Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. mai 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 96 - 22. mai 2007 Stutt Sagt Fáa svar í september Í september fæst at síggja, um tað fekk ta ætlaðu ávirkanina, tá George W. Bush, forseti, gjørdi av at senda 28.000 hermenn afturat til Irak fyri at bøta um trygdina í høvuðsstað­ num Bagdad. Sambært forsetanum hevur ovastin fyri amerikonsku deildu­ num í Irak, generalurin David Petraeus, sagt, at september fer at vísa, hvat er komið burturúr. Sjálvur sigur forsetin seg vera bjartskygdan. Hann er annars undir sera hørðum trýsti, tí tann demokratiski meirilutin í Kongressini krevur, at onkur úrslit síggjast aftur í Irak, skriv­ ar AP. Illir kinesarar Í gjár vóru stórar krav­ gongur í kinesiska lands­ partinum Guangxi í útsynningspartinum av landinum. Millum annað bleiv eldur settur á eina almenna skrivstovu. Fólk kravdu, at myndugleik­ arnir skulu broyta lógina, sum sigur, at hjún kunnu bara hava eitt barn. Lógin bleiv sett í gildi í 1980 fyri at tálma tí skjótt veks­ andi og ovurstóra fólkatali­ num. Í seinastuni hava myndugleikarnir hert eftir­ litið við, at lógin verður hildin, og tað er helst hetta, sum nú fær fólk út á gøturnar at mótmæla lóg­ ini, skrivar Reuters. Lækni hjálpti al-Qaeda Ein 52 ára gamal ameri­ kanskur lækni kann fáa 30 ára fongsul, eftir at hann er dømdur sekur í at hava havt ætlanir um at fáa sær arbeiði á einum sjúkrahúsi í Saudiarabia, har hann skuldi hjálpa særdum limum í felags­ skapinum al­Qaeda. Aftan á viðgerðina skuldu menn­ inir fara til Irak at berjast. Tað eydnaðist einum manni hjá FBI at avdúka ætlanina, og nú kann lækn­ in fáa upp í 30 ára fongsul. Fleiri fólk, sum standa honum nær, kunnu eisini enda í fongsli. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk – Eftir okkara tykki eigur ein amerikanari at loysa Paul Wolfowitz av í Heimsbankanum (George W. Bush, forseti) útlond Libanon kann aftur enda í einum eldi. Teir vápnaðu islam- istarnir ætla sær ikki at slaka – Tað var stjórnarherurin, sum byrjaði bardagarnar, og tí er tað eisini herurin, sum skal gevast fyrst, segði talsmaðurin hjá islamistiska felagsskapinum Fatah al­ Islam í morgun, og hann gjørdi greitt, at islamistarnir eru til reiðar at verja seg. – Heldur herurin fram við sínum álopum, eru vit til reiðar at stríðast til tann seinasta blóðdropan, segði Abu Salim Taha við fronsku tíðindastovuna AFP. Bardagarnir hildu fram í morgun, tá stjórnarhermenn hildu á at skjóta eftir støð­ um, sum Fatah al­Islam hev­ ur í einari palestinskari flóttafólkalegu norðan fyri býin Tripoli. Í gjárkvøldið heittu hjálparfelagsskapir á teir stríðandi partarnar um at steðga skjótingini, tí deyð og særd fólk liggja og sløðast í gøtunum í flótta­ fólkaleguni. Bardagarnir eru teir harð­ astu í Libanon, síðani tað 15 ára langa borgarakríggið endaði í 1990. Dagurin er í dag er tann triði við hørðum bardøgum. Teir báðar fyrstu dagarnar doyðu 20 islam­ istar, 32 stjórnarhermenn og 27 sivilfólk. Verri enn Norðmaðurin Geir O. Peder­ sen, sum er serligur ST­ sendimaður í Libanon, sigur við norskar fjølmiðlar, at hann stúrir fyri, at bar­ dagarnir fara at versna, og at teir eisini fara at breiða seg. ST­sendimaðurin sigur tað ikki vera óhugsandi, at libanski stjórnarherurin fer at leggja gamlar avtalur til viks og at senda hermenn inn í palestinsku flóttafólka­ leguna fyri at berja Fatah al­Islam niður, tí hvørki teir palestinsku myndugleikar­ nir ella palestinskir felags­ skapir í Libanon høvdu sett seg upp ímóti tí, sigur hann við NTB. Fyrrverandi forsetin iðrar seg um, at hann hevur sagt stjórnina hjá Bush vera ta ringastu í søguni0 – Eg var kanska ikki nóg varin, tá eg segði tað, sigur Jimmy Carter. Tað var á einum fundi leygardagin, at hann lýsti verandi stjórnina í Wash­ ington sum ta ringastu í amerikonsku søguni. Men orðini vóru ikki soleiðis meint, sigur hann nú. Hann meinti, at stjórnin hjá Bush er tann ringasta, sum USA hevur havt síðani stjórnina hjá Richard Nixon. Bretski forsætisráðharrin, Tony Blair, fekk eisini ákoyringar frá Carter leygar­ dagin. Við BBC segði fyrr­ verandi forsetin, at tað var ein sorgarleikur fyri heimin, at Blair styðjaði Bush í álopinum á Irak. – Vit fara at berjast til síðsta blóðdropa Carter tekur viðmerking aftur Jimmy Carter: – Eg var ikki nóg varin