týsdagur 22. mai 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Nr. 96 - 22. mai 2007
”
”
Fer lærarin glaður í
skúla hvønn morgun,
lærir og trívist næm
ingurin eisini. Hetta
verður fremsta málið
hjá nýsetta skúla
stjóranum á Venj
ingarskúlanum, Petur
Ove Petersen
Skúlamál
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Mynd: Álvur Haraldsen
Eftir trý umsóknarumfør
eydnaðist tað endiliga mynd
ugleikunum at finna ein
avloysara fyri skúlastjóran
á Venjingarskúlanum.
1. juli tekur Petur Ove
Petersen við starvinum sum
skúlastjóri, har hann verður
stjóri fyri 446 næmingum í
tilsamans 19 flokkum og
fyri 41 lærarum.
Petur Ove Petersen tók
læraraprógv á Føroya Lær
araskúla í 1984. Hann hevur
drúgvar royndir við undir
vísing í fólkaskúlanum, og
harumframt hevur hann
starvast sum ráðgevi á
Landsmiðstøðini í mong ár.
Eisini hevur hann gjørt
undirvísingartilfar í læru
greinunum søgu/samtíð og
náttúru og tøkni. Petur Ove
hevur nomið sær útbúgving
ar innan leiðslu, og hevur
leiðsluroyndir sum settur
leiðari á Landsmiðstøðini í
tvey og eitt hálvt ár. Eisini
var hann settur varaskúla
stjóri í Sankta Frans skúla
skúlaárið 2004/05. Petur
Ove starvast í dag í sam
skipaðum starvi sum lærari
í Sankta Frans Skúla og
sum námsligur ráðgevi á
Landsmiðstøðini.
Vit hava sett nýggja stjóra
num nakrar spurningar.
Trivnaður smittar
Hví valdi tú at søkja starvið
sum skúlastjóri?
– Eg má viðganga, at eg
hevði ongar ætlanir um at
søkja starvið. Men eftir
drúgva umhugsunartíð og
áheitanir frá góðum fólki,
legði eg kortini eina umsókn
niðan í evstu stund, tá starv
ið varð lýst leyst á triðja
sinni.
Eg havi nomið mær
leiðsluútbúgving á Handils
skúlanum, og harumframt
havi eg verið á ársskeiði í
Danmark í skúlaleiðslu. Og
so hugsaði eg, at nú eg eri
56 ár, er hetta kanska júst
stundin at gerast leiðari, um
tað skal vera.
Tað, sum eg haldi vera
allar størsta og týdningar
mesta uppgávan hjá einum
skúlastjóra er at síggja til,
at lærararnir trívast. Tí tað
smittar av á allan skúlan,
bæði fakliga og sosialt, tá
lærarin kemur væl upp
lagdur og glaður í skúla
hvønn dag.
Í mínari verð er skúlin
ein lærandi stovnur, har
bæði lærarar og næmingar
læra av hvørjum øðrum.
Skúlin skal osa av demo
krati, og vit skulu læra at
seta greið mál, bæði fyri
skúlan, flokkin og persónlig
og faklig mál fyri einstaka
næmingin. Í hesum sam
bandi er eisini vert at nevna
eftirmeting, ikki sum roynd
ir útsendar frá Mentamála
ráðnum, men sum eftirmet
ing í eygnahædd, sum vit
als ikki hava traditión fyri í
Føroyum enn.
Samskiftið fremst
Hvat metir tú vera tínar
styrkir – og veikleikar?
Sum sagt, so liggur
trivnaðurin hjá lærarunum
mær fremst í huga, og eg
meti eisini, at tað er á tí øki
num eg havi mínar størstu
styrkir. Sum heild er tað at
samskifta, at lurta og at seta
meg inn støðuna hjá øðrum
mín fremsti førleiki. Sostatt
eru tað teir menniskjaligu
førleikarnir og sambondini
eg raðfesti fremst, og sum
eg ætli mær at menna til
gongdin kemur fram um
strukturin.
Harumframt
brenni eg fyri menning og
broyting, og toli ikki, tá
tingini steðga upp. Um eg
skal siga okkurt um veik
leikar mínar, so er tað
kanska tað skipaða við
pappírarbeiði og tíðarfreist
um, sum bara skal gerast.
Toymi upp á tvørs
Hvat roknar tú við verður
ein spennandi avbjóðing?
Venjingarskúlin fer yvir
til sjálvstýrandi toymi eftir
summarfrítíðina, har hvør
bólkur av lærarum hevur
ábyrgdina av ymsu flokku
num og lonunum. Hetta er
sera spennandi, men eg
kundi eisini hugsað mær, at
ment tey fakligu toymini
upp á tvørs av flokstigum,
so lærarar sum undirvísa í
máli, lesing ella náttúruvís
indaligu
lærugreinunum
hava
fakliga
sparring.
Soleiðis fáa vit toymini at
virka bæði horisontalt og
diagonalt.
Javnt og tætt samstarv
Hvussu ætlar tú ítøkiliga at
menna trivnaðin?
Yvirskipaðu krøvini, sum
koma úr erva, eru ikki mín
stílur. Til dømis rokni eg ikki
við
at
hava
skipaðar
starvsfólkasamrøður einaferð
um ári, sum næstan er eitt
krav í dag. Fyri meg er tað
ónatúrligt, tí mær dámar
betur at hava eitt javnt og tætt
samstarv við lærararnar í
gerandisdegnum. Alla tíðina
við tí í huganum, at ein
glaður, væl upplagdur og væl
fyrireikaður
lærari
er
fundamentið í skúlanum, og
honum skal eg lurta eftir. Tí
fari eg eisini at leggja meg
eftir, at lærararnir, so vítt
gjørligt, sleppa at undirvísa í
teimum
lærugreinum
og
flokkum, sum teir ynskja.
Harumframt ætli eg mær at
leggja doyin á, at lærarar alla
tíðina verða sendir á skeið og
eftirútbúgving, so teir menna
seg persónliga og fakliga.
Truplu næmingarnir
Hvussu ætlar tú at handfara
truplar næmingar?
Truplir næmingar er ein
trupul spurningur, sum eg
ikki kenni nakra endaliga
loysn á. Slíkir næmingar
eru líka so ymiskir sum
allir aðrir næmingar. Men
eitt er greitt – vit brúka alt
ov nógva orku uppá at
broyta trupla næmingin, í
staðin fyri at savna okkum
um at laga skúlan til, so
hann eisini rúmar tílíkum
næmingum. Hóast eg haldi,
at teir skulu hava teir bestu
lærararnar og góðar hølis
umstøður, so er tað ongin
loyna, at peningur ikki er til
alternativar loysnir, og tað
skulu vit hava politikararnar
at skilja.
Frið og pening
Hvat heldur tú um støðuna í
skúlaverkinum?
Eg kenni ótrúliga nógvar
ágrýtnar og dugnaligar lærar
ar. Men nógv kundi verið
betri. Til dømis er ovurstórur
mangul uppá undirvísingar
tilfar og lesiætlanir. Og so
manglar kanska eisini ein
arbeiðsgleði hjá nógvum
lærarum. Tí skal skúlin hava
frið og pening at arbeiða við.
Eg skilji ikki politikararnar,
harav nógvir sjálvir eru lær
arar. Tí sjálvandi eru tað ikki
bara pengar, sum skulu til,
men at játta fleiri pengar er
eisini eitt gott signal at senda,
og ein viðurkenning av, at
skúlin hevur týdning. Tað er
onki óført, tá bæði fimm og
seks milliónir skulu játtast til
viðlíkahald av einum tunli,
men skal Skúlabókagrunnur
in hava eina hálva millión, so
er orðaskifti ein heilan dag í
tinginum.
Blanda meg uppí
Er tað lættari hjá tær at finn
ast at, nú tað hevur verið so
torført at fáa fólk at søkja
starvið sum skúlastjóri?
Nei, tað haldi eg ikki.
Eg eri púra erligur og stingi
onki undir stólin. Eg hava
verið skúlamaður í somikið
nógv ár og kenni somikið
nógv skúlafólk, at eg veit,
hvat eg vil, og hvat eg
meini. Tí ætli eg mær eisini
at blanda meg upp í skúla
kjakið, nakað sum nógv
fleiri lærarar og foreldur eis
ini áttu at gjørt. Fáir politik
arar vita, hvat hendir úti í
skúlunum. Skulu vit varð
veita trúvirðið, so mugu vit
standa inn fyri tí, sum vit
gera.
Glaði lærarin er støðið
undir skúlanum
Skúlamaðurin Svend E. Pedersen sigur, at ein góður skúlaleiðari:
Skal kunna: taka initiativ, kanna, granska, handla, seta
spurningar, søkja svar, loysa trupulleikar.
Skal menna: Sjálvsvirði, sjálvsálit, sjálvstøðugheit, ábyrgd,
sjálvsvirkni.
Hava: Fantasi og lívsmót
Hava hug til: At søkja sær innlit í umheimin og tilveruna
Petur Ove Petersen
Norskir næmingarnir vórðu spurdir: Hvussu
vit fáa ein góðan skúla?
Teir svaraðu: Ein glaður lærari – ein lærari,
sum kemur til tíðina - ein lærari, sum er væl
fyrireikaður – ein lærari, sum letur okkum
arbeiða sjálvstøðugt og – rein vesi!
Petur Ove Petersen
Tað eru teir menniskja
ligu førleikarnir og
sambondini eg raðfesti
fremst, og sum eg ætli
mær at menna. Til
gongdin kemur fram um
strukturin, sigur Petur
Ove Petersen
tíðindi