Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. mai 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 96 - 22. mai 2007 Samgongan um­ hugsar at broyta val­ lógina so at val­ stríðini verða styttri LøgtingsvaL Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Samgongan arbeiðir við tank­anum um at broyta val­ lógina. Men talan er ik­k­i um at broyta talið á valdømum. Hinvegin er talan um at gera smærri broytingar. Og ein broyting er at stytta tíðarfreistina fyri, hvussu sk­jótt tað sk­al bera til at útsk­riva val. Sum støðan er nú, sk­ulu minst sek­s vik­ur ganga, tá tí, at væl er útsk­rivað, til valið k­ann vera. Tað, sum samgongan nú hugsar um, er at stytta tíð­ arfreistina niður í tríggjar vik­ur. At hava valstríð í sek­s vik­ur er í so leingi, heldur Jóannes Eidesgaard. ­ Tað er torført føra eitt eldhugað valstríð í heilar sek­s vik­ur og tí er stórur vandi fyri, at valstríðið verður útvatnað og at tað í ov stóran mun fer at snúgva seg um annað enn tey veruligu, politsk­u málini, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann vísir á, at uppundir seinasta løgtingsval vardi veruliga valstríðið ik­k­i meiri enn tríggjar vik­ur. ­ Tað var eitt fínt valstríð, tí tað var stutt, intenst og tætt. Tí heldur hann, at nógv talar fyri, at tað er rætt at freistin fyri, hvussu long tíð sk­al ganga, frá tí at val verður útsk­rivað, til tað k­ann haldast, verður stytt úr sek­s vik­um, niður í tríggjar vik­ur fyri at av­ mark­að valstríðið. Løgtingsval 19. januar Annars staðfestir løgmaður enn einaferð, at løgtingsval verður ik­k­i fyrrenn í allar síðstu løtu. Eftir lógini sk­al løgtings­ val vera í seinasta lagi 20. januar. Men av tí at tað er sunnudagur, verður valið ístaðin leygardagin 19. januar, sigur løgmaður. ­ Eg havi sett ein reyðan ring rundanum leygardagin 19. januar. Hann hevur onk­i ímóti einum leygardagsvali. So k­unnu tey, sum vinna valið, hátíðarhalda tað og tapararnir brúk­a sunnudag­ in til umhugsunnar, uttan at hugsa um, at arbeiðsdagur er dagin eftir. Men hesum er andstøðan á Løgtingi alt annað enn samd í, tí hon vil hava val í heyst. Seinast, Løgtingið um­ røddi valdagin, vildi Jenis av Rana úr Miðflok­k­urin sleppa undan valstríði á jólum. Hann helt eisini, at verður valið ik­k­i í hampi­ ligari tíð fyri árssk­iftið, fer tað at gera fortreð fyri fíggjarlógina. Tí helt hann, at var hósk­andi at hava val í november. Høgni Hoydal Hoydal, formaður Tjóðveldisflok­s­ ins, helt, at tað var óheppið at hava val fyrst í januar, tí tað fer at bera illa til at samtyk­k­ja eina sk­ilaliga fíggjarlóg mitt í einum valstríði og tí mælti hann til, at valið verður í septem­ ber, ella í seinast lagi í ok­tober. Partamaður hansara, Tór­ bjørn Jacobsen vísti eisini á vandan fyri eini útgjaring á fíggjarlógini, sk­al hon snik­k­ast saman mitt í einum valstríði. Valstríðið skal vera stutt og tætt - Tað er nógv, sum talar fyri, at tað er betri, at valstríðini verða munandi styttri enn tey eru nú og tað arbeiðir samgongan við, sigur løgmaður Íverksetarahús í Klaksvík verður alment sett á stovn Eftir at hugsk­otið um íverk­setan og íverk­setarahús í Klak­svík­ k­om, er k­jak­að millum vinnulívsfólk­, Menningardeildina hjá k­ommununi og Vinnulívsráðið í Klak­svík­ endað við, at tað sk­al verða Klak­svík­ar k­ommuna, sum setur íverk­setarahúsið alment á stovn. Hetta verður gjørt alment hósdagin 24. mai k­lok­k­an 10 í býráðshøllini í Klak­svík­. Virk­semið byrjaði við eini verk­ætlan í samstarvi við Birc Estate í Herning, og verk­ætlanin fór av bak­k­astok­k­i 15. januar á einum íverk­setarak­vøldi í mentannarhúsinum Atlantis. Síðani tá hava tvey fulltek­nað sk­eið í íverk­setan verið hildin. Um somu tíð hava slak­ir 30 íverk­setarar higartil leitað sær ráðgeving í Íverk­setarahúsinum. Trý íverk­setaranetverk­ eru eisini higartil virk­in í húsinum. Fleiri verk­ætlanir fara væntandi í gongd í næstum, og so sk­jótt sum hølini verða tøk­, fara íverk­setarar at k­unna leiga høli í Íverk­setarahúsinum. Farna mikudag vórðu tveir føroyingar fyri sera ógvusligum harðskapi í Hanst­ holm. Menninir vórðu skornir í and­ litið og bukaðir upp­ lýsir danska løgregl­ an, sum hevur hand­ tikið og varðhalds­ fongslað ein 32 ára gamlan mann HaRÐsKaPUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Mik­udagin í farnu vik­u var ein ógvusligur tilburður í einum raðhúsum í Bygmar­ k­en í Hanstholm. So ógvusl­ igt var tað, at fleiri grannar ringdu til løgregluna og boðaðu frá, at tað yvirhøvur ik­k­i ruggaði rætt í einum húsi, har ein føroyingur í fimmtiárunum búði. Tað var um nátturðatíð – k­lok­k­an hálvgum sjey – at løgregla og sjúk­rabilar k­omu á staðið. Har funnu tey tveir mans, sum vóru buk­aðir og sk­ornir í andlitið. Lok­ala avísin Thisted Dag­ blad sk­rivaði, at »begge havde voldsomme snitsår i ansigterne«, og løgreglan í Thisted váttar fyri Sosialin­ um, at so er. – Talan er um rættiliga grovan harðsk­ap, har tveir føroyingar eru sk­ornir í and­ litið. Helst er tað við eini fløsk­u, men tað vita vit ik­k­i við vissu enn. Somuleiðis hava teir fingið sk­aðar aðra­ staðni á k­roppin, og eisini brotið riv av sløgum ella spørk­um, upplýsir løgreglan í Thisted. Mist sjónina Teir báðir menninir vórðu beinanvegin fluttir á sjúk­ra­ húsið í Thisted, og løgregl­ an har upplýsir fyri Sosial­ inum, at annar teirra síðani er fluttur til sjúk­rahúsið í Århus. Tað vísir seg, at hesin hevur fingið so álvars­ ligar sk­aðar av álopinum, at hann hevur mist sjónina í øðrum eyganum, men hes­ um fara tey at royna at bjarga á sjúk­rahúsinum í Århus. Varðhaldsfongslað 32 ára gamlan mann Eftir tilburðin varð ein 32 ára gamal maður úr Hanst­ holm handtik­in. Hesin var í raðhúsinum, tá løgreglan k­om á staðið. Hósdagin varð hann grundlógarav­ hoyrdur í rættinum í Holste­ bro. Har játtaði hann, at hava verið á staðnum hetta k­vøldið, men hann segði seg ik­k­i minnast hvat var hent. Dómarin gjørdi av at varðhaldsfongslað mannin í fýra vik­ur. Teir báðir føroyingarnir eru eisini avhoyrdir í málin­ um, og tað sama er ein fjórði maður, sum eisini varð álopin í raðhúsinum. Hesin er um sama aldur sum teir báðir føroying­ arnir, og fek­k­ eina fløsk­u í høvdið hetta k­vøldið. Gera tekniskar kanningar Dansk­a løgreglan dugir í verandi løtu ik­k­i at siga, hví tað gek­k­ sum tað gek­k­ í einum raðhúsum í Bygmar­ k­en í Hanstholm mik­u­ k­vøldið í farnu vik­u. Teir gera í løtuni tek­nisk­ar k­anningar á bústaðnum, og leita somuleiðis eftir vápnunum, sum brúk­t eru. Her hevur løgreglan ein sterk­an illgruna um, at tað er ein k­núst fløsk­a, sum er brúk­t at sk­era menninar í andlitið við. Hetta er tó ik­k­i endaliga staðfest, hóast Thisted Dagblad sk­rivar, at »druk­ endte med grov vold og snit med flask­e«. Hósdagin í farnu vik­u endurgav Danmark­s Radio í Norðurjyllandi vak­thav­ andi hjá løgregluni í Thisted fyri at siga, at føroyingarnir eru 53 og 56 ára gamlir og búsitandi í Hanstholm. Hetta hava vit ik­k­i fingið endaliga staðfest, men løg­ reglan í Thisted upplýsir, at teir báðir eru føddir í 1953 og 1949. Sosialurin sk­ilir, at í hvussu so er annar av føroy­ ingunum áður hevur havt ávísar trupulleik­ar við rús­ drek­k­a, men hetta vil løg­ reglan í Thisted hvørk­i vátta ella avsanna. Føroyingar í Hanstholm skornir í andlitið Thisted Dagblad ella Nordjyske, sum tað eisini eitur, skrivaði saman við Danmarks Radio í Norðurjyllandi um ógvusliga harðskapin móti tveimum føroyingum í Hirtshals