Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-21, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. mai 2007síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 [ Nr. 95 - 21. mai 2007 ] AC Milan leingir við verjuleikara Hóast sáttmálin hjá Alessandro Nesta við AC Milan rakk fram til næsta summar, so hava partarnir í longri tíð samráðst um nýggjan sáttmála. Teir eru nú komnir til semju, og sáttmálin hjá Nesta røkkur nú til summarið 2011. Alessandro Nesta, sum kom frá AS Roma í 2002, nærkast teimum hálvtannað hundrað dystunum fyri stórfelagið í Milano. Norðmaður venja Kaiserslautern Fyrrverandi norski landsliðsspælarin Kjetil Rekdal skal venja týska felagið Kaiserslautern. Rekdal hevur verið venjari í Lierse í Belgia, og har hevur hann staðið seg væl. Liðið hevur bjargað sær úr vónleysari støðu í botninum. Rekdal hevur áður spælt fyri Kaiserslatuern, og hann sigur seg av álvara gleða seg til at koma aftur til týska felagið. Kaiserslautern spælir í næstbestu týsku deildini, og málið er at kom aftur í 1. Bundesliga. Felagið Tvørábáturin, sum heldur til í Norð­ havnini í Keyp­manna­ havn, heldur sína fyrstu róðrarstevnu nakrantíð leygardagin tann 26. mai í Svane­ møllehavnini í Keyp­mannahavn Kappróður Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Økið har róð verður, verður eisini nevnt Kalkbrænderi­ løbet, og liggur einans 10 minuttir til gongu frá Nord­ havn station. Kappróðrarfeløgini í Dan­ mark eru farin í holt við samstarv, fyri at birta nýtt lív í kappróðurin millum úti­ setar. Skipað verður tí fyri regluligum stevnum, har hvørt felag sær tekur sær av einari stevnu. Tvørabátastevnan 2007 er fyrsta kappróðrastevnan í hesum samarstarvi. Byrja verður klokkan 14 leygardagin, og róð verður 6 róðrar í hesi raðfylgju: Old boys Old girls Dreingir 10­mannafør, mannaði við ungum monnum Gentir 10­mannafør, mannaði við veteranum Meðan róð verður, kann matur og drekka keypast á kappróðrarøkinum. Millum róðrarnar undirhalda kajak­ rógvarir hjá felagnum á róðrarøkinum. Aftaná at róðurin er liðugur, og heiðursmerkini eru handaði, verður veitsla í felagshúsinum hjá Tvørábát­ inum, sum eru stutt frá róðr­ arøkinum. Øll eru vælkomin at luttaka. Einki bendi á, at onnur enn ÍF og FSV04 saman við B68 skulu kap­p­ast um p­lássini, sum bera up­p­flyting við sær Fótbóltur Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Eftir 10. umfar er tað einki, sum bendir á, at nakað annað felag enn tey trý, sum nú eru fremst, skulu verða við í kappingini um tey bæði plássini, sum bera uppflyting við sær. TB og LÍF hava verið rokn­ að sum møgulig boð upp á uppflyting. Hesi bæði taptu á útivølli, og avrikini bendu ikki á, at tey skulu verða før fyri at taka munin innaftur, sum longu er millum tey og tey fremstu. B36 er greitt aftast, men aftur hesa ferð sást, at teir í árstalsfelagnum hava góða manning. Tað kunnu teir í FSV04 skriva undir uppá. Í kappingini um næstaftasta plássið er so mikið tætt, at tað eftir lítið meiri enn einum umfari ber til at ímynda sær tann møguleikan, at LÍF, sum nú er á fjórða plássi, kann detta niður á næstaftasta plássið. FSV04 vann 3­2 á B36 í8 Gundadali, men tað stóð nógv á. Allan Mørkøre legði tíðliga í 1. hálvleiki B36 framum. Miðskeiðis í 1. hálvleiki misti FSV04 ein mann, tá ið Hans Arni Ellefsen varð vístur av vøll­ inum, tí hann hevði brúkt neyðbremsuna. Í 2. hálvleiki javnaði inn­ skifti Karl Johan Djurhuus, sum eftir útvísingina var einsamallur álopsspælari, men Áki Mørk legði B36 framum aftur. So var tað, at toppskjúttin hjá FSV04 Andrzej Streto­ wicz fór at gera um seg. Fyrst javnaði hann til 2­2 við brotssparki, sum Jógvan Holm tiltuskaði FSV04, og so skoraði Andrzej Streto­ wicz sigursmálið. Um uppgerðin við Løk­ in í Runavík er metingar­ grundarlag, so er tað heilt víst, at TB fer ikki at spæla Formula fótbólt næsta ár. Sama metingargrundarlag sigur, at uppflytararnir úr NSÍ eftir øllum at døma fara at standa seg í deildini. NSÍ vann tryggan og uppibornan 3­0 sigur á TB. Sonni L. Petersen skoraði við høvdinum til 1­0 eftir innlegg úr høgru, og bein­ anvegin eftir steðgin økti Bergur Djurhuus til 2­0 við skoti úr høgru. TB flutti Óla Johannesen fram í álopið, men NSÍ málverjin Predrak Stankovicz noyddist bara eina ferð at vísa síni evni. Fram ímóti dystarenda staðfesti Debus Danielsen trivaliga og eitt sindur óvænt­ aða heimasigurin. Eisini hesa ferð kom skotið eitt sindur úr høgru og inn við nærra stólpa. ÍF syrgdi við 3­1 sigri í Sør­ vági fyri, at tað framvegis er kapping um næstfremsta plássið. Bartal Eliasen við stútara og Nenad Saric eftir leys­ spæling av Elvin skoraðu til ávikavíst 1­0 og 2­0 í 1. hálvleiki, tá ið fuglfirðingar vóru greitt omaná. Eftir steðg­ in økti Vincent Jacobsen til 3­0, tá ið hann við fremra stólpa við høvdinum stýrdi frísparksinnleggi úr høgru í kassan. Jørgin Meitilberg minkaði um munin til 3­1, tá ið hann eftir fríspark lyfti upp um málverjan. Í Klaksvík hittust KÍ og HB longu klokkan 11. Tað var sera javnt og tætt í uppgerð við hampuligum leikligum støði og ongum kortum. KÍ skoraði sigursmálið í næstsíðsta minutti. Jón Jacobsen legði flatt innfyri úr vinstru, bólturin fór framvið fleiri verjuspælarum, og við handara stólpan var Rudolf Eliasen púra leysur, tá ið hann setti bóltin í netið. Longu Kristi himmal­ ferðardag vann B68 4­1 á LÍF. Øssur Hansen umsetti brotsspark, sum varð dømt ímóti Jann Inga Petersen til 1­0. LÍF misti Sigfríða Olsen í 1. hálvleiki, men hóast teir vóru undirmannaðir, eydn­ aðist tað Adriani Joensen av javna til 1­1, eftir inn­ legg úr vinstru frá Sølva Vatnhamar. Eftir steðgin helt B68 yvirvágin fram. Alexandro Casthilio skoraði til 2­1, eftir at Øssur Hansen hevði lagt fríspark innfyri og Ovi Magnussen hevði skallað upp á tvørs. Jann Ingi Petersen økti til 3­1 við hornasparki úr vinstru, og Jann Ingi Petersen átti uppleggið til 4­1 málið, sum Alexandro Casthilio skoraði. Top­p­urin fer við fullari ferð Úrslitini í 10. umfari: B68-LÍF 4-1 (1-1) 1-0: Øssur Hansen br. 11. 1-1: Adrian Joensen 45. 2-1: Alexandro Casthilio 58. 3-1: Jann Ingi Petersen 62. 4-1: Alexandro Casthilio Reytt kort: Sigfríður Olsen, LÍF, 34. B36-FSV04 2-3 (0-1) 1-0: Allan Mørkøre 11. 1-1: Karl Jóhan Djurhuus 54. 2-1: Áki Mørk 69. 2-2: Andrzej Stretowicz 77. 2-3: Andrzej Stretowicz 81. Reytt kort: Hans Arni Ellefsen, FSV04 KÍ-HB 1-0 (0-0) 1-0: Rudolf Eliasen 89. NSÍ-TB 3-0 (1- 0) 1-0: Sonni L. Petersen 12. 2-0: Bergur Djurhuus 47. 2-0: Debus Danielsen 85. SÍ-ÍF 1-3 (0-2) 0-1: Bartal Eliasen 19. 0-2: Nenad Saric 39. 0-3: Vincent Jacobsen 57. 1-3: Jørgin Meitilberg 64. FAKTA UM 1. DEILD Kap­p­róður í Keyp­mannahavn um vikuskiftið Bátarnir hjá felagnum Tvørabáturin venja til róðurin um vikuskiftið mynd: Felagið Tvørabáturin