Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. mai 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 96 - 22. mai 2007 tíðindi Kunna um barnavernd Tey, sum arbeiða við børnum millum 0 og 8 ár í Runavíkar, Nes, Sjóvar, Gøtu og Funnings kommunum, fáa týsdagin í næstu viku kunning um barnaverndarlógina. Kommunurnar, sum hava tikið seg saman í Eysturoyar Barnaverndartænastu, hava fingið Onnu Dam, leiðara á Barnaverndarstovu Føroya, Jenny Petersen, sosialráðgeva og Pól Jákup Thomsen, ráðgeva at lýsa ymisk viðurskifti í sambandi við børn og barnavernd. Fingu Sverris søgu Tann 17. mai, tjóðardag Noregs, handaði íslendski forsætisráðharrin, Geir H. Haarde, norðmonnum tað fyrsta eintakið av einari nýggjari útgávu av søguni um Sverra kong. Sjálvt hátíðarhaldið var í Norrøna húsinum í Reykjavík, og var tað norski sendiharrin, sum tók ímóti eintakinum. Hetta var fyrsta bókin av fýra, sum íslendingar gjørdu av at lata norðmonnum í sambandi við, at norska kongsveldið helt sína 100 ára endurstovnan í 2005. Argumentini, at tað gongur so væl í føroy­s­ ka fíggjarheiminum, halda ikki. Gamaní hevur vøksturin okk­ urt einstakt ár verið up­p­i á 9%, men einki bendir á, at tað er nak­ að, ið fer at halda kom­ andi fýra árini, sigur Marner Jacobsen Verkfall Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Onkur vil vera við, at tað er ein undarlig støða at koma í, tá stjórin í Eik Banka virk­ ar sum samráðingarleiðari fyri Føroya Banka, men hes­ um er Marner Jacobsen ikki samdur í. ­ Hetta er ikki ein støða, sum vit hava ynskt. Tað hev­ ur verið vanligt, at yrkisfe­ løgini hjá starvsfólkum inn­ an føroyska fíggjarheimin hava samráðst saman. Tað hava tey ikki ynskt hesaferð, sigur Marner Jacobsen, stjó­ ri í Eik og samráðingarleiðari fyri Arbeiðsgevarafelagið hjá Fíggjarstovnum í Føroy­ um, stytt AFF. Sum eisini verður greitt frá í tíðindaskrivi, hevur AFF fyri mánaða síðani gjørt sáttmála við Yrkisfe­ lagið hjá Fíggjarstovnum í Føroyum, stytt YFF, og hes­ in sáttmáli er á sama støðí sum tann, ið Fíggjarmála­ ráðið gjørdi við Starvsman­ nafelagið fyrr í ár. Hesin sáttmálin millum AFF og YFF umfatar 70% av starvs­ fólkunum á føroyska fígg­ jarøkinum. Hini 30% eru limir í Fin­ ansforbundet, og umfata starvsfólk hjá Føroya Banka og Trygd. Spurdur, um tann verulei­ ki, at starvsfólkini í banka­ num hjá Marner Jacobsen longu hava fingið ein sátt­ mála, sum er lægri enn tann, ið starvsfólkini hjá størsta kappingarneytanum krevja, hevur nakra ávirkan, er svarið nei. ­ Tað er støðið, sum lagt er, bæði í sáttmálanum mill­ um FMR og Starvsmanna­ felagið og millum AFF og YFF, sum er avgerandi, slær Marner Jacobsen fast. Eingin ógvusligur vøkstur Stjórin í Eik Banka kann heldur ikki góðtaka argu­ mentini fyri, at Finansfor­ bundet krevur so nógv mei­ ri í lønarvøkstri enn YFF. ­ Tað kann væl vera, at vøksturin í føroyska fíggjar­ heiminum okkurt árið hevur ligið um 9%, men tað er ein­ ki, sum bendir á, at vit fara at síggja líknandi vøkstur komandi fýra árini, og tí ber ikki til at nýta hetta sum grundarlag fyri lønarkrøv­ unum, sigur Marner Jacob­ sen. So tað stutta av tí langa er, at samráðingarleiðarin fyri AFF ikki fer at góðtaka ein sáttmála, sum víkur munandi frá teimum, ið framman undan eru mettir at leggja støðið. Spurdur, um hann væntar ein drúgvan arbeiðssteðg, sigur Marner Jacobsen, at tað vónar hann ikki. ­ Alt er so nýtt enn, so vit mugu fyrst steðga á og stin­ ga fingurin í jørðina. Eg dugi ikki í løtuni at siga nak­ að um, hvør eigur at taka næsta stigið. Men eg vóni, at glið kemur á skjótt, so vit sleppa undan einum longdi arbeiðssteðgi, sigur Marner Jacobsen, samráðingarleið­ ari fyri AFF og stjóri í Eik. Marner Jacobsen, samráðingarleiðari: ­So strúkandi gongur tað heldur ikki Tað kann gerast sera kostnaðarmikið fy­ri føroy­ska samfelagið, at ongin sáttmáli er fingin í lag millum AFF og Finansfor­ bundet. Eitt samhuga­ verkfall í Danmark fer ivaley­st at merkja, at Føroy­ar fíggjarliga verða avskornar frá umheiminum Verkfall Kári Mikkelsen kari@sosialurin.fo Eftir at samráðingarnar um nýggjan sáttmála millum starvsfólk og arbeiðsgevarar í Føroya Banka og Trygd eru slitnaðar, verður arbeiðs­ steðgur frá í morginárið. Finansforbundet, ið er fak­ felagið hjá starvsfólkunum, sum førir samráðingarnar við Arbeiðsgevarafelagið hjá Fíggjarstovnum í Føroy­ um, AFF, ætlar sær ikki at sita hendur í favn, meðan arbeiðssteðgurin er. Møguleikarnir eru nógvir fyri at gera vart við ósemju­ na, og ein av teimum er steðga øllum peningaflutn­ ingi til og úr Føroyum. Hetta kann gerast við sam­ hugaverkfalli í PBS (Penge­ institutternes Betalings Ser­ vice) og BEC (Bankernes EDB Central), sum avgreið­ ir øll uttanlandsviðurskifti hjá føroysku peningastovn­ um. Tað fer at lemja stórt sæð allan peningflutning til og úr Føroyum. ­ Hetta er fyrstu ferð, at eg havi verið úti í eini slík­ ari støðu øll tey 15 árini, eg havi samráðst fyri Finans­ forbundet. Arbeiðsgevarafe­ lagið hevur ikki givið seg ein tumma, meðan vit onnur hava verið til reiðar at flutt okkum munandi. Vit eru komin í hesa støðuna, tí arbeiðsgevarin ikki vil víkja frá tí uppleggi, sum var lagt á borðið frá fyrsta degi. Eitt upplegg, sum vit als ikki kunnu góðtaka, sigur Kent Petersen, næstformaður í Finansforbundet. AFF krevur ein fýra ára sáttmála, sum tilsamans gevur 11,32 prosent. Sam­ bært útlitini fyri inflatión og príshækkingum verður talan um eina reallønarnið­ urgongd, hevur Finans­ forbundet roknað seg fram til. Kent Petersen heldur, at AFF tekur alt tað føroyska samfelagið sum gísla í hes­ um málinum. ­ Tað er ótrúligt, at mann frá føroyskari síðu góðtekur, at stjórin hjá einum kapp­ ingarneyta (Marner Jacob­ sen, blm.) kann samráðast vegna starvsfólk í einum øðrum peningastovni. Hetta hevði ongantíð kunnað hent í Danmark, sigur Kent Pet­ ersen. Í morgin klokkan níggju eru starvsfólkini í Føroya Banka og Trygd, sum verk­ fallið fevnir um, kallaði til fundar á Hotel Føroyum, har Finansforbundet fer at greiða frá verandi støðu, og hvørji tiltøk ætlanir eru um at seta í verk. Aftan á fer mótmælisgon­ ga oman í býin at mótmæla frammanfyri inngongdun­ um hjá peningastovnunum. Á leið 210 av 285 fólkum í Føroya Banka og Trygd fara í verkfall í morginárið og tí verður virksemið nógv skert. Starvsfólkini í hinum peningastovnunum hava sáttmála og fara til arbeiðis, men so leingi arbeiðsósem­ jan varðar, verður bert høv­ uðsskrivstovurnar hjá penin­ gastovnunum og tryggingar­ feløgunum opnar. Sí tíðin­ daskriv frá AFF á síðu 18. Peningakervið verður lagt lamið Eftir samráðingarslitið við føroysku fíggingarstovnarnar umhugsar Finansforbundet møgulig tiltøk í sambandi við verkfallið. Frá vinstru Kenneth Samuelsen, sum umboðar starvsfólkini í Føroya Banka og Trygd, og Kent Petersen, samráðingarleiðari og næstformaður í Finansforbundet Mynd: Jens Kristian Vang