Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-22, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. mai 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Nr. 96 - 22. mai 2007 við somu treytum. - Her er tí ikki talan um at hava illvilja ella fordómar ímóti virksemi á útoyggj, men ein heilt natúrligur samanhangur innan rakst- urin, sigur Bjarni Olsen, og slær síðani fast: - Tess størri fjarstøða frá størri bygdunum og tess verri ferðasambandið er, tess truplari er at fáa vinnu- ligt virksemi at bera seg! Stuðul sum sovipúta Skal ein fara undir virksemi á útoyggj er neyðugt at fáa lán og helst eisini almennan stuðul. Júst hetta við stuðlinum hevur mangan víst seg at verið ein trupulleiki: Hesin kann lættliga gerast ein sovi- púta hjá virkisfúsum fólki. Tað vísir seg mangan, at tað ikki er serliga motiver- andi hjá fólki at skula liva av virksemi sum fær fíggjar- ligan stuðul frá tí almenna. Her átti ein heldur at skipa ein grunn, sum við serligum treytum kundi útvega egin- pening til útoyggjar. - Royndirnar aðrastaðni frá vísa, at stuðlað virksemi missir so við og við sín geist og haraftrat sítt kapp- ingarføri. - Tí siga vit, at tað krevur eldhug at leggja tøkan pen- ing á borðið, tá ein veruliga trýr uppá verkætlanina, sig- ur hann. vinnusíðurnar Stjórin fer Rakstrarstjórin í íslendska lágprísflogfelagnum Sterling, Stefan Vilmer, hevur sagt upp, tí hann hevur fingið starv hjá írsk-sveisiska flogfelagnum JetBird AG, sum eisini er eitt sokallað lágprísfelag. JetBird AG er í sera stórari framgongd og skal hava fleiri nýggj flogfør tey bæði næstu árini. Felagið brúkar internetið sum sølustað hevur sett sær sum mál at fáa marknaðarprísirnar á privat- og vinnuferðum við smáum flogførum niður í helvt. Vindmyllur ov dýrar Danska orkufyritøkan DONG hevur gjørt av at taka seg burtur úr einari ætlan um at seta fleiri vindmyllur upp á sjónum við Rødsand. Niels Bergh-Hansen, aðalstjóri, sigur við Ritzau, at tær stóru vindmyllurnar, sum verða brúktar á sjónum, eru dýrkaðar eini 50 prosent tey bæði seinastu árini, og tað heldur DONG vera í meira lagi. Tí hevur felagið slept Rødsand-ætlanini og fer heldur at leggja dent á vindmyllur uppi á landi, sigur stjórin. Gott ferðasamband neyðugt Á útoyggj standa tey yvirfyri bæði styrkjum og veikleik- um: Styrkin er millum annað at finna í mentanini, søg- uni og náttúruni, meðan veikleikarnir eru at finna í tí, at tað er keðiligt og at tey ungu ikki á trívast á útoyggj og smáplássum í síni heild. Til ber jú ikki at tvinga fólk at búseta seg á útoyggj, men ein avgjørd fortreyt er at ferðasambandið og vega- sambandið eru góð. - Hinvegin má ein staðfesta, at gott vegasamband ikki merkir tað sama sum at virksemi verður skapt. - Men tað gevur í øllum førum møguleika at búgva á útoyggj og hava sítt arbeiðspláss aðrastaðni, sigur Bjarni Olsen. Eitt dømi um hetta er Gásadalur. koma av útoyggj ” ” Royndirnar aðrastaðni frá vísa, at stuðlað virksemi missir so við og við sín geist og haraftrat sítt kappingarføri. Tí siga vit, at tað krevur eldhug at leggja tøkan pening á borðið Tess størri fjarstøða frá størri bygdu­ num og tess verri ferðasambandið er, tess truplari er at fáa vinnuligt virksemi at bera seg Neyðugt er at hava gott ferðasamband til útoyggjar­ nar. Men hetta merkir ikki automatiskt at vinnuligt virksemi verður skapt. – Hetta gevur í øllum førum møguleika at búgva á einum staði og at arbeiða á einum øðrum, sigur Bjarni Olsen Mynd: Jens Kr. Vang ­ Tess størri vágin er, tess størri er kravið til trygdina, sigur Bjarni Olsen