Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. mai 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 96 - 22. mai 2007 Bæði Heðin Morten­ sen, borgarstjóri, og Hildur Eyðunsdóttir, forkvinna í menta­ málanevndini, róstu byggingini, sum á nógvar mátar er sermerkt MÓTTØKA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað var eitt rættiliga væl­ mannað lið av fólki, ið kom út til Nólsoyar fríggjadagin at verða við til móttøkuna, sum býráðið skipaði fyri í nýggja barnagarðinum, sum hevur fingið navnið Látrið. Eisini nólsoyingar nýttu høvið at síggja hendan ser­ merkta bygning. Fyrstur bjóðaði Heðin Mortensen vælkomin, og nýtti hann høvið at nevna, hvussu væl hølini eru egn­ að til onnur tiltøk enn júst barnagarð. Hann vísti á, at hølini eru sum skapt til framsýningar, og helt borg­ arstjórin, at tað hevði verið ógvuliga hóskandi, at skipa so fyri, at málningar hjá Steffani Danielsen fingu pláss at hanga í hølunum. Og í so máta var tað ógvu­ liga hóskandi, at gávan frá býráðnum til stovnin var ein málningur, sum Heðin Mort­ ensen handaði leiðaranum á Látrinum, Lis Nolsø. Tað var eisini ógvuliga passandi til eitt slíkt tiltak úti í Nólsoy, at tað var kendi nólsoyingurin, Kim Hansen, sum spældi og sang til hesa hugnaligu løtuna. Serliga hugaligt var tað, tá hann saman við barnagarðsbørnum á stovninum sang ein sang. Annars var tað Hildur Eyðunsdóttir, forkvinna í mentamálanevndini hjá Tórshavnar Býráð, ið greiddi frá arbeiðinum at gera barnagarðin heilt frá projektering til endaliga úrslitið. Tað var 18. mars i 2005, at arbeiðið varð boðið út í almennari heildararbeiðs­ tøku, og inn komu sjey til­ boð. Síðani var at finna fram til, hvør kundi byggja besta stovnin fyri framman undan fastsetta prísin upp á sjey milliónir. Sólarhiti Ein dómsnevnd varð sett at meta um innkomnu tilboðini, og í henni sótu Heðin Mort­ ensen, borgarstjóri, Jógvan Thomsen, fyrrverandi borg­ arstjóri í Nólsoy, Gunnleyg Durhuus, trivnaðarstjóri og Mikael Viderø, býar­ arkitektur. 7. juni 2005 var so gjørt av at taka við tilboðnum hjá Hans V. Lützen, sum ljóðaði upp á 6,992 milliónir. Ein bygginevnd var so sett at fylgja við arbeiðinum, og í hana komu Katrin Petersen, ið seinni mátti siga seg úr nevndini vegna sjúku, og í hennara stað kom Frígerð Sundsskarð, Michael Jaco­ bæus, Tina Johannesen og Bogi Simonsen. Byggingin dró nakað longri út enn ætlað var, men fyrr í mánaðinum var so klárt at flyta inn, og barnagarðurin hevur verið í nýtslu í eina tíð, nú móttøkan var. Eitt annað – og eisini rætti­ liga áhugavert – sum Hildur Eyðunsdóttir nevndi, var serliga upphitingarskipanin, sum fyri part fer fram við sólorku. Tað eru settir upp 14 sólfangarar, hvør upp á tríggjar fermetrar, ella 42 fermetrar tilsamans. Hesir hita so vatnið í skipanini upp soleiðis, at upphitingin við olju verður munandi minni. ­ Hetta verður eisini gjørt í sambandi við at stuðla upp undir Nólsoy sum grøna oyggj, segði Hildur Eyðuns­ dóttir. Eisini Maud Hansen, næst­ formaður í Pedagogfelagnum og sjálv nólsoyingur, bar fram heilsan felagsins vegna, eins og leiðarin, Lis Nolsø, takkaði fyri stóra áhugan og nógvu góðynskini. Síðani fingu gestir og børn eina fittliga løtu við kaffi, saft og køkumanni. Móttøka í barnagarðnum í Nólsoy: Valastovnur til nógv endamál Kim Hansen spældi og sang til móttøkuna, eisini onkran sang saman við barnagarðsbørnunum á Látrinum Hildur Eyðunsdóttir greiddi frá arbeiðs­ gongdini frá byrjan og fram til endaliga úrslitið Heðin Mortensen handaði leiðaranum á Látrinum, Lis Nolsø, ein málning Væl av fólki, bæði úr Havn og úr Nólsoy, høvdu leitað sær inn á Látrið til móttøkuna, sum býráðið skipaði fyri Tórshavnar Sløkkilið hevði brandvenjing á Landssjúkrahúsinum mikukvøldið í seinastu viku. Brandvenjingarnar á Landssjúkrahúsinum, sum verða fyriskip­ aðar saman við maskinmonnunum á Landssjúkrahúsinum, eru vorðnar eitt afturvendandi tiltak, sum regluliga hava verið hildnar síðan 1968. Venjingin í seinastu viku var nummar 40 í røðini. Hesaferð varð orsøkin til, at sløkkiliðið varð tilkallað, at sætta hædd í gamla bygninginum var full av royki. Staðfest varð, at fólk var inni á hæddini, og at onnur høvdu sloppið sær upp á takið. Roykkavarar fóru inn í bygningin og funnu fólkini, sum inni vóru. Ein lá í eini song. Fólkini vórðu so borin annaðhvørt niður gjøgnum trappurnar ella út gjøgnum bjargingaropini, har stigabilurin tók í móti teimum. Eisini varð stigabilurin nýttur at bjarga teimum, sum stóðu á takinum. Í samband við, at hetta var venjing nummar 40 av hesum slagnum, varð ein lítil samkoma hildin í samkomuhøllini á Landssjúkrahúsinum aftan á venjingina. Heðin Mortensen, borgarstjóri, handaði Landssjúkrahúsinum eina gávu, sum sjúkra­ hússtjórin, Allan Skaalum, tók ímóti. Eisini segði Anfinn Reinert, innsatsleiðari í sløkkiliðnum, nøkur orð um venjingarnar, og serliga ta fyrstu. Hann er saman við Hilmari Johannesen, sjálvur annar eftir av teimum, ið luttóku í venjingini í 1968. Brandvenjing á Landssjúkrahúsinum