Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-21, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. mai 2007síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 [ Nr. 95 - 21. mai 2007 ] Erla fingið sáttmála í Danmark Erla Eliasen, sum í vet­ ur hevur vart málið á besta kvinnuliðnum hjá Neistanum, fer komandi tvey árini at spæla við danska Team Sindal­ Taars. Erla var eitt skifti í starvsvenjing hjá danska liðnum, og tað var her, at venjararnir av álvara løgdu merki til góðu evnini hjá blað­ unga málverjanum, sum eisini er partur av føroyska kvinnulands­ liðnum. Team Sindal­Taars spælir í donsku 2. deild. -mørk ÍSB-svimj­ar- ar til Berlin 24. ­ 28. mai verður ein av størstu kappingunum í svimjing fyri brekað. Hendan eitur Internatio­ nal German Swimming Championships og verð­ ur hildin í Berlin í Týsk­ landi. Kappingin er um týska meistaraskapið, men altjóða luttøka er eisini á skránni. Svimj­ arar við breki koma úr øllum heiminum til Týsklands at kappast ímóti øðrum javnlíkum Føroyar eru eisini við í hesi stóru kapping. Okkara svimjarar eru: Heidi Andreasen, Ragn­ valdur Jensen, Apolonia Justesen, Osvald Han­ sen og Dann Akurs­ mørk. Tilsamans eru tey við í 26 kapping­ um. -mørk Juventus aftur í Seriu A Juventus varð í fjør sum partur av einari gølu flutt niður í Seriu B, men tað tók ikki felagnum meir enn eitt kapping­ arár at vinna seg upp í bestu deildina aftur. Við einum 5­1 sigri á Arezzo um vikuskiftið gjørdi Juventus bart, og vann Seriu B trygt við átta stigum niður til nummar tvey. Við Juventus í bestu deildina flytur Genoa, sum somu­ leiðis bleiv flutt niður av gøluni. Hetta var tó fyri tveimum árum síðani, tá ið teir vórðu fluttir niður í Seriu C. Teimum hevur harvið eiheldur tørvað meir enn neyðugt at koma aftur í Seriu A. Chelsea leingir við verj­uskansa Sterki verjuleikarin hjá Chelsea, Ricardo Carvalho, var vegna skaða ikki við í FA Cup finaluni ímóti Manchester United leygardagin. Hetta forðar honum tó ikki at leingja sáttmálan við Chelsea, og tað hevur hann gjørt um vikuskiftið. Nýggi sáttmálin røkkur nú til summarið 2012. Portugisiski landsliðsverjuleikarin kom saman við venjara José Mourinho til Chelsea frá FC Porto í 2004. Klaksvíkingar vunnu greipuna, tá seinna umfarið í FM-lið- kappingini fyri skúla- ungdóm var í Sanda- vági seinasta vikuskiftið TALV Tíðindaskriv Aftur hesuferð, var undir­ tøkan sera góð, og høvdu heili 23 lið meldað til. Samanlagt vórðu tað sostatt aftur hesuferð uml. 100 skúlaungdómar sum sessaðust við talvborðini. Kappingin er býtt upp í tveir aldursbólkar: 5. flokk­ ur og eldri og 4. flokkur og yngri. 4 telvarar eru á hvørj­ um liði, umframt upp til 2 skiftisleikarar. FM­finalan verður 28. mai í Pállstovu í Tórshavn. Tá verða aldursbólkarnir, við støði í innleiðandi úrslit­ unum, býttir í tveir bólkar: FM bólkur og Opin bólkur. Hóast skúlar higartil ikki hava luttikið í innleiðandi kappingunum, ber til at melda luttøku í opna bólki­ num, har somuleiðis verður telvað um heiðursmerkir og plaseringar Spenningurin var sera intensur í SÍF­húsinum. Fyrra kappingin, sum var á Oyri, bar boð um tætta kapping um plaseringar í báðum bólkum. Stúgvandi fult av ídnum talvungdómi og áhugaðum ­ til tíðir stun­ andi ­ foreldrum og skúla­ lærarum. Talv er nakað heilt fyri seg. Í eldra bólkinum gjørdu Klaksvíkingar bart. Úrtøkan gjørdist heili 5½ stig betri enn í fyrru undankappingini. Framgongdin tryggjaði teimum gullið. Hetta inni­ bar samstundis, at FM vinn­ ararnir frá í fjør, Havnin, endaði á 2. plássi, eitt stig aftari, meðan Sandavágur, sum annars hevði eina betri kapping enn seinast, endaði á 3. plássi. Vestmanna, sum vann bronsu seinast, gjørd­ ist ov stuttir í oddastríðnum, og endaðu á 4. plássi. Finaluumfarið verður sera spennandi í millum hesi 4 liðini, sum eru javnt sterk, og heilt greitt skara framúr samanlagt og har royndu unglingatevlararnir mynda FM­orrustuna. Og ivaleyst verður avgerðandi í finaluni, hvussu fremstu borðini standa seg. Higartil hevur Rógvi E. Nielsen staðið seg best við 100% skoru á 1. borði hjá Sanda­ vági, meðan Margar Berg á Havnarliðnum, higartil, hvørki hevur megnað at bast Rógva ella Herborg Hansen úr Klaksvík, meðan Rúni Vørmadal úr Vest­ manna hinvegin hevur tikið stig frá Margar og Her­ borg. Opni bólkurin í finaluni hjá teim eldru, er somuleiðis uttan greiðar favorittar. Væntandi verður stríðið um plaseringar serliga ímillum Kollafjørð og Rókur (Oyri), meðan Haldarsvík eisini er ein kvalifiserað hóttan í stríðnum um medaljurnar. Í yngra bólkinum gav seinna innleiðandi kapping­ in í Sandavági greiða ábend­ ing um, at FM kappingin er fullkomiliga opin. Sanda­ vágur vann fyrru kapping­ ina, men hesuferð vóru ungu klaksvíkingarnir eir­ indaleysir og vunnu greiðan sigur. Vestmanna hálaði seg úr 3. plássinum, uppá á 2. plássið, meðan Sandvágur vann bronsuna. Skúlabørnini úr Kollafirði vóru aftur hesuferð sera drúgv, og enn einaferð rest­ aðu bert 2½ stig, til tess at fáa hendur á bronsukrónu­ num. Liðið úr Tjørnuvík, sum luttók á fyrsta sinni í hesum høpinum, var um reppið, at gera tað heilt stóru sensa­ tiónina. Sum kappingin leið, vóru tey støðugt í odda­ stríðnum, men tá avtornaði, megnaði liðið eitt deilt 4 pláss, saman við Kollfirð­ ingum, við 13 stigum. Eina­ standandi flott avrik, má sigast ­ soleiðis, at ”skaka” tey meira siðbundnu talvøk­ ini í landinum í fyrstu roynd­ ini ! Í samanlagdu støðuni hjá teim yngru, eru Sandavágur og Klaksvík stavn um stavn, meðan Vestmanna er eitt vet aftari og Kollfirðingar liggja við 2 liðum klárir, at taka av avbjóðingina í final­ uni. Men undan finaluna, verða stigini nullstillaði og byrjað verður á blonkum arki. Í finaluni verður, eisini hjá teim yngru, avgerðandi, hvussu fremstu borðini standa seg. Orrustan verður sera hørð ímillum Ársins Stjørnuskot 2006, Høgna Egilstoft Nielsen, úr Sanda­ vági, og evnaríka Heðin Gregersen úr Klaksvík. FM/NM luttakarar í rívandi menning. Eftir innleiðandi umførini stendur á jøvnum 1­1, teirra millum. Javnt sterka Vestmannaliðið, vísti av álvara FM­taktir í Sanda­ vági sunnudagin og otar seg alsamt nærri oddinum. Eitt satt brak av einari finalu er í vantu ! Eftir eina laka fyrru inn­ leiðandi kapping, sýnist Havnin at liggja væl fyri í FM kappingini í opna bólki­ num, saman við Haldórsvík og Kollafirði. Tjørnuvík hevur bert luttikið í seinnu innleiðandi kappingini, men hinvegin við sera góð­ um úrsliti og børnini úr Vík hava ei heldur smæðst burt­ ur. Alt bendur sostatt á eina ógvuliga áhugaverda – og ikki minst søguliga – FM talvorrustu í millum granna­ bygdirnar Vík og Tjørnuvík í finaluni ! Greipan fór til Klaksvíkar FM liðkapping 2007 fyri skúlaungdóm Samanlagt innleiðandi úrslit (12 umfør) 4. flokkur og yngri 1-2 Sandavágur 35,0 1-2 Klaksvík 35,0 3 Vestmanna 32,5 4 Kollafjørður 27,0 5 Kollafjørður 2 24,0 6 Rókur 22,5 7 Havnin 22,0 8 Haldarsvík 2 19,5 9 Haldarsvík 19,0 10 Kollafjørður 3 18,0 11 Rókur 2 13,5 12 Tjørnuvík 13,0 13 Sandavágur 2 12,5 14 Klaksvík 2 9,5 15 Hósvík 9,0 FM liðkapping 2007 fyri skúlaungdóm Samanlagt innleiðandi úrslit (16 umfør) 5. flokkur og eldri 1 Havnin 51,5 2 Sandavágur 49,5 3 Klaksvík 47,5 4 Vestmanna 45,5 5 Kollafjørður 25,5 6 Rókur 25,0 7 Rókur 2 20,0 8 Haldarsvík 16,5 9 Kollafjørður 2 7,0