Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-22, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. mai 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 96 - 22. mai 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Dagurin 23. mai. Desiderius. Tvey halgimenni bera hetta navn. Annar var biskupur í Langres í Fraklandi, tikin av døgum í 364 ella 411. Hin var biskupur í Vienne í Fraklandi, steinaður til deyða í 608. Týdningurin er hin ynskti. Her er ein mynd, sum vit hava gjørt eina roynd at tíðarfesta. Vit eru komin til tað úrslit, at hon helst er frá 1965. Myndin er tikin á Eystaru bryggju í Havn. Fremst á myndini er strandfaraskipið Sigmund­ ur hjá Thorshavans Mælke­ forsyning og Margarine­ fabrik, sum sigldi frá 1950 til 1967. Síðan koma fraktbátarnir Rókur og Rókur II hjá Skipa­ felagnum Føroyar. Uttan á teimum er strandfaraskipið Ternan, sum landið átti og kom til Føroyar í 1946. Í 1962 varð Ternan seld til Mjólkaforsýningina og sigldi til 1975. Í krókinum er ferðamanna­ skipið Tjaldur hjá Skipa­ felagnum Føroyar sum kom í 1953 og varð selt av landinum í november 1967. Aftan fyri Tjaldur er ferða­ mannaskipið Dronning Alexandrine hjá DFDS, ið sigldi til Føroyar frá 1927 til á vári í 1965. Síðan sæst Bakur hjá Skipafelagnum. Bilurin á myndini er ein Ford Taunus 17m við nummarplátuni Fø 7.387. Við hjálp frá Ford­arkivinum hjá P/F Wenzel, hava vit funnið fram til, at talan er um hýruvognin hjá John Sim­ onsen á Argjum, sum koyrdi á bilstøðini BIL (tel. 1444) í Havn. Bilin keypti John í november í 1964. Okkara niðurstøða er, at 1965 er ikki langt av leið. Av tí at bilurin er komin síðst í 1964 og Dronning Alexandrine gavst at sigla til Føroyar á vári í 1965. Um onkur veit meira um hesa myndina, er viðkom­ andi vælkomin at kontakta Annfinn Danielsen á telefon: 224124. Eystara bryggja í Havn í 1965