týsdagur 22. mai 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20 vinnusíðurnar
Nr. 96 - 22. mai 2007
- Vit vilja fegin stuðla
virksemi á útoyggj.
Trupulleikin er bert
hann, at vit fáa sera
fáar umsóknir hagani,
sigur Bjarni Olsen,
stjóri í Eik.
Á ráðstevnu hjá
Útoyggjafelagnum
herfyri greiddi hann
frá møguleikum og
treytum hjá banka-
num at veita fígging
til útoyggjar
Oyggjamenning
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Útoyggj: - Fyri okkum er
eingin ivi um, at lata vit lán
til eina verkætlan, so skal
hon vera lønandi.
- Okkara endamál er stutt
sagt at fáa lánið aftur, sigur
Bjarni Olsen.
Beint
undan
innleggi
hansara var íverksetarin,
Niklas Heri Jákupsson kom-
in við fleiri hugskotum um
vinnuligt virksemi á bygd.
Eftir hann kom stjórin í
Eik Banka, og hann vísti á,
at trupulleikin mangastaðni
er, at tað eru so fáar verkætl-
anir her sum eru lønandi.
- Framleiðslan á útoyggj
er ofta kostnaðarmikil, og tí
er størri vandi fyri at tær
ganga verri har enn aðra-
staðni. Alt má verða rikið á
fíggjarligum grundarlagi.
- Tað er sama treyt, ið vit
sum
banki
liva
undir.
Gjørdu vit ikki tað, skuldu
vit at enda havt stuðul til
okkara
virksemi,
sigur
hann.
Skal geva avkast
Ein peningastovnur sum
Eik hevur møguleika at
veita fólki nógvar ymiskar
tænastur, bæði tá talan er
um uppsparingar, ráðgeving
og sjálvandi útlán til privat-
fólk og sum vinnulán.
Bankin er sum vera man
áhugaður í at veita lán til
virksemi kring alt landið.
Men gongdin seinastu árini
vísir tó, at ein rættiliga lítil
partur er endaður á út-
oyggj.
Í fjør veitti Eik bara ein
fjórðings prosent í vinnulán-
um til útoyggj, samstundis
sum tey beinleiðis innlánini
vóru undir eitt prosent.
Spurningurin er, hvørt
hetta er nógv ella lítið í
mun til talið av fólki, sum
býr á hesum støðum.
Fyri Eik er kortini eingin
ivi um, at hesi fólkini eisini
eru fevnd av teirra visjón
um at vera øllum kundum
at gagni við at veita teimum
fíggjarligar tænastur.
- Einasta treyt, sum vit
seta, er at tað skal geva av-
kast, sigur Bjarni Olsen.
Tøkniliga er einki til
hindurs fyri, at bankin kann
veita
eina
tænastu
til
útoyggj og onnur, og at
óneyðugt er við Eik-deild-
um á hvørjum tanga.
Vera verulig
Spurningurin hjá Bjarna til
útoyggjafólkið er tí hesin: -
Hví er so lítið virksemi á
útoyggj?
Hjá Eik eru høvuðstreyt-
irnar fyri at veita lán til
vinnuligt virksemi, at verk-
ætlanin skal vera lønandi,
soleiðis at bankin kann fáa
lánið aftur.
Ein verkætlan skal har-
aftrat vera veruleikakend,
men her vísir tað seg ofta at
trupulleikarnir stinga seg
upp: Munurin á tí, sum
bankin metir vera veruleika-
kent, og á tí sum stigtakar-
arnir meta.
- Vit hava okkara krøv, og
sum vit mugu uppfylla.
Okkara endamál er jú at
vágin hjá okkum skal kunna
avmarkast.
- Tess størri vágin er, tess
størri er kravið til trygdina,
sigur Bjarni Olsen, og vísir
til, at fáar verkætlanir á
útoyggj kasta fíggjarliga av
sær.
Høvuðsorsøkin til hetta
er, at marknaðurin tykist
vera veikari enn á øðrum
støðum, og at framleiðslan
er munandi dýrari. Tí eru
størri sannlíkindi fyri, at
tað verður truplari at fáa
slíkt virksemi at bera seg á
útoyggj.
Skal bankin tryggja seg í
slíkum førum er neyðugt, at
størri krøv verða sett til
trygd, við til dømis hægri
eginpeningi ella at ognir
verða settar í veð.
Lægri virði
Bjarni Olsen vísir á, at júst
hetta við trygdini er ein
trupulleiki mangastaðni.
Tað vísir seg nevniliga, at
sethús og fastar ognir hava
ofta lægri virði enn aðra-
staðni. Hetta ger seg serliga
galdandi, um tað gerst neyð-
ugt at selja tey aftur.
Fólk á útoyggj eru sjálv-
andi tey, sum eru truplast
fyri í hesum máli, men tað
eru eisini onnur øki, sum
eru munandi nærri megin-
økinum, ið virka undir
somu korum.
Dømi um hetta eru Sand-
oyggin, sunnara helvt av
Suðuroynni, norðari partur-
in av Eysturoy, Viðoy og
norðari partur av Borðoynni,
har trupult er at fáa lønandi
virksemi.
- Men lat meg beinanvegin
sláa fast, at hetta ikki er ein-
dømi fyri Føroyar. Peninga-
stovnar í Danmark arbeiða
Viðganga sosiala dumping
Meiri enn helmingurin av vinnulívsleiðarunum í Norður-
noregi ásanna, at teir medvirka til sosiala dumping við at
innflyta útlendska arbeiðsmegi, sum fær minni í løn enn
teirra norsku starvsfelagar. Summir vinnulívsleiðarar siga,
at teir fremmandu hava sjálvir skyldina av, at teir fáa minni
løn enn norðmenn, og nakrir hava hug at geva myndug-
leikunum skyldina. Eftirspurningurin eftir útlendskari
arbeiðsmegi í Noregi er stórur.
myndir
Jens Kr. Vang
Orð
Snorri Brend
útoyggj
Fá hugskot
Trupult at fáa fígging
Sum ein virkin peningastovnur er Eik sjálvandi
hugaður í at veita lán til vinnuligt virksemi á
meginøkinum, eins væl og á útoyggj.
Trupulleikin er bert hann, at tað koma sera fá
hugskot og fyrispurningar úr útoyggj um vinnuligt
virksemi.
- Tá tey so endiliga koma, vísir tað seg tíverri alt ov
ofta, at tey í fyrsta lagi eru ov veik, og í øðrum lagi
fíggjarliga ivasom.
- Tí er tað so trupult hjá teimum at fáa fígging, vísir
Bjarni á.
Hinvegin heitti hann á fólk á útoyggj um at koma til
bankan við sínum góðu hugskotum. Tey eru altíð fús
at koma við ráðgeving og vegleiðing.
Stjórin í Eik vísti á, at nógvir møguleikar eru fyri
vinnuligum virksemi á útoyggj, millum annað innan
ferðavinnuna. Alt hetta er við til at tryggja fjølbroytni
í livimøguleikunum her á landi.
Neyðugt er at seta eitt miðvíst arbeiði í gongd at
finna fram til allar tær góðu verkætlanirnar, sum fólk
á útoyggj sita við.
Hansara uppskot var at seta ein fastan arbeiðsbólk at
taka sær av hesum. Her kundu umboð fyri útoyggjar,
vinnuna og tað almenna ráðgivið teimum sum koma
við hugskotunum.
Neyðugt er at finna ein leist eftir hvørjum ein kann finna
fram til tær góðu verkætlanirnar sum fólk á útoyggj sita
við. Her kundi ein fastur arbeiðsbólkur ráðgivið teimum
sum vita við hesum hugskotunum. Her í Mikladali er
ætlanir um at gera ein sannan frítíðardepil
Mynd: Jens Kr. Vang