Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-22, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. mai 2007síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 96 - 22. mai 2007 lýsingar Søluráðgevar til Trygd TRYGD leitar eftir tveimum søluráðgevum til privatdeildina. Søludeildin STARVIÐ Talan er um sera spennandi og sjálvstøðugt starv, har uppgávur tínar eru at selja tryggingar og at ráðgeva fólki umvegis telefon. Arbeiðstíðin er fýra dagar um vikuna, frá mánadegi til hósdag millum kl. 16.00 og 22.00. Saman við starvinum fylgja møguleikar fyri útbúgving á tryggingarakademinum umframt innanhýsis søluskeið. TÚ Tú ert í bestu árum, fyrikomandi, dugir væl at selja, og telefonin og mussa­ skøðið eru tínir bestu vinir. Tað er umráðandi, at tær dámar avbjóðingar, og at tú strembar eftir tí góða úrslitinum. Tú dugir at arbeiða bæði sjálvstøðugt og í samstarvi, og tú hevur sjálvandi handilsligan sans og vísir ábyrgd. Teldukunnleiki er ein fyrimunur. Heimavitjanir STARVIÐ Talan er um eitt sera sjálvstøðugt og spennandi starv, har høvuðsábyrgdin er at koyra út til verandi og komandi kundar, við sølu og kunning fyri eyga. Arbeiðstíðin er rættiliga frí, men fer helst at liggja millum kl. 16.00 og 22.00. Upplæring syrgir TRYGD fyri, og saman við starvinum fylgja møguleikar fyri útbúgving á tryggingarakademinum umframt innanhýsis søluskeið. TÚ Tær dámar avbjóðingar, og tær dámar væl at selja. Tú trívist væl við at arbeiða sjálvstøðugt, ert jasøgin, dugir at samstarva og tekur ábyrgd. Tú arbeiðir eisini skjótt og hevur handilsligan sans. Teldukunnleiki er ein fyrimunur. UMSÓKNIR OG STARVSSETAN Størvini verða sett og lønt eftir serstøkum sáttmálum. Lønin er samansett av eini góðari grundløn umframt bonus, um málini verða rokkin. Vit vilja seta størvini sum skjótast, men eru sinnað at bíða eftir røttu fólkunum. Skrivlig umsókn við viðkomandi skjølum, prógvum og upplýsingum um arbeiðsroyndir skal vera okkum í hendi innan 1. juni 2007. Send umsóknina til P/F TRYGD, Att.: Heidi P. Christensen, Gongin 7, Postboks 44, 110 Tórshavn, ella til hpc@trygd.fo. R E P R O Z lES MEIRA UM STARVIÐ á www.TRYGD.fO UMSÓKNARfREIST ER 1. jUNI 2007 SOlEIÐIS ER TRYGD TRYGD er ein skjótvirkin og slóðbrótandi fyritøka, ið mangan setur dagsskránna í føroyska tryggingarheiminum. TRYGD grundar virksemi sítt á dygd, skjóta avgreiðslu, greidleika, nýhugsan og lønsemi. TRYGD er eisini ein sterk og framlítandi eind, ið veit, hvussu týðandi tað er at geva fjølbroyttum og skapandi menniskjum rásarúm. Hjá TRYGD starvast 35 fólk, og vit umseta í dag fyri meira enn 75 mió. krónur um árið. TRYGD bjóðar tær góðar møguleikar fyri yrkisligari og persónligari menning í einum virknum og nýskapandi toymi. Tú verður við til at flyta felagið inn í framtíðina, og vit síggja tínar persónligu dygdir sum ein týðandi lut í at gera TRYGD enn sterkari. Kemur tú við? Pedagogar til dagstovnin Lítlafløtt á Strondum Vit søkja eftir tveimum pedagogum at arbeiða 30 – 40 tímar um vikuna. Ella eftir nærri avtalu. Somuleiðis verður søkt eftir avloysara. Øll størvini verða at byrja ½ august 2007. Vit ynskja • At tú hevur hug og árræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing fyri tí einstaka barninum • At tú kanst taka ábyrgd og virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og foreldur • At tær dámar væl at vera úti og sært møgu­ leikar og avbjóðingar, sum eru í nærum­ hvørvinum • At tú verður við til at mynda og menna okkara pedagogiska umhvørvi Vit kunnu bjóða eitt áhugavert starv, har tú saman við góðum starvsfelagum fært møguleika at byggja upp eitt spennandi pedagogiskt um­ hvørvi á einum nýggjum stovni. Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Peda­ gogfelag, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arb­ eiðsgevarafelag Føroya. Um eingin pedagogur søkir, verður hjálparfólk sett í staðin. Meira fæst at vita um størvini við at tosa við Sonlis H. Joensen, leiðara, á tlf. 47 27 47 / 23 27 47 ella Bjørg Olsen, varaleiðara á tlf. 47 27 44 / 74 79 29. Umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 15. juni 2007. Dagstovnurin Lítlifløttur Fløtuvegur 82 490 Strendur veitst tú ikki tað? Tann 16. juni hittast vit øll somul í Hornahúsunum í Havn. Reyp um skúladagar, prát, sangur og hugni verða á skránni, og so er bara at taka góða lagið við. Tilmeldingar til veitsluna fer fram við at senda teldubræv til klassaball@sosialurin.fo Kostnaður 400 kr. HH-húgvurnar frá ’94