týsdagur 22. mai 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
vinnusíðurnar
Nr. 96 - 22. mai 2007
Oljufelagið BP lat í
farnu viku Jarðfeingi
umsókn um boriloyvi
á landgrunninum í
summar. Vegna seink
ing í boring hinu
megin markið er
boringin hjá BP útsett
til í september
Oljuleiting
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Eitt av heimsins størstu olju
feløgum, BP lat í vikuni før
oysku oljumyndugleikunum
Jarðfeingi endaligu umsók
ina um at bora á landgrunn
inum í summar. Tað var
stjórin sjálvur, Hjarnar Djur
huus, sum handaði Jarð
feingi
umsóknina.
Slík
umsókn skal latast myndug
leikunum ummleið tríggjar
mánaðir, áðrenn sett verður
á at bora.
Talan er um at bora Will
iambrunnin inni á basalti
num í summar. Samtíðis
sum umsóknin varð latin
inn, hevur BP fingið at vita
frá boripallfelagnum Trans
ocean, at boripallurin Trans
ocean Rather ikki verður
klárur til boriuppgávuna á
føroyskum øki fyrr enn
einaferð í september. Orsøk
in er tann, at boripallurin er
vorðin seinkaður nakað, nú
hann borar fyri Chevron
hinumegin markið. Tað hev
ur verið gitt, at boringin fór
at verða úsett, nú veður hev
ur tarnað arbeiðinum á
Rosebankøkinum nógv. Eis
ini hevur verið gitt út frá
verandi støðuni, at boringin
fór kanska at verða útsett til
í næsta ár. Ta avgerðina
mugu vit so bíða við at
frætta um, tí enn er so ætl
anin at bora í september.
Í løtuni er boripallurin í
ferð við at bora annan av
trimum brunnum fyri Chev
ron. Ætlanin var annars, at
BP skuldi seta borin í
einaferð í juli. Hjarnar Djur
huus sigur við Sosialin, at
teir vóna at kunna seta á í
september. Í løtuni verður
arbeitt við at fáa avtalur í
lag við undirveitarar, her
ikki minst føroyskar.
Umframt BP eru Shell og
Anadarko partur av hesi
boriætlanini. Hetta verður
so aðru ferð, at tað verður
sett á basaltið inni á land
grunninum.
Fyrstu
ferð
varð í fjør tá eitt samtak við
Statoil sum fyristøðufelag
boraði Brugduna. Úrslitið
av tí boringini var, at eingin
olja varð funnin, men stór
tøknilig
framstig
vórðu
gjørd. Williambrunnurin er
eitt úrslit av tveimum brunn
um, sum BP og Shell høvdu
bundið seg til at bora í lands
synningshorninum av land
grunninum, men sum feløg
ini heldur ynsktu at flyta
inn á basaltið. Og endin á tí
varð, at BP og Shell saman
við Anadarko peikaðu út
eitt egnað stað á loyvinum
hjá Anadarko og her bora
ein brunn, sum er mettur at
kosta eins nógv og tveir
brunnar í tí sokallaða ”Gull
horninum”.
Faroe Petroleum
hevur undirskrivað
handilsavtalu við
japanska oljufelagið
Idemitsu, ið fær part í
loyvispørtunum hjá
Faroe Petroleum í
fýra leitiloyvum á
Atlantsmótinum
eystan fyri føroyska
markið
Oljuhandil
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Faroe Petroleum, ið arbeiðir
við verkætlanum innan olju
vinnuna og við serligum
atliti at leiting, meting,
menning og framleiðslu av
olju og gassi á Atlants
mótinum, Norðsjónum og í
Noregi, boðar frá, at tann
fyrsta handilsavtalan um
leitiloyvi á Atlantsmótinum
nú er undirskrivað.
Avtalan, ið fevnir um fýra
týdningarmiklar brunnar á
Atlantsmótinum, er gjørd
við japanska oljufelagið
Idemitsu E&P UK, Limited,
sum er eitt dótturfelag hjá
Idemitsu Kosan Co. Ltd.,
eitt av leiðandi feløgunum
innan orku og kemiskan ídn
að, har olja verður nýtt
sum rávøra.
Avtalan er í tráð við stra
tegiina hjá Faroe Petroleum
um at handla við leitiloyvum
á ein slíkan hátt, at megin
parturin av borikostnaðinum
verður goldin av tí felag,
sum fær lut í leitiloyvum, tó
soleiðis, at Faroe Petroleum
framhaldandi hevur ein týð
andi part av loyvinum.
Handilsavtalan við Ide
mitsu fevnir um 4 bretsk
leitiloyvi, ið liggja vestan
fyri Hetland. Trý av loyvu
num eru á tí lovandi Corona
Rygginum, beint eystanfyri
føroyska markið, og um
somu leið har Chevron sam
takið hevur funnið olju í
Rosebank/Lochnagar fundi
num og har Amerada Hess
hevur funnið olju í Cambo
fundinum sigur Faroe Petrol
eum í tíðindaskrivi.
Loyvini, Idemitsu fær lut
í, eru:
Tornado, har OMV er
fyristøðufelag. Hini
feløgini í loyvinum eru
Dana Petroleum, og eftir
handilsavtaluna hevur
Faroe Petroleum 10% og
Idemitsu 10%
Cardhu, har Shell er fyri
støðufelag. Hini feløgini
í loyvinum eru BP og
Chevron, og eftir hand
ilsavtaluna hevur Faroe
Petroleum 5% og Ide
mitsu 5%
Lagavulin, har Chevron
er fyristøðufelag. Hini
feløgini í loyvinum eru
OMV, og eftir handilsav
taluna hevur Faroe
Petroleum 10% og
Idemitsu 10%
Talisker, har Chevron er
fyristøðufelag. Eftir
handilsavtaluna hevur
Faroe Petroleum 12,5%
og Idemitsu 12,5%
Avtalan hevur við sær, at
Idemitsu skal gjalda ein
stóran part av tí kostnaði,
sum er eftir av verkætlanun
um á omanfyrinevndu loyv
um. Við hesum verður kost
naðurin hjá Faroe Petrol
eum munandi lægri.
Um so er, at borað verður
á teimum einstøku leiti
loyvunum, skal Idemitsu
eisini gjalda ein stóran part
av
borikostnaðinum
hjá
Faroe Petroleum.
Avtalan er tann fyrsta hjá
Idemitsu í teirra ætlan um
at virka á bretskum øki.
Stórt felag
Idemitsu varð sett á stovn í
1911, og virksemi hjá felag
num fevnir um allar greinar
innan oljuvinnu, rakstur av
kolanámum og kemiskum
ídnaði, har olja verður nýtt
sum rávøra. Í 2006 hevði
felagið 4500 fólk í starvi,
umsetti fyri 145 mia. kr. og
hevði eitt yvirskot uppá 2
mia. kr. Marknaðarvirðið á
felagnum er umleið 21 mia.
kr. Felagið hevur leitivirk
semi eftir olju í Noregi og
Suðureystur Asia.
Avtalan er treytað av, at
partnararnir í teimum ymsu
loyvunum og bretsku mynd
ugleikarnir (DTI) góðkenna
avtaluna.
Henda avtalan er eitt týð
andi stig á leiðini hjá Faroe
Petroleum á Atlantsmóti
num, har ætlanin er at gera
líknandi avtalur við olju
feløg um, at tey kunnu fáa
part í leitiloyvum hjá Faroe
Petroleum ímóti at gjalda
týðandi part av møguligum
borikostnaði, tó soleiðis at
Faroe Petroleum altíð hevur
ein týðandi part av loyvu
num eftir men bert ein lítl
an part av kostnaðinum sig
ur felagið.
Faroe Petroleum hevur
13 leitiloyvi á Atlantsmóti
num.
Stóran týdning
fyri økið
Tað er greitt, at tess fleiri
altjóða oljufeløg koma uppí
leitingina eftir olju og gassi
á leiðunum vestan fyri Het
land, tvs. á Atlantsmótinum,
tess størri møguleiki er fyri
at menna alt økið, sum ligg
ur millum Hetland og Før
oyar. Hetta kann tí fáa stór
an týdning fyri leitingina
sum heild. Sum nevnt eru
áhugin ikki minst knýttur at
Corona rygginum, sum ligg
ur upp at føroyska marki
num og í onkrum føri gong
ur inn á føroyskt øki. Talan
er m.a. um leitiloyvið 005,
sum ENI og Føroya Kol
vetni standa fyri. Feløgini
hava bundið seg til at bora
brunn í Anne Marie pro
spektinum næstu tvey árini.
Og tað er greitt, at fer Før
oya Kolvetni (Faroe Petrol
eum) at halda fram við sín
um handilspolitikki, sum er
at selja part av av sínum
loyvum, so er ikki óhugs
andi, at onnur oljufeløg fara
at keypa part av partinum
hjá Faroe Petroleum í 005
loyvinum á føroyskum øki
eisini. Tað ljóðar, at fleiri
feløg eru sinnað at farma
inn í hetta loyvi, sum eisini
sigst vera lovandi. Tað er
greitt, at við at fáa eitt nú
japonsk peningasterk feløg
og onnur við upp í leitingina
á
Atlantsmótinum,
tvs.
bæði vestan fyri Hetland og
á føroyska landgrunninum,
so hevur Faroe Petroleum á
henda hátt eisini birt upp
undir áhugan fyri økinum
øllum, nakað, sum eisini
leitingin við Føroyar kann
fáa gagn av.
Japansk oljuinnrás á Atlantsmótinum
BP boring útsett til september
Atlantic
Petroleum
borar í
bretskum
øki
Talan er um Bal
gownie prospektið,
sum er í loyvi P1228.
Føroyska oljufelagið
Atlantic Petroleum
gerst støðugt meira
og meira virkið í olju
virkseminum á
bretskum øki. Nú um
dagarnar varð bor
urin settur í
Balgownieøkið
Olja
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Herfyri keypti felagið
seg inn í leitiloyvi í Norð
sjónum við 15%, og nú
hevur oljusamtakið við
Endeavour Energy so
sett
á
undirgrundina.
Henda boringin er ein
trimum
leitibrunnum,
sum føroyska oljufelagið
er partur av í hesum ári
num. Wilhelm Petersen,
stjóri fegnast um gongd
ina og sigur, at luttøkan í
boring á bretskum øki er
partur av strategiini hjá
felagnum at kunna vera
við til at framleiða olju
og gass komandi árini.
Parturin hjá føroyska
felagnum fyri at vera við
í boringini er 34 mill. kr.
BP stjórin, Hjarnar Djurhuus letur stjóranum á Jarðfeingi,
Sigurð í Jákupsstovu erskjurnar við allari boriverkætlanini
”William”
Mynd Jens K Vang
Vit síggja fýra av loyvunum, har Faroe Petroleum hevur selt
burtur av sínum parti til japanska oljufelagið Idemitsu