týsdagur 22. mai 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 96 - 22. mai 2007
15
Lítla Sóley Kastalag, dóttir Gunnvá og Høgna
Kastalag, andaðist á Landssjúkrahúsinum 21. mai,
8 mánaðar gomul. Jarðarferðin verður kunngjørd
seinni.
Marnar Dam, ættaður av Norðskála, búsitandi í
Oyndarfirði, andaðist í gjár 21. mai, 36 ára gamal.
Jarðarferðin verður kunngjørd seinni.
Andlát og jarðarferðir
nøvn
Fríggjadagin 13. apríl 2007
hevði Tórshavnar Kvøld- og
Ungdómsskúli próvtøku í
fakinum “Dugnaskaparroynd
í sigling”, har 17 næmingar
fingu prógv. Undirvísingin
var á Vinnuháskúlanum
(Føroya Sjómansskúla).
Annars verða aðrar próvtøkur
hjá Tórshavnar Kvøld- og
Ungdómsskúli lidnar í juni
mánað. Prógvið gevur rætt
til at føra skip til og við 99
bruttotons í heimasjógvi
(200 fjórðingar).
Hesi tóku prógv í fakinum
“Dugnaskaparroynd
í
sigling”. Fremra rað f.v.:
Jákup Bærentsen, Sund, Her-
mann Dam, Argir, Annfinn
Hansen, Tórshavn, Jógvan
Fróði Hansen, Leirvík,
Eyðun Hjaltalin Vestergaard,
Tórshavn, Torfinn Højgaard,
Argir, Elin Jensen, Tórshavn,
Marius Jensen, Tórshavn, og
Regin Joensen, Toftir.
Aftara rað f.v.: Kristian
Poulsen, lærari, Christoffer
Lützen, Tórshavn, Finnur
Lützen, Tórshavn, Johannes
Mortensen,
Tórshavn,
Sæbjørn B. Nielsen, Hoyvík,
Ámundur Nolsøe, Nólsoy,
Árni Sørensen, Argir, Karst-
in Wang, Kvívík, Torbjørn
Viderø, Tórshavn, og Petur
Hans Dahl, lærari
Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli:
Dugnaskaparroynd í sigling
Í sambandi við verkætlanina
”Tú hevur rætt” hjá Barnabata
letur listaframsýning upp í
Mentamálaráðnum hósdagin
24. mai 2007, kl. 15.00.
Á framsýningini, ið ber
heitið ”Avskjed og gjensyn”,
sýna tveir norskir listamenn
verk síni. Paul Meldal hevur
saman við soni sínum Espen
Solli skapt eina myndarøð,
ið lýsir sambandið millum
pápa og son, tá foreldur
fara hvør til sítt. Úr hvør
sínum sjónarhorni lýsa pápi
og sonur, hvussu teir hava
upplivað tað.
Myndirnar vísa lívið, sum
hevur verið merkt av ”avskjed
og gjensyn”. Myndirnar
hjá soninum Espen Solli
snúgva seg um sambandið
við bæði foreldrini, frá tí
hann var barn, til hann í
dag er vaksin. Myndirnar
hjá pápanum, Paul Meldahl,
lýsa sambandið millum hann
og sonin.
Espen Solli tekur foto-
myndir, og Paul Meldahl
brúkar olju á lørift.
Í sambandi við fram-
sýningina er serligt tilfar
framleitt, ið snýr seg um
støðuna, sum børn koma
í, tá foreldur fara hvør til
sítt. Tilfarið er í 3 ymiskum
útgávum – eitt til børnini,
eitt til foreldrini og eitt til
tey, sum arbeiða við børnum
s.s. lærarar, pedagogar osfr.
Tilfarið verður at finna á
www.eg.fo fríggjadagin 25.
mai 2007.
Tá framsýningin letur
upp fer Karin Brattaberg
at greiða frá, hvussu og hví
henda framsýning kom í
lag. Búi Dam og Ása Vraa
Olsen fara at framføra nøkur
løg og greitt verður eisini
frá nýggja tilfarinum, ið er
framleitt.
Framsýningin, ið er
almenn, er opin til 1. sep-
tember 2007, og eru øll væl-
komin.
Listaframsýning í Mentamálaráðnum:
»Tá foreldur fara hvør til sítt «
Fríggjadagin 15. juni
verður fyri fyrstu ferð
nakrantíð skipað fyri
stórum ítróttatiltaki
fyri sinnisveik. Tiltak
ið verður hildið á gras
líkisvøllinum á
Argjum
Tíðindaskriv
Fyri fyrstu ferð nakrantíð
verður nú skipað fyri stórum
ítróttatiltaki fyri sinnisveik.
Tað eru Stuðulstænastan,
dagdeildin á Psykiatriska
deplinum og Sambýlið í
Eysturstræti, ið hava tikið
stig til tiltakið, sum verður
hildið á graslíkisvøllinum á
Argjum fríggjadagin 15.juni
frá klokkan 9-16.
Ítróttatiltakið, fyri øll sinnis-
veik í landinum og teimum
starvsfólkum, sum dagliga
arbeiða við teimum, sprettir
úr einum innanduratiltaki, ið
hevur verið hildið seinastu
tvey árini. Fyri at fáa enn fleiri
við, verður nú ístaðin skipað
fyri uttandurakappingum í
fótbólti, boccia, rundbólti og
kúluvarpi. Tað er ikki neyðugt
at luttaka í kappingunum
fyri at vera við – “fjepparar”
eru eisini vælkomnir -
men høvuðsendamálið við
degnum er tó at økja áhugan
hjá teimum luttakandi fyri
rørslu og sunnum livimáta.
Heiðursmerki verða latin
vinnandi
liðunum
og
einstaklingum.
Neyðugt er at boða frá
luttøku frammanundan, og
tað kann gerast á tlf. 354020,
ella við senda ein teldupost
til
studulstaenastan@
naerverk.fo áðrenn 31.mai.
Tað kostar 100 krónur fyri
hvønn at luttaka, og tá er
morgunmatur, ein biti á
døgurða og kaffi, te og køk-
ur við í prísinum, umframt,
at luttakararnir fáa eina
t-skjúrtu sum prógv fyri
luttøku í ár.
Stjórin í Nærverkinum,
Mary í Garði, fer at bjóða
vælkomin,
og
lands-
stýrismaðurin í Almanna
og heilsumálum, Hans Pauli
Strøm, setur ítróttadagin.
Ætlanin er, at tiltakið skal
verða afturvendandi.
Ítróttadagur fyri sinnisveik
Lítla
Sóley Kastalag
dóttir Gunnvá og Høgna Kastalag
andaðist á Landssjúkrahúsinum 21. mai,
8 mánaðar gomul.