týsdagur 22. mai 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
vinnusíðurnar
Nr. 96 - 22. mai 2007
farnir at taka síl
í morgun, at varðveita
kjarnuna, sum hevur verið
grundarlagið undir arbeiðs
gongdini.
Vit hava ikki fingið øll
fólkini aftur, men tað hevur
stóran týdning fyri okkum,
at nøkur roynd fólk eru við
aftur. Tað er sjálvandi lættari
at byrja aftur við fólki, sum
hava arbeitt við hesum áður,
sigur hann.
Flestu av teimum, sum
arbeiða hjá Viking Seafood,
eru úr økinum á vestara armi
á Skálafjørðinum.
Vit eru farin í gongd aftur
við góðum treysti, sigur
Brandur Jacobsen, stjóri á
Viking Seafood.
Á Viking Seafood á Strondum hevur
sláturvirksemið ligið stilt síðan við
ársenda, men í morgun fóru tey í gongd
aftur. Væntandi verður støðugt arbeiði á
virkinum restina av hesum árinum
Sílini verða kruvd, vaskað og pakkað. Ein partur verður ísaður feskur, og ein partur verður
avhøvdaður og frystur
Fleiri pallar
Mærsk Olie og Gas hevur stórar ætlanir í Norðsjónum í
summar. Tann størsta einstaka ætlanin er útbyggingin á
Halfdanleiðini, sum skal hava tríggjar pallar afturat. Teir
tríggir pallarnir viga tilsamans 13.000 tons, og tað er næstan
tvær ferðir meiri, enn Eiffeltornið í París vigar. Útbyggingin
á Halfdanleiðini kostar góðar tvær mia. krónur, men hon
fer eisini at hava við sær, at dagliga framleiðslan, sum nú
er 100.000 tunnur, veksur munandi.
Bussførari svímaði
Ferðafólkini í einum donskum ferðamannabussi vóru stak
heppin ikki at fáa skaða, tá førari teirra brádliga svímaði á
einum motorvegi í Suðurtýsklandi. Førarin fekk brádliga
pínu í búkin, og hann gjørdi tí av at snara inn á eitt
steðgipláss. Men tíverri misti hann vitið, áðrenn hann fekk
steðga bussinum, sum rendi á tríggjar lastbilar, áðrenn hann
snaraði út aftur á motorvegin. Men tá raknaði bussførarin
við aftur og fekk tamarhald á bussinum.
Eingi línuskip hava
landað í Klaksvík hesa
vikuna, men land
ingarformaðurin hjá
Landingarmiðstøð
Føroya í Klaksvík
væntar, at tey fyrstu
línuskipini koma inn
aftur at landa beint
eftir hvítusunnu
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Á Landingarmiðstøð Føroya
í Klaksvík vænta tey fleiri
partrolarar við upsa hesa
vikuna.
Fýra partrolarar landaðu
í gjár.
Safir og Smaragd høvdu
sløk 120.000 pund tilsamans,
og Navarin og Borgarin,
sum eru gomlu Polarhav
og Stjørnan, høvdu eisini
umleið 120 pund tilsamans.
Mikudagin vænta tey
Fjalshamar og Nónhamar,
og tá Landingarmiðstøð
Føroya frætti frá teimum í
gjár, høvdu skipini umleið
200 kør inni.
Kørini taka umleið 290
kilo hvørt.
Pól Fuglø, landingarfor
maður, heldur ikki, at upsa
skipini í Klaksvík lata so væl
at fiskiskapinum í løtuni.
Men tað eru ikki øll
upsaskipini, sum lata illa
at.
Sosialurin veit at siga, at
eitt nú Bakur og Stelkur, sum
Faroe Seafood eigur, hava
gjørt tveir rættiliga góðar og
stuttar túrar í seinastuni.
Eingi línuskip
Eingi línuskip hava landað í
Klaksvík hesa vikuna, men
væntandi er, at tey fyrstu
koma aftur av túri beint eftir
hvítusunnu.
Pól Fuglø sigur, at Núpur,
sum er í Íslandi, hevur latið
hoyra frá sær, og teir lata
ikki so væl at fiskiskapinum
í løtuni.
Eg vænti, at Núpur kemur
beint eftir hvítusunnu, og
tá vænti eg eisini, at onn
ur línuskip koma innaftur
at landa, sigur landingar
formaðurin.
Seks trolarar
landa í Klaksvík
Hesa vikuna landa teir bara upsa í Klaksvík. Línuskipini koma
helst ikki innaftur fyrr enn eftir hvítusunnu
Mynd: Vilmund Jacobsen