Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-22, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. mai 2007síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 96 - 22. mai 2007 tíðindi VITJAN Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Henda vitjan var ein partur av royndunum at fáa skapað samband millum oyggjasamfeløgini bæði. Serstakliga var vitjanin ætlað sum ein kunning um arbeiðið, sum verður gjørt á Isle of Skye at varð­ veita og menna gæliska málið, sum er tað upprunaliga málið í hesum partinum av Skotlandi. Fremsti talsmaðurin fyri hesum royndum á Isle of Sky er Sir Iain Noble, sum er maðurin aftan fyri gæliska lærda háskúlan á Skye, sum verður umrøddur í eini seinni grein. Noble er sannførdur um, at orsøkin til, at tað hevur gingist so væl í Føroyum, er, at føroyingar hava sítt egna mál og egnan sam­ leika, og at hetta eisini er loysnin fyri skotar. Hetta er tann fyrsta frásøgnin frá hesi áhugaverdu ferðini. Tær næstu fara at snúgva seg um gæl­ iska háskúlan og um Sir Iaian Noble sjálvan. Í hesi grein verður greitt frá hes­ um lítla oyggjasamfelag, sum vit hava heilt fitt til felags við. Hetta er ikki minst aktuelt nú vit, um­ framt flogrutuna til Skotlands, eis­ ini sleppa hagar við Norrønu, og tá verður lætt at koma til pláss sum Isle of Skye við bili. Tað er nevniliga brúgv yvir á oynna. Í hesum sambandi kann nevnast, at í fyrstuni var nógv rok um brúnna, sum kom í 1995, tí nógv noktaðu at gjalda brúgvagjald, sum var eitt tað hægsta í Europa. Men síðan 2004 er brúgvagjaldið avtikið. Vit fingu á ferðini váttan fyri, at tað eisini á Isle of Skye er áhugi fyri Føroyum. Í hesi vikuni er tíð­ indamaðurin Cailean Machean í Føroyar í samband við, at hann ætlar at gera sjónvarpssendingar úr Føroyum á gæliskum, sum síð­ an skulu sendast í BBC. Nakað størri ein Føroyar Oyggin Skye er gott og væl til støddar sum Føroyar, einar 1.700 ferkm. Høvuðsbýurin er Portree við umleið 3.000 íbúgvum. Gongdin í fólkatalinum hevur ver­ ið tann mótsetta av gongdini í Før­ oyum. Í 1841 búðu 23.000 fólk á Skye. Tá vóru færri enn 10.000 í Føroyum. Í 1971 var fólkatalið komið niður á 7.000 og er síðan hækkað aftur til eini 12.000, og roknað verður við framhaldandi vøkstri. Hetta merkir, at hetta er eitt av teimum fáu økjunum í skotska útjaðaranum, har fólka­ talið økist. Hetta kemur fyrst og fremst av, at arbeiðsloysið er lítið, og tað er eisini minkandi, og hetta koma vit aftur til í tær komandi greinirnar. Høvuðsvinnan er ferðafólkavitj­ an, og er tað lætt at skilja, so vak­ urt sum her er. Almenn umsiting, sum fyrst og fremst liggur í Por­ tree, munar væl. Tað er nakað av fiskivinnu, landbúnaði og smá­ ídnaði sum til dømis whiskyfram­ leiðsla. Eitt sindur av fiskivinnu Vit tosaðu vit ein fiskimann í bygdini Elgol. Her er fiskiveiða høvuðsvinnan. Í bygdini eru áttta bátar, sum dreggja eftir jákupsskel og gevur hetta fitt av arbeiði. Men her merkja teir eisini altjóðagerð­ ina. Skeljarnar verða partvíst sendar við flogfari til Taiwan at pilka ella hola, og so verður lidna vøran flogin heim afttur! Hetta verður gjørt hóast uppá seg lágt lønarlag har á leiðini. Ein trupulleiki hjá fiskimonnum her er, at inni á meginlandinum ber til at fáa tollfría olju fleiri staðni, men hetta ber ikki til á Isle of Skye. Fiskimenn skilja ikki hendan mismun og royna at fáa hann rættaðan. Gudstænasta uttan ljóðføri Samfelagið er rættiliga konserva­ tivt eins og oyggjasamfeløg ofta eru. Har eru framvegis kirkjur, har tey ikki vilja hava orgul ella annað ljóðføri, eins og tað var her á landi fyri einum 100 árum síðan. Tað stríð, sum vit høvdu tá í Før­ oyum, hava tey framvegis, við spliti millum kirkjurnar. Í kirkjuni eru forsangarar og sungið verður beinleiðis úr Dávids sálmum í Bíbliuni. Lagið tykist at vera tað sama til allar sálmar og minnir ikki sørt um Kingo. Á eini samkomu vóru vit spurd­ ir um siðin hjá útróðrarmonnum hjá okkum at syngja, tá ið farið var til útróðrar og komið varð aft­ ur. Teir hava havt nakað tað sama sum vit, men hetta vóru sangir, sum vóru gjørdir serstakliga til útróður, og endamálið við hesum sangi var at rógva í takt við sang­ in. Upprunin til Mac Donald Vit hildu til í Sleat, sum er ein hálvoyggj, og sum er tann partur av Isle of Skye, sum er nærmast brúnni yvir á meginlandið. Hetta er kanska eisini tann partur av oynni, har viðurskiftini líkast mest teimum á fastlandinum. Sleat man vera um 100 ferkilo­ metrar til støddar, umleið sum Borðoy, og her búgva um 800 fólk spjadd í smáum bygdum ”town­ ships”. Verður farið nóg langt aft­ ur í tíðina hevur fólkatalið verið 2.000 í økinum, men í mun til tey seinastu árini hevur fólkatalið ment seg aftur. Øll kenna ættarnavnið Mac Donald. Men tey munnu vera fá Isle of Skye: Eitt forvitnisligt oyggja Sum greitt varð frá í Sosialinum í seinastu viku var í døgunum 11-14. mai ein bólkur úr Føroyum á vitjan á oynni Skye, vestantil í Skotlandi. Ferðin var fyriskipað av Óla Breck- mann, sum fyrr hevur skipað fyri líknandi ferðum Her síggja vit hvar Isle of Skye er. Sum tað sæst hevur Sleat, har bólkurin vitjaði, ferjusamband við Mallaig