týsdagur 22. mai 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 96 - 22. mai 2007
Hetta er tíðin, tá føroyingar kring alt landið
seta álit sítt á kortini mangan svikaliga veðr
ið og seta út í kortið mong fjølbroytt útitil
tøk. Eitt teirra fór fram seinasta vikuskifti.
Og tað eigur Føroya Ríðingarfelag rós uppi
borið fyri. Fá tiltøk her á landi munnu gleða
børnini so nógv sum afturvendandi árliga
tiltakið hjá Føroya Ríðingarfelag úti í Havn
ardali. Eingin ivi mundi vera um hetta
sunnudagin, tá túsundtals børn úr øllum
landinum hugnaðu sær saman við mongu
djórunum – ein fullkomiliga øðrvísi dagur
enn tann hesi børn og tey ungu uppliva ann
ars fyri tað mesta innandura, frammanfyri
telduna.
Føroyingar eru heimsmeistarar í at skipa
fyri tiltøkum av alskyns slag, og hetta var
so bert eitt av teimum mongu. Ikki tí at tað
er serliga hugaligt at skipa fyri útitiltøkum,
tá tú ongantíð kanst kenna teg vissan í, at
veðrið verður til vildar. Men løgið nokk, so
livir vónin alla tíðina um, at tað man fara at
ganga. Kanska verður tað ikki so galið kort
ini. Føroyingar munnu vera heimsins mest
tolna fólk.
Seinasta vikuskiftið var av teimum allar
bestu nakrantíð. Sunnudagin var so sjáld
sama gott veður, at fólk úr øllum landinum
høvdu leitað sær út í Havnardal til stórt
djóratiltak at gleðast saman við børnunum.
Vit kunnu bert fegnast um, at áhugafeløg av
ymsum slag taka stig til slík góð tiltøk, og
vit fara í hesum føri at ynskja Føroya Ríðing
arfelag góða eydnu við nýggju høllini, sum
verður bygd. Ein íløga í at troyta okkara
vøkru náttúru og livandi djóraverð er nakað,
sum vit øll eiga at fegnast um, tí hon kann
geva so mongum fleirfalt aftur. Við vón um
at vit fáa eitt gott summar og harvið væl
eydnað útitiltøk og tøkk til tykkum mongu,
ið brúka nógva orku og kreftir til at skipa
fyri. Her hugsa vit eisini um mongu stevnur
nar, sum standa fyri framman og um spenn
andi tónleikafestivalarnar í summar.
Sosialurin
Frálíkt tiltak
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1330
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Tíðindaskriv
Rættarmálið millum Føroya
Skiparaog Navigatørfelag
(FSN) og Fiskimálaráðið er
endað við semju millum
partarnar. Í hesum tíðinda
skrivi verður greitt frá, hví
málið er endað, uttan rættar
úrskurð.
Hví varð málið reist?
Eftir óhappið, sum Norrøna
var fyri 15. jan. 2004, setti
Skipaeftirlitið eina kanning
í verk av hesum óhappi.
FSN metti, at eingin heimild
var at gera eina slíka kann
ing, og vit mótmæltu hjá
landsstýrismannninum
í
fiskivinnumálum.
Hóast
okkara mótmæli bleiv kann
ingin framd. FSN setti ein
óheftan serfrøðing at gera
viðmerkingar til kanning
ina. Hann vísti á fleiri feilir
og brek við kanningarar
beiðinum. Tí avgjørdi FSN
at stevna Fiskimálaráðnum
fyri at fáa hesa kanning
dømda fyri at vera ógilduga,
og harvið eisini tær niður
støður, sum hon kom fram
til.
Støðan er broytt
Ólavur Hovsgarð, sum var
skipari á Norrønu, tá óhapp
ið hendi, hevur avgreitt øll
síni viðurskifti við sín fyrr
verandi
arbeiðsgevara.
Henda hending hevur merkt
hann rættiliga nógv, og
hann hevur eitt ynski um at
koma víðari í lívinum.
Landsins myndugleikar
hava víðar heimildir at
áleggja skiparum bøtur, um
teir fremja nakað brot á
sjólógina ella kunngerðina
um vaktarhald á skipum.
Vit vilja vísa á, at Ólavur
Hovsgarð onga slíka sekt
hevur fingið.
Vónandi fara fjølmiðlar
at hava virðing fyri, at hann
vil leggja hetta málið aftur
um seg. Møguligir spurning
ar skulu setast felagnum.
Nevndin í FSN hevur
umhugsað hetta mál gjølla.
Vit hava sett okkum spurn
ingin, hvat kunnu vit fáa
burtur úr einum slíkum rætt
armáli, ella kunnu vit fáa
meiri burturúr á annan
hátt?
Landsstýrismaðurin
í
fiskivinnmálum arbeiðir nú
við at gera eina nýggja
kunngerð um kanningar av
vanlukkum á sjónum. FSN
hevur latið viðmerkingar
inn til nevndu kunngerð.
Felagið tekur undir við, at
vanlukkur og størri óhapp
verða kannað til fulnar.
Men tað er av størsta týdn
ingi, at hetta verður gjørt
undir skipaðum viðurskift
um. Rættartrygdin hjá teim
um persónum, sum verða
kannaðir, eigur at vera vard.
Felagið hevur fingið eina
tilsøgn frá landsstýrismanni
nun um, at okkara sjónarmið
eisini verða tikin við, tá
tann endaliga kunngerðin
verður orðað.
Allir partar hava lært
Landsstýrismaðurin í fiski
vinnumálum ger nú eina
nýggja kunngerð, og tað er
ein viðurkenning, at støðan
sum hon nú er, má broyt
ast.
Stjórin á Skipaeftirlitinum
hevur sagt í miðlunum, at
teir hava lært nógv av óhapp
inum hjá Norrønu. Her
kann nevnast, at allir upp
lýsingar verða fingnir til
høldar, og at kanningin ikki
skal
almannakunngerast,
áðrenn partarnir hava havt
høvi at gera sínar viðmerk
ingar.
Tað er at fegnast um, at
Smyril Line nú vísir nógv
størri varsemi, tá Norrøna
skal leggja at í ringum
veðri. Vit fegnast eisini um,
at ferðafólk skilja, at neyð
ugt er at laga seg eftir
umstøðunum. Eisini eru
ábøtur gjørdar í Tórshavnar
Havn.
FSN hevur lært, at tað er
trupult at tryggja, at limir
okkara fáa eina virðiliga
viðferð, tá kanningar verða
gjørdar. Vit mugu tí ávirka
myndugleikarnar soleiðis,
at karmarnir kring hesar
kanningar eru nøktandi fyri
limir okkara.
Ólavur Hovsgarð gjørdi
tað, sum hann kundi fyri at
bjarga skipi, manning og
ferðafólki, tá skipið kom
illa fyri, orsakað av óvænt
aðum umstøðum. Niður
støðan í kanningini sigur, at
hetta var ein medvirkandi
orsøk til óhappið. Hetta er
sera trupult at fáa at vita hjá
einum, sum altíð hevur røkt
sítt arbeiði við størstu
ábyrgd. Vit skilja væl, at ilt
er at fóta sær aftur eftir
slíkt.
Criminalization of
seafarers
Soleiðis verður hetta fyri
brigdi nevnt í altjóða orða
skifti um sigling og sjó
vinnu. Tað er, at sjómenn,
sum útinna eitt lógligt og
erligt arbeiði, verða við
farnir sum stórbrotsmenn,
tá okkurt gongur galið, ella
okkurt smávegis brot er
framt á onkra reglu.
Sigling og fiskiskapur
eru sera týðandi vinnugrein
ir í føroyska samfelagnum.
Myndugleikarnir eiga at
smíða lógir og kunngerðir,
soleiðis, at havt verður í
huga, at sjómenn arbeiða
ofta undir nógvum trýsti og
undir vánaligum umstøð
um.
Føroya
Skipara
og
Navigatørfelag er í ár vertur
fyri Nordisk Navigatørkon
gress. Hesin fundur verður
hildin 7. og 8. juni. Tá fara
øll
tey
norðurlendsku
navigatørfeløgini at umrøða
mál av felags áhuga. Eitt
mál, sum er sett á skránna,
er júst hetta, hvussu skiparar
og stýrimenn frægast verða
vardir, tá ið óhapp og van
lukkur skulu kannast.
Semja millum FSN og Fiskimálaráðið
Eyðstein Djurhuus, form.
FøRoyA SKIPARA- og
NAvIgAtøRFELAg