Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-22, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. mai 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 vinnusíðurnar Nr. 96 - 22. mai 2007 Tórshavnar Havn hevur keypt ein so­nevndan bylgjubrót­ ara, sum verður lagdur undir Bakka so­leiðis, at kyrt verð­ ur innanfyri á landsynningi KYRRA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Bátarnir, sum liggja úti undir Bakka í Havn, hava havt trupulleikar á landssynningi, tí tað hevur hug at gerast ókyrt. Hetta vil Tórshavnar Havn nú verja fyri, og tí hava teir keypt ein sonevndan bylgjubrótara, sum skal fortoyast uttarliga úti undir Bakka. Talan er um eina bátabrúgv, sum kortini stingur djúpri enn tær vanligu. Bylgjubrótarin kemur úr Svøríki og vigar eini 40 tons, ímóti teimum vanligu, sum liggja um 20- 25 tons. Hetta, at bylgjubrótarin vigaði so nógv, hevði ávísar flutningstrupulleikar við sær. Samskip legði hann upp inni á Kollafirði, og síðani varð hann sleipaður til Havnar í gjár. Hann verður lagdur endaliga upp á pláss ein av døgunum. – Bylgjubrótarin er 20 metrar langur og tríggjar breiður. Hannn stingur serliga djúpt, tí hann skal bremsa súðinum undir honum. Síðani er hann gjørdur soleiðis, at til ber at leggja til at honum, sigur Hannis Joensen frá Tórshavnar Maskinverkstaði, ið hevur latið bylgjubrótaran. Sum nevnt verður roknað við, at bylgjubrótarin kann Bylgjubrótari skal kyrra undir Bakka Bylgjubrótarin varð sleipaður av Kollafirði til Havnar í gjár Mynd: Jens Kristian Vang Sisimiut høvuðsbýur Sum lið í kommunusamanleggingini í Grønlandi verða tvær av teimum stóru kommununum, Sisimiut og Maniitsoq, lagdar saman, og nú er avgjørt, at Sisimiut verður høvuðsbýur í nýggju kommununi. Tað ber í sær, at Maniitsoq missir bæði borgarstjóra og kommunustjóra, tí sambært semjuni skulu tey búgva í Sisimiut í framtíðini. Men semjan sigur eisini, at Maniitsoq skal kortini ikki missa arbeiðspláss av samanleggingini. Ikki úr Billund Írska lágprísflogfelagið Ryanair umhugsar at skipa fyri fleiri rutum til og úr Billund, skrivar JydskeVestkysten. Sum er flúgva flogførini hjá Ryanair millum Billund og Madrid, Dublin og Pisa, og næsta ár koma Milano og Barcelona upp í rutukervið hjá felagnum. Leiðslan hevur góðar vónir um framtíðina og væntar, at ferðafólkatalið fer at liggja um 300.000 um árið, tá ruturnar millum Billund, Milano og Barcelona koma afturat. Tað eydnaðist ikki semings- monnunum Alfred Petersen og Jógvan Amonsson at finna eina semju millum Arbeiðsgevarafelagið hjá Fíggjarstovnum í Føroyum og Finansforbundet. Før- oysku peningastovnarnir og tryggingarfeløgini fara tískil at skerja teirra virksemi frá mikumorgninum 23. mai 2007. Um trý-tíðina náttina til týsdagin 21. mai ásannaðu semingsmenninir, at AFF og Finansforbundet eru ov langt frá hvørjum øðrum til, at eitt semingsuppskot kundi verða lagt fyri partarnar. Tað er sera óheppi, at fak- feløgini á fíggjarøkinum ikki samráðast saman, og tað er hetta, sum hevur skapt ta støðu, vit í dag eru í. AFF gjørdi fyri einum góðum mánaði síðan ein sáttmála við Yrkisfelagið hjá Fíggjarstovnum í Føroyum, sum umboðar tann partin av starvsfólkunum í fíggjargeiranum, sum ikki arbeiða í Føroya Banka ella Trygd, svarandi til umleið 70% av starvsfólkunum á fíggjarøkinum. Sáttmálin við YFF er á sama støði, sum sáttmálin Fíggjarmálaráðið og Starvs- mannafelagið gjørdu fyrr í ár. Tað er tískil trupult fyri AFF at síggja nakra grundgeving fyri, hví Finansforbundet krevur eina størri hækking fyri starvsfólkini í Føroya Banka og Trygd, enn restin av fíggjarheiminum og aðrir bólkar í samfelagnum annars hava fingið. AFF harmast um, at skerda virksemi kann vera til ampa fyri viðskiftisfólk og samstarvsfelagar hjá peningastovnunum og tryggingarfeløgunum næstu dagarnar. Undir arbeiðssteðginum hava hesar deildir opnar: Deildirnar hjá Føroya Banka í Niels Finsensgøtu og Húsagøtu í Tórshavn Deildirnar hjá Eik Banka í Sverrisgøtu og Yvir við Strond í Tórshavn Deildin hjá Norðoya Sparikassa í Klaksvík Deildin hjá Suðuroyar Sparikassa í Vági Deildin hjá Tryggingarfelagnum Føroyar á Kongabrúnni í Tórshavn Deildin hjá Føroya Lívstrygging í Quillingsgarði í Tórshavn Trygd í Gongini í Tórshavn Kaupthing Føroyar í Bókbindaragøtu í Tórshavn Allar aðrar deildir hjá lim- unum í AFF hava stongt í tíðarskeiðnum, arbeiðs- ósemjan stendur við. Arbeiðið á Elektron er óbroytt, soleiðis at øll viðskiftafólk kunnu nýta vanligu sjálvsavgreiðsl- urnar. Ku n n i n g u m arbeiðssteðgin verður løgd á heimasíðuna hjá Vinnu- húsinum www.industry.fo so hvørt nakað nýtt er at frætta. Semingsroyndin bar ikki á mál Tíðindaskriv frá AFF Kenneth Samuelsen, formaður í Bankafelagnum og Kent Petersen, næstformaður í Finansforbundet sum samráddust vegna bankafólkini Mynd: Jens Kristian Vang