Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-22, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. mai 2007síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 96 - 22. mai 2007 5 lýsingar Meginskrivstovan, Postsmoga 3037, 110 Tórshavn, Tel 30 40 20, Faks 30 40 10, meginskrivstovan@naerverk.fo www.naerverk.fo Hann fer at halda fyrilestur um “The Eden Alternative”, sum gongur sína sigursgongd kring heimin, tá ið tað snýr seg um eldrarøkt og trivnað. Dr. Bill Thomas starvaðist á røktarheimi og varnaðist har, at trý fyribrigdi plága búfólkini: Einsemi, keðsemi og hjálparloysi. Okkurt betri mundi fi nnast, helt hann, og legði tí lunnar undir “The Eden Alternative”, har bústovnarnir eru fullir av lívi, gleði, anda og samanhaldi. Stutt var millum tanka og verk, og skjótt varð farið undir at fylla bústovnar við húsdjórum, litføgrum lutum, tónleiki og sangi, soleiðis at trivnaðurin batnaði munandi, og lættari varð at vera um tey eldru. Bill Thomas er altjóða viðurkendur fyri sítt arbeiði innan geriatri og eldrarøkt. William H. Thomas, sum hann eitur, tók læknaprógv á Harward í 1986, í family medicine í 1992 og í geriatri í 1994. Bill Thomas hevur skrivað fl eiri bøkur um evnið, og seinasta bók hansara: “What are old people for? How elders will save the world” varð kosin ársins bók av American Medical Writers Association í 2005. Bill Thomas er tiltikin góður frásøgumaður. Jane Verity verður eisini við á ráðstevnuni. Hon er heitur forsprákari fyri “The Eden Alternative”, og hevur fl eiri ferðir verið í Føroyum og undirvíst og hildið fyrlestur. Hon fer eisini at greiða frá nevnda hugtakinum. Jane Verity er verji og umboð fyri Eden-verkætlanini í Norðurlondum. “The Eden Alternative” er so smátt við at vinna fram í Føroyum, og nakrir stovnar leggja dent á at hella seg upp at sjónarmiðunum i Eden-verkætlanini. Ráðstevnan er serliga ætlað politikarum, leiðarum, starvsfólkum á stovnum, avvarðandi og øðrum, ið varða av og hava áhuga í eldraøkinum, og øðrum bústovnum í Føroyum. Nærverkið skipar fyri ráðstevnuni, sum verður 7. juni, kl. 09.30 í Norðurlandahúsinum. Kostnaður 1950 kr. Tilmelding fer fram á www.naerverk.fo ella á tel. 30 40 20. les meira um The Eden Alternative á www.edenalt.com Vónin um framtíðar eldrarøkt. Bill Clinton kemur ikki til Føroyar á hesum sinni – men tað ger Bill Thomas. Skrá Morgunmatur Mary J. í Garði, stjóri fyri Nærverkið, bjóðar vælkomin Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, setur ráðstevnuna Dr. Bill Thomas, serlækni í geriatri – skipan av framtíðareldrarøkt eftir hugtakinum Eden Alternative Stuttur steðgur Dr. Bill Thomas – framhald Haldis Joensen – Eden Alternative á heiminum fyri minnisveik við Vallalíð Døgurði Margaret Johannesen – íverksetan av Eden á Giljagarði, Leirvík Jane Verity – Eden Alternative – ein arbeiðsháttur í eldrarøktini Kaffi Dr. Bill Thomas – skipan av framtíðar eldrarøkt Mary J. í Garði, stjóri, endar 09:00 09:30 09:35 09:45 10:30 10:45 11:30 12:00 13:15 13:45 14:30 14:50 15:50 Ráðstevna í Norðurlandahúsinum tann 7. juni 2007