mánadagur 21. mai 2007síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
[ Nr. 95 - 21. mai 2007 ]
Ein góð kensla
Liðskiparin hjá NSÍ, Óli Hansen, duldi ikki fyri, at hjá
teimum var sigurin sunnudagin mest sum altavgeran
di.
Tað er ein góð kensla, tá vit fara av Skála við trim
um stigum. Bæði heima og úti hava vit altíð sera truplar
dystir móti Skála, so vit eru sera fegnir um stigini.
Sum stigatalvan var, so var eisini stórt trýst á tykkum.
Kendu tit hetta undan dystinum?
Tað kanst tú gott siga. Taptu vit, so vildu vit mist
sambandið við oddin, eins og Skála tá veruliga hevði
fingið tak á okkum. Hinvegin merkir sigurin, at vit
framhaldandi hava samband við oddin. Og so er tað til
at liva við, at spælið eftir steðgin ikki var nóg gott. Tá
loyva vit Skála ov langt niðan á vøllin at spæla, og tað
kundi væl havt kostað okkum sigurin, heldur Óli.
Spurdur, hvørt NSÍ nú veruliga leggur seg eftir odd
inum, vil Óli tó ikki staðfesta nakað sum helst.
Beint nú er næsti dysturin – móti B71 – tann týdn
ingarmesti. Fleiri halda kanska, at tað eigur at vera ein
dystur, har vit vinna trý stig. Men eg haldi kortini, at
sandoyingarnir hava ávarað so ofta, at tað er neyvan
eitt gott hugskot at undirmeta teir.
Málini vanta
Fyri fyrstu ferð í seks umfør noyddist Skála av vøllinum
uttan stig. Og sum vera man, so hóvaði hetta ikki spæla
runum nakað serligt.
Sjálvandi ikki. Vit hava havt góð úrslit nú í fleiri
umfør, og so er tað einki stuttligt at tapa við einum
máli. Serstakliga, tá talan er um dyst móti grannunum,
sigur Arnhold Berg.
Og hann fær ikki annað enn iðra seg um, at Skála ikki
gagnnýtti seinna hálvleik betri.
Vit sótu á øllum eftir steðgin. Tað einasta, sum restaði,
var at vit skoraðu, men tað megnaðu vit so ikki hesa
ferð. So har hava vit í øllum førum nakað at arbeiða
við.
Men hóast tapið, so ivast Arnhold ikki í, at liðið fer at
reisa seg aftur. Og hann slær fast, at sjálvsálitið í hópin
um er nakað væl sterkari nú, enn tað var eftir fyrstu
fýra umførini.
Enn hava vit 17 dystir eftir. Megna vit at halda fast
um góða rákið, sum hevur verið, so beri eg ongan ótta
fyri, at vit ikki skulu klintra longur upp á talvuni. Í so
máta er bert at koyra á, sigur Arnhold.
ÍF hevði fund um framtíðina
Fríggjakvøldið
skipaði
ÍF
fyri
pallborðsfundi
í
Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Yvirskriftin fyri fundinum
var "Hvat vilja vit við ÍF fótbólti?". Fimm mans vóru í
pallborðinum, sum hevði stuttar framløgur og svaraði
spurningum frá teimum sløku 50 fólkunum á fundinum. Í
pallborðinum vóru John Petersen, Jón Simonsen, Sølvi
Reinert Hansen, Eyðun Klakstein og Rógvi Róin. Á
fundinum varð tosað um fótbóltsvenjing, kringumstøður og
møguligt samstarv ella samanlegging við onnur feløg.
Fundarfólkið var positivt sinnað mótvegis øktum samstarvi
við grannafeløgini.
Hargreaves til
Manchester United
Um vikuskiftið skrivaðiu fleiri týsk bløð, at miðvallarovastin
hjá Bayern München, Owen Hargreaves, var seldur til
Manchester United. Í gjár váttaði ovastin í Bayern München,
Franz Beckenbauer, fyri sjónvarpsrásini DSF, at Hargreaves
er seldur. Hvat felag hann er seldur til, sigur hann einki um,
men eftir øllum at døma er tað til Manchester United.
Týsk bløð siga seg vita, at Manchester United hevur goldið
185 mió. kr. fyri enska landsliðsleikaran, sum nú fær eina
munandi hægri løn frá ensku meistarunum.
Hóast teir leingi vóru
illa kroystir, so eyd
naðist teimum í NSÍ í
intensivari granna
uppgerð at halda tørn
um leiðsluna, sum
Hjalgrím Elttør tíðli
ga syrgdi fyri
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
So er tað aftur gerandisdagur
á Skála. Leikliga avrikið
var framvegis undirstriking
av, at John Petersen hevur
tikið um stýrisvølin. Men
úrtøkan var ikki, sum hon
hevur verið seinastu seks
ferðirnar, tá ið Skála altíð
hevur havt okkurt við sær
av vøllinum.
Bygdarstevna og steyp
vóru á skránni. Hjá Skála
og NSÍ snúði tað seg fyrst
og fremst og bara um stig
ini. Í tí kappingini endaði
NSÍ omaná. Avgerandi fyri,
at øll stigini fóru til Runa
víkar, var málið, sum Hjal
grím Elttør var meistari
fyri, tá ið rúmliga tíggju
minuttir vóru farnir.
Hjalgrím, sum í løtum
var rættuliga eyðsýndur,
fekk bóltin eitt sindur aftan
fyri miðstrikuna og mitt á.
Hann setti ferð á, sneiddi
framvið fleiri, nýtti Boga
Løkin sum millumstøð í
eitt tvey samanspæli, og var
tryggur, tá ið hann gjørdist
leysur mitt fyri og dygst røt
tu megin rangstøðumarkið.
Góða løtan
Fyrra umfarið var fótbólts
spælið rudduligari og meiri
samanhangandi, enn tað var
tað eftir steðgin. Báðir part
ar royndu at samanspæla.
Flytingarnar vóru nógvar,
og báðir partar flutt fleiri
spælarar fram á vøllin, tá ið
teir fóru í álop.
Levi Hanssen var sera
eyðsýndur á Skála miðvøll
inum, og Obi arbeiddi nógv
í Skála álopinum. Obi var
fleiri ferðir nær við og næst
an, men hann tykist ikki
hava marginalarnar í sínum
parti.
Á NSÍ miðvøllinum var
fyrrverandi Skála spælarin,
Nenad Stankovic, meiri eyð
sýndur, enn hann hevur ver
ið tað fyrr í ár. Hjalgrím
Elttør hevði í løtum týdn
ingarmikil rykk, og tað var
eftir
eitt
sovorðið,
at
einsamalla málið kom, sum
bar við sær, at øll stigini
endaðu í Runavík.
Órudduliga løtan
Sum 1. hálvleikur leið og
mest sum alt seinna umfarið
var tað Skála, sum legði
NSÍ undir trýst. Kanska eisi
ni tí at NSÍ gav stóran part
av vøllinum til heimaliðið
at spæla á.
Tað nógva gekk fyri seg á
NSÍ hálvuni, og fleiri ferðir
var nær við og næstan í
brotsteiginum frammanfyri
Jens Martin Knudsen, har
NSÍ liðformaðurin, Óli Han
sen, aftur hesa ferð var ófør
ur stýrimaður.
2. hálvleikur var eyðkend
ur av nógvum ov lítið neyv
um sendingum, og harvið
gjørdist talan – lokaluppgerð
so líkt um nógvar nærdyst
ir, sum spælararnir løgdu
seg í av fullu huga og orku.
Talan var kortini ongantíð
um ringan hýr. Ikki minst tí
Lars Müller kom stak væl
frá uppgávuni sum 23. mað
ur á vøllinum.
Besta møguleikan at gera
mál fekk Obi eftir langa
framlegging, men tá ið
hann eitt sindur úr vinstru
var komin inn um verjuna
og royndi seg, var skotið ull
int og forkølað, og Jens
Martin hevði ikki stórvegis
trupulleikar.
Hugflogið og neyvleikin
hjá Skála í royndunum at
spæla seg ígjøgnum NSÍ
verjuna vóru ikki nóg stór.
Tað var ein av orsøkunum
til, at møguleikarnir vóru
so fáir. Kanska sótu teir
120
steypaminuttirnir
í
Klaksvík í kroppinum, men
tað var kortini ilt at síggja
nakað til tað.
Í síðstu løtu var bólturin
á veg í NSÍ málið, eftir
roynd
frá
Slavisa
Kaplanovic,
men
Óli
Hansen sópaði burtur bara
ein
hálvan
metur
frá
mállinjuni.
NSÍ var vandamikið í
onkrum mótálopi. Serliga
tá ið teir tvær ferðir fingu
fríspark í góðum støðum
uttanvert Skála brotsteigin.
Men Hans Jørgensen í Ská
la málinum var aftur hesa
ferð sera stinnur.
Skála-NSÍ 0-1 (0-1):
Aftur gerandisdagur á Skála
Við sigrinum á Skála helt NSÍ fast í oddinum, har teir saman við EB/Streymi og B36 tykjast hava
hug at renna undan restini
Mynd: Einslistir
Skála
NSÍ