaksvík?
- Tað hava vit ikki tos-
að um. Hetta var fyribils
loysn. Men uttan mun til
hvør fer at hava ábyrgdina,
so havi eg eina greiða fatan
av, at KÍ hevur potentiali at
spæla upp ímóti øllum. Vit
saknaðu Paul Clapson, sum
tíðliga noyddist at gevast,
men Kristoffur Jacobsen
skal hava rós fyri, at hann
stóð seg so væl, sigur
Trygvi Mortensen, sum á
Sandi var KÍ venjari.
Moralurin í toppi
B71 veteranurin Eli Hentze
heldur, at sandoyingar
væl kunnu liva við einum
stigi ímóti KÍ, hóast hann
sjálvandi iðrar seg um, at
tað ikki eydnaðist at halda
tørn um 3-2 leiðsluna:
- Hetta var ein sovorðin
dystur, har bæði liðini fleiri
ferðir megnaðu at koma
afturíaftur. Tað undirstrikar,
at moralurin er í lagi, og tað
er altíð gott. Hetta var uttan
sammeting mest undirhald-
andi uppgerðin, sum vit hava
verið partur av higartil í ár,
sigur Eli Hentze, sum rósar
Símuni Hansen, ið skoraði
tvey av B71 málunum, fyri
fínt avrik.
- Um eina viku skulu
vit spæla í Runavík. Hóast
vit eru uppflytarar, og
teir stíðast í toppinum, so
haldi eg avgjørt, at tað er
møguleiki hjá okkum at
vinna stig.