Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-22, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. mai 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 96 - 22. mai 2007 13 viðmerkingar – donsk ávirkan á føroyskt mál er ovurstór!! Forvitnisligur málfyrilestur varð hildin í SVF fyri einum tveimum vikum síðani. Fyri­ lesturin snúði seg um pur­ ismu (málreinsan) og enska ávirkan á føroyskt mál. DESIGN=SNIЭ­SKAP­ AN!? Fólk vórðu m. a. spurd, um tey søgdu design ella sniðskapan. Sjálvur kenni eg, sum eri mállærari, ikki so væl orðið, sniðskap­ an; finni heldur ikki orðið í orðabókum. Snið og snið­ gevi (designer) kenni eg bet­ ur. PURISMA: Annars undr­ ar tað meg, at fólk tosa um purismu í sambandi við enskt mál. Purisma hjá okk­ um í Føroyum man heldur snúgva seg um danska ávirk­ an á føroyskt mál. Fyri fáum árum síðani var ein málráðstevna í Norð­ urlandahúsinum. Hon var um enska ávirkan á norður­ lendsk mál. Áhugaverd ráð­ stevna um t. d. enska ávirk­ an á danska málið; men hon hevði ikki so nógv við før­ oysk viðurskifti at gera Munnu málfrøðingar halda, at vit í Føroyum eru í somu støðu sum danir við­ víkjandi enskari málávirk­ an? Føroyskt verður í lítlan mun ávirkað av enskum, men í sera stóran mun av donskum!! (Lutfallið er kanska 95­5)!?! Aftrat móðurmálinum hava vit jú danskt, sum skal lærast næstan líka væl sum føroyskt, áðrenn vit fara til 3. málið, enskt, sum er fremmandamál. Danskt er allastaðni: sjón­ varpstekstur, bløð, bøkur, filmar o.s.fr. Enskum er nógv minni av, og haraftrat líkist enskt nógv minni før­ oyskum, enn norðurlanda­ málið, danskt, ger. Tað ger so sjálvandi, at vit ikki so gleivbeint taka við enskum orðum sum teimum donsku, kendu. Nøkur orð hava vit sjálv­ andi fingið úr enskum: trol­ ari, slupp o.s.fr., og tað er í lagi; men purisma hjá okk­ um hevur fyrst og fremst við allar danismurnar at gera: dúkka, interessant, hálvfjerðs (við ð), vanske­ ligar forhandlingar, gletsj­ arin smeltar, krisa, nærmari, ellars, bitturheit o.s.fr. o.s.fr. Taka vit t.d. vanskeligar forhandlingar (torførar sam­ ráðingar), so kundu føroy­ ingar ikki funnið uppá at sagt hatta á enskum, ”diffi­ cult negotiations”, tí enskt er so fjart frá føroyskum. Norðmenn brúka onkur ensk orð í fótbóltsmáli: keeperen, corner. Føroying­ ar herma bara eftir donsk­ um: hjørna, straffi, bani, felt o.s.fr. Eingin føroyingur sigur hasi orðini á enskum. Hvussu nógvir siga tey á føroyskum, man vera iva­ samt. E.S. At fleiri føroyingar siga design og offside, er neyvan av enskari málávirk­ an. Vit í Føroyum siga design og offside, tí danir siga tað, ikki tí bretar siga tað. fø.-, da.-, en.-lærari og puristur Eyðun á Borg Ein fyribilsloysn varð Hvíta­ nesvegurin kallaður, eftir at Kaldbakstunnilin á heysti 1992 læt upp. Henda fyri­ bilsloysn er tann dag í dag høvuðsfarleið frá øllum norðara parti av landinum til okkara høvuðsstað. Ein varandi loysn lá í kortinum, og hevur verið ávegis leingi, men kreppa, vantandi rað­ festing o.a. hava seinkað hesi ætlan. Í nøkur ár hevur verið ar­ beitt upp á nýggjan atkomu­ veg – eg skuldi kanska sagt ein annan atkomuveg, tí Hvítanesvegurin fer fram­ vegis at vera ein høvuðsfar­ leið til og úr Havnini norður­ eftir. Hetta arbeiðið er sum vera man nokkso átrokandi, tí ferðslan økist nógv og verandi loysn/fyribilsloysn gerst meira og meira ótíðar­ hóskandi. Nýggi vegurin byrjar á Sundsvegnum, har Skála­ fjarðartunnilin vónandi kemur upp um ikki so langa tíð. Síðani fer hann fram við vestan fyri íðnarøkið á Sandvíkahjalla, eystan fyri garðin á Vatnaskørðum og vestan fyri Stórutjørn. Norð­ an fyri verandi og komandi íbúðarbygging í Hoyvíks­ haganum og yvir í verandi ringvegaskipan við Kráku­ gjógv. Genialt haldi eg sjálv­ ur – tað halda serfrøðingar­ nir, ið hava gjørt ætlanina óivað eisini. Eitt megnar­ verk, ein vegur við hugsjón, ein framtíðarloysn langt inn í framtíðina, ein veruligur innkomuvegur til okkara høvuðsstað, ið vit kunnu vera stolt av og øllum brúk­ arum til gagns. Men ikki er alt uttan trupulleikar. Nakrir íbúgvar – nakrir, langt frá allir – við Villingardalsvegin hava víst nakað av misnøgd við linju­ føringina. Hon gongur ígjøgnum onkra trøð har nakrar dunnur og onkur gás eisini ganga og mala... Sjálvandi óheppið, men hvat skal man gera við tað? Legg vegin upp á hamaran omanfyri sýntist vera loysn­ in, ið bleiv slongd út. Ser­ frøðingarnir vóru ikki glað­ ir fyri ta loysnina, og so kom orðið tunnil sjálvandi eisini upp í hetta kjakið. Endin var, at teinurin ovar­ laga á Villingardalsvegnum til Krákugjógv – talan er um eini 800 til 1000 metrar, lá órørt. – Ein støða lík teirri í Leirvík var veruleiki, hóast onki hoyrdist til hana. Men nú er ein glotti fyri framm­ an, tí sambært heimasíðuni hjá Landseverk fer arbeiðið á hesum teini kortini í gongd í næstum. Havi skilt, at Landsverk hevur havt kunningarfund við teir ”misnøgdu” borgar­ arnir um hvørjar ætlanirnar ítøkiliga eru, og hvørji átøk verða knýtt at vegnum fyri at verja og varðveita verandi umhvørvi í mest møguligan mun. Haldi at hetta er flott av LV. Havi størstu viðring fyri, at man roynir at verja sína trøð. Sjálvandi óheppið at ein vegur kemur har man áður gekk í friði náðum og íðkaði sítt ítriv og kundi njóta friðin, men veruleikin er bara tann, at vit øll mugu gera okkara til at varðveita vælferð og framburð í landi okkara. Fram við nærum øllum ringvegum í Havn liggja traðir við kríatúrum, hesar vóru har eisini áðrenn ringvegirnir komu. Trúgvi ikki, at tey, ið dagliga virka á hesum traðum, hugsa stór­ vegis um, at vegur liggur tætt fram við. Tað er í hvussu er ein sannroynd, at ongin í dag hevði viljað havt ringvegirnir burtur. Eri sannførdur um, at sama verður galdandi fyri traðir­ nar undir hamrinum fram við Villingardalsvegnum. Eftir stutta tíð fer ongin at hugsa um atkomuvegin, og vit fara øll at taka hann fyri givnan. Haldi eisini, at tolnu borgararnir við Hvíta­ nesvegin hava uppiborið ein lætta fyri teirra tol øll hesi árini, vegur teirra hev­ ur verið ein fyribilsloysn sum høvuðsvegur til Havn­ ar. Um stutta tíð fara tús­ undavís av havnarborgarum og landsborgarum vónani at fegnast um vegin, meðan lívið á traðunum fram við gongur sína stillu vanligu gongd. AndrEAs MouritsEn Atkomuvegur til Havnar MENTAN Tíðindaskriv Millum ár og dag koma lutfalsliga stórar upphædd­ ir til Føroya úr norður­ lendskum grunnum. Ein av grunnunum er Norður­ lendski Mentunargrunn­ urin. Grunnurin, sum býtir út árliga 25 mió. krónur til norðurlendskar verkætl­ anir, verður stjórnaður av 13 limum. Tveir limir verða valdir fyri hvørt av ríkjunum, meðan tey trý sjálvstýrandi økini hava hvør sín lim. Fyri 2007 og 2008 umboðar Jógvan við Keldu aftur Føroyar. Um­ framt at hann eisini fyrr hevur verið nevndarlimur, er hann limur í Norður­ landaráðnum. Við at fara inn á heima­ síðuna www.nordiskkulturfond.org ber til at síggja, hvørjar verkætlanir grunnurin stuðlar, og eisini síggjast tær verkætlanir, sum grunnurin hevur stuðlað til Føroya og sjálvandi onnur lond. Í høvuðsheitum stuðlar grunnurin upp til tvey ár og at helst skulu verða trý norðurlond um verkætlanina. Grunnurin verður ikki roknaður sum afturvendandi stuðuls­ grunnur eftir tey tvey árini. Leggjast kann eisini afturat, at grunnurin stuðl­ ar millum tvey lond, har t. d. Føroyar kunnu vera við í eini verkætlan, har t.d. Noreg, Svøríki ella Dan­ mark eru høvuðsumsøkj­ ari. 10. og 11. mai var fund­ ur í Keypmannahavn, har 520.000 krónur av 6.9 mió. krónum vóru játtaðar beinleiðis og óbeinleiðis til Føroyar. Góðar verkætlanir Ein stór verkætlan er í samband við, at Norður­ landahúsið komandi ár fyllir 25 ár og í tí sam­ bandinum leggur til rættis listaframsýning við 17 listafólkum, har 10 teirra eru úr Føroyum, 4 úr Dan­ mark, 1 úr Íslandi og 2 úr Grønlandi. Umframt at framsýning­ in verður í Norðurlanda­ húsinum í Føroyum verður ferðast til Lansmuseet á Gotlandi, til Stavanger kulturstad, Overgaarden ella Sophienhjem í Keyp­ mannahavn og so til Norð­ urlandahúsini í Reykjavík og Katuaq í Nuuk. Framsýningin verður mett listarliga at liggja á høgum støði, og at hon ferðast til ymsu londini, verður hildið sum givna orsøk at stuðla hesi verk­ ætlan. Nólsoyar Dansifelag Svenska Visarkivet hevur vegna Nólsoyar Dansifelag søkt um 120.000 krónur, sum eisini eru játtaðar til eina ferð til norðurlendsku høvuðsstaðirnar Oslo, Helsinki, Stokhólm og Keypmannahavn at vísa føroyskan dans. Ferðin tekur eina viku. Endamálið er at vísa liv­ andi føroyska fólkadans­ arasiðvenju og fyri áhug­ aðar norðurlendingar eini sjálvi at royna dansin. Ferðin verður eisini mett at stuðla undir, at føroy­ ingar halda fram við at menna sangin og dansin. Umframt fara luttakararnir at fáa eina mentanarsøgu­ liga kunning um teir fýra høvuðsstaðirnar. Norðurlendski Mentanargrunnurin: Játtar 520.000 krónur til Føroya Arbeiðsbólkurin, ið arbeiðir fyri at fáa til vega nýggja Ritu, legði á borgarafundinum í Nólsoy 15. mai fram arbeiði higartil. Orsøkin, at vit settu fram ynski, at Tórshavnar kommuna og nólsoyarnevndin skipaðu fyri almennum fundi, var fyrst og fremst at vita hvat nólsoyingar halda um tær ætlanir vit hava. Prátið gekk væl og tá ið gott og væl 50 fólk ikki høvdu stórvegis spekulatiónir til okkara ætlanir, so ganga vit áfram við fullum huga at pressa á at nýggja Ritan er tøk á sumri 2009 – í seinasta lagi. Í kortunum liggur, at Jacob Vestergaard kallar SSL og arbeiðsbólkin til fundar fyri summarfrítíðina. Á hesum fundi vóna vit sjálvsagt at SSL hevur góðar ætlanir fyri nýbygging og somuleiðis ítøkiligar ætlanir um tað skip, ið skal røkja samferðsluna komandi tvey árini áðrenn nýggja Ritan er liðug. Tey krøv, ið arbeiðsbólkurin hevur sett upp snúgva seg fyrst og fremst um komfort og farm. Í krøvunum um komfort, er bæði at ein og hvør sleppur trygt og høgliga í ferðahølið ­ við egnari hjálp. Harafturat er sjálvsagt eisini krav at ferðafólkið ferðast í friðaligum umhvørvi, har møguleiki er at práta saman og somuleiðis at wc­viðurskiftini eru fyriskipað rørslutarnaðum. Nógv onnur fyrilit eru og tey hevur arbeiðsbólkurin lýst í faldarum, greinum og práti frammanundan. At krøv eru um farmaflutning, er sjálvsagt við tí í huga, at á dekkinum skal verða rúm fyri tveimum stórum bilum, so oljuflutningur, renovatiónsbilar, handilsfarmur, vanligur bilaflutningur o.m.a. kann fara fram eftir forskriftum, ið hóska nútíðini til. Sjálvsagt eru fyrimunir við líkbili sera frammaliga í huga á teimum, ið hava sæð líkkistu hanga í krana í leysum lofti – lyft beint úr last, ið verður nýtt til so mangt. Spurningur kann setast við um 6 persónbilar ella fleiri skulu rúmast á dekkinum, men hetta skal eisini haldast í mun til hvussu stórt nýggja skipið skal vera í mun til hvussu onnur skip áður hava eydnast. Okkara uppskot er eisini at ferðafólkatalið er 180 um veturin og so nakað meira um summarið. Arbeiðsbólkurin legði fram, at tá ið talan er um at flyta bilar um fjørðin, skulu atlit sjálvsagt eisini takast til hvussu hetta verður loyst í bygdini, so at hugnaliga bygdarlívið ikki verður órógva ov nógv. Sjálvsagt hevur SSL tøl av ymsum slag um hvussu ferðast verður um fjørðin. Tó er at hava í huga, at umstøðurnar vit hava livað undir í so mong ár, eisini eru orsøk til at hvørki bila­ ella ferðafólkaflutningur kann verða heilt nógvur tá ið hendan Ritan ikki hevur møguleika til tað stóra. Optimalt er at SSL skipar fyri almennum fundi í Nólsoy sum skjótast, har ætlanir verða lagdar til hoyringar. Landsstýrismaðurin hevur kunnað arbeiðsbólkin, at ætlanir eru at skipa fyri fundi í heyst – men tá verður trupult (kanska ógjørligt) at gera broytingar. Tí Jacob Vestergaard hevur givið lyfti um at nú peningur er játtaður til verkætlanina, so verður verkætlanin liðug fyri ársskiftið! Harvið er møguleiki at nýggja Ritan røkir farleiðina á sumri 2009 f. arbeiðsbólkin Jákup Av skArði Ritan anno 2009 Ensk ávirkan á føroyskt mál er lítil