týsdagur 22. mai 2007síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 96 - 22. mai 2007
31
International Worldwide Cooperation
Á Glaðsheyggi · Boks 30 · FO-110 Tórshavn
Tel. 35 17 00 · Fax 35 17 01
rasmussen@rasmussen.fo
www.rasmussen.fo
Jákup Heinesen
Lærupláss 1992
Cand. merc. aud. 2005
Hans Laksá
Lærupláss 1993
Statsaut. revisor 2005
Ása Hansen
Lærupláss 1982
HD í 1992
Hjalmar Augustinussen
Lærupláss 1987
HD í 2003
Ragnar H. Thomsen
Lærupláss 2003
HD 2006
Lesandi cand.merc. aud.
Heini Mortensen
Lærupláss 2002
HD 2006
lesandi cand. merc. aud.
– Heimsins besta útbúgving?
Vit kunnu ikki lova tær, at tú fært heimsins bestu útbúgving, tí hvussu skulu tær ymsu útbúgvingar
nar raðfestast?
Men ert tú áhugaður í samfelagsviðurskiftum/búskapi, og kundi tú hugsað tær at arbeitt í tí privata
vinnulívinum, kunnu vit bjóða tær eina verkliga og ástøðiliga útbúgving, sum tú ikki fært betri á
hesum øki.
Á virki okkara eru nógvir góðir leikarar. Men tað er fyrst og fremst gjøgnum samarbeiði, at vit hava
skapt eitt sterkt lið. Nú hava vit pláss fyri nøkrum leikarum afturat, og vit sóknast tí eftir evnaríkum
persónum við áræði, ambitiónum og hugi at vera við á einum liði, har nógv er at gera, og har
arbeitt verður í einum góðum og óhátíðarligum umhvørvi.
Rasmussen & Weihe er eitt grannskoðara og ráðgevingarfelag, sum varð stovnað í 1968. Umframt
at gera lógarbunda grannskoðan, veita vit ráð á ymsum økjum, t.d. viðvíkjandi roknskapi, bókhaldi,
stovnan av virkjum, sølu/keyp/umskipan av virkjum, skattamálum v.m. Umframt høvuðsskrivstovuna
í Tórshavn hava vit eisini skrivstovu í Saltangará.
Hevur tú viljan og evnini til at gjøgnumføra eina útbúgving hjá okkum, gevur tað nógvar møgu
leikar í framtíðini.
Sjálvt um vit tilætlað gera alt fyri at varðveita okkara góða og óhátíðarliga arbeiðsumhvørvi, má
ásannast, at grannskoðan í sjálvum sær er eitt álvarsmál.
Endamálið við grannskoðan er at gera tað arbeiði, ið er neyðugt fyri at átekna upplýsingar frá
einum virki til umheimin. Ein átekning, ið sigur, um upplýsingarnar eru rættvísandi. Í hesum sam
bandi er neyðugt at læra, hvussu grannskoðanin skal útinnast, og hvat krevst fyri at gera eina
átekning. Í okkara arbeiði verður tó eisini ofta neyðugt at ráðgeva innan ymisk øki, og hartil krevst
eisini bæði teoretisk og praktisk vitan.
Lóggávan setur stór krøv til fakliga støðið hjá einum grannskoðara, men innanhýsis setir felag
okkara enn størri krøv til persónligu eginleikarnar hjá einum grannskoðara. Hann skal m.a. vera
ábyrgdarfullur, álítandi, trúverdur og skilja týdningin av tagnarskylduni.
Fakliga støðið verður uppbygt gjøgnum teoretiska útbúgving og starvsvenjing – sigast má tí
beinanvegin, at neyðugt er, at tú sjálv(ur) tekur eitt stórt tak.
Vit vænta, at tú hevur tikið ella tekur students, HF ella HH prógv í summar, og at tú ert áhugað(ur)
í eini búskaparligari útbúgving. Tú var/er millum tey stinnastu í flokkinum hjá tær og hevur hug at
sameina eina teoretiska útbúgving við eina praktiska útbúgving. Eisini heldur tú tað vera spennandi
at sleppa at virka í vinnulívinum.
Vit bjóða tær eitt lærupláss, har tú í fyrstu syftu kanst lesa HD, samstundis sum tú vinnur pening.
Vit geva tær møguleika fyri eini búskaparligari útbúgving, ið ikki fæst betri í Føroyum, og sum til
fulnar er á sama støði, sum tað besta, ið verður bjóðað aðrastaðni.
Aftaná HD hevur tú fleiri møguleikar. Velur tú at lesa cand. merc. aud. sum fulltíðarlesandi í t.d.
Danmark ella Norra, kanst tú fáa farloyvi, og kanska kunnu vit útvega tær arbeiði í lestrartíðini. Tú
kanst eisini velja at lesa cand. merc. aud. sum sjálvlesandi, samstundis sum tú arbeiðir í Føroyum.
Aftaná cand. merc. aud. er møguleiki at gerast statsautoriseraður grannskoðari. Hevur tú vilja, evni
og rættan hugburð, stuðla vit tær so nógv sum gjørligt í at fullføra tað, sum tú setur tær fyri.
Størvini skulu setast eftir summarfrítíðina (umleið 1. september 2007), men longu í juni mánaði
kunnu vit gera eina setanaravtalu.
Ynskir tú aðrar upplýsingar, kanst tú ringja til okkara og seta teg í samband við Ole Guldborg
Nielsen ella Bjarna Poulsen.
Skrivlig umsókn við prógvum og øðrum upplýsingum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi
11. juni 2007.
LærupLáss / Grannskoðan
Jóhan Martin Jacobsen
Lærupláss 1999
CISA 1998
(KT-grannskoðari)
Páll Hammer
Lærupláss 2006
Lesandi HD
Jacobina í Lambanum
Lærupláss 2006
Lesandi HD
Nikolina Eyðbjørnsdóttir
Lærupláss 2006
Lesandi HD
Durita Knudsen
Lærupláss 2007
Sunneva Vang
Lærupláss 2003
Lesandi HD
lýsingar