Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-22, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. mai 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 vinnusíðurnar Nr. 96 - 22. mai 2007 AlivinnA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á Viking Seafood, sum er fyrrverandi Bátafisk á Strondum, tóku tey í morgun tey fyrstu tonsini av sílum til sláturs. Hetta eru síl hjá P/F Týggjará, sum hevur aling á Kaldbaksfirði. Lagalig byrjan Brandur Jacobsen hevur verið stjóri á Viking Seafood, síðan virkið byrjaði sum sláturvirki til laks og síl í ár 2000. - Vit byrja við 20 tonsum í dag, og síðan fáa vit at síggja, hvussu støddin av tøkuni verður um dagarnar. Sílini verða kruvd, vaskað og pakkað. Ein partur verður ísaður feskur, og ein partur verður avhøvdaður og frystur. Á Viking Seafood taka tey sær eisini av søluni, og frystu sílini fara í fyrsta lagi til Asiu, Japans og Ruslands. - Vit taka okkum av søluni, og vit hava eisini aðrar, sum selja fyri okkum, sigur Brandur Jacobsen. Støðugt arbeiði Stjórin sigur, at ætlanin hjá Viking Seafood er at taka síl restina av hesum árinum, og hann væntar, at arbeitt fer at verða á virkinum at kalla hvønn yrkadag. - Umframt sílini á Kald- baksfirði, hava vit eisini 400.000 síl svimjandi út fyri Øravík, sum skulu takast seinni í ár. Tað eru feløgini, Viking Seafood, Týggjará og Funn- ingslaks, sum standa aftanfyri alingina og sláturvirki, og sentrali parturin í øllum hesum virksemi er Havsbrún í Fuglafirði. Feløgini hava eisini síl og laks svimjandi aðrastaðni, eitt nú á Funningsfirði og á Gøtuvík. Steðgir eru Vit spurdu eisini Brand, hvussu tað hevur hepnast hjá Viking Seafood at manna seg aftur, nú sláturvirksemið hevur ligið stilt síðan við ársenda. - Tað er sjálvandi eitt sindur trupult í tíðum sum hesum at manna seg aftur, tá ið langir steðgir eru, sum tað nú einaferð er í hesi vinnu. Á einum sláturvirki, sum tekur sær av alifiski, verður tøkan eitt sindur samantrýst, og nøkur fólk leita sær aðra- staðni, tá vit einki hava at bjóða teimum. Men kortini letur stjórin ikki so illa at. - Vit hava brúk fyri umleið 20 fólkum, harav størri helmingurin eru kvinnur. Kjarnan eftir Brandur Jacobsen sigur, at tað hevur eydnast teimum, nú tey fóru í gongd aftur Strandingar aftur - Tað er eitt sindur trupult í tíðum sum hesum at manna seg aftur, tá langir steðgir hava verið, sum tað nú einaferð er í hesi vinnu. Á einum sláturvirki, sum tekur sær av ali- fiski, verður tøkan eitt sindur saman- trýst, og nøkur fólk leita sær aðra- staðni, tá steðgir eru, sigur stjórin á Viking Seafood, sum kortini ikki letur so illa at, nú tøkan av sílum er byrjað aftur Sisimiut høvuðsbýur Sum lið í kommunusamanleggingini í Grønlandi verða tvær av teimum stóru kommununum, Sisimiut og Maniitsoq, lagdar saman, og nú er avgjørt, at Sisimiut verður høvuðsbýur í nýggju kommununi. Tað ber í sær, at Maniitsoq missir bæði borgarstjóra og kommunustjóra, tí sambært semjuni skulu tey búgva í Sisimiut í framtíðini. Men semjan sigur eisini, at Maniitsoq skal kortini ikki missa arbeiðspláss av samanleggingini. Ikki úr Billund Írska lágprísflogfelagið Ryanair umhugsar at skipa fyri fleiri rutum til og úr Billund, skrivar JydskeVestkysten. Sum er flúgva flogførini hjá Ryanair millum Billund og Madrid, Dublin og Pisa, og næsta ár koma Milano og Barcelona upp í rutukervið hjá felagnum. Leiðslan hevur góðar vónir um framtíðina og væntar, at ferðafólkatalið fer at liggja um 300.000 um árið, tá ruturnar millum Billund, Milano og Barcelona koma afturat. Stutt fyri middag í gjár hendi ein arbeiðsvanlukka umborð á einum alibáti á Oyndarfirði. Vanlukkan kravdi einum 36 ára gomlum manni lívið ArbeiðsvAnlukkA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Gjárdagurin gjørdist ófrætta- kendur í Oyndarfirði í gjár, tá ið løgregla og sjúkrabilur komu til bygdar. Ein arbeiðsvanlukka var hend umborð á einum ali- báti, sum hevði kostað einum ungu manni lívið. Kristian Martin Joensen, sýslumaður í Eysturoy, sigur, at Alarmsentralurin fekk boðini um tilburðin um 11.30-tíðina í gjár og bæði sjúkrabilur, lækni og løgregla fóru beinanvegin á staðið. Einsamallur á báti - Teir arbeiddu umborð á alibátum á Oyndarfirði, tá vanlukkan hendi. Maðurin, sum hesa løtu var einsamallur í tí eina bátinum, varð av eini ella aðrari orsøk kleimdur fastur í ein enda. Sýslumaðurin segði í gjár, at løgreglan kannar málið, og tað ger Skipaeftirlitið eisini. - Enn er ov tíðliga at stað- festa, hvussu syndarligi til- burðurin er farin fram, segði Kristian Martin Joensen, tá vit høvdu hann í telefonini seinnapartin í gjár. Skriva frágreiðing Sosialurin royndi í morgun at fáa greiði á, hvat er hent 36 ára gamla manninum í alibátinum, men á løg- reglustøðini í Runavík var sýslumaðurin upptikin. Vit ringdu eisini til Skipa- eftirlitið, og har var stjórin eisini upptikin á fundi. Á Skipaeftirlitinum fingu vit tó at vita, at tey nú eru í holt við at skriva eina frá- greiðing um tilburðin, sum kostaði tí 36 ára gamla manninum lívið. Arbeiðsvanlukka kravdi mannalív Tað var ófrættakent í Oyndarfirði í gjár, tá ið løgregla og sjúkrabilur komu til bygdar. Ein ungur maður hevði latið lív av arbeiðsvanlukku umborð á einum alibáti