týsdagur 22. mai 2007síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 96 - 22. mai 2007
33
sum vita, at tað kemur upprunaliga
frá Sleat, har Mac Donald ættin
so ella so eigur stóran part av
oynni.
Sleat er eitt mentunarliga virkið
økið, eisini tá ið tað snýr um festi
valar! Tað er ein Skyefestivalur
her, sum varar heilar tvær vikur,
frá 13. til 27.juli. Tey sum hava
áhuga kunnu fara inn á heima
síðuna: www.skyfestival.com
Skúlagongd
Í Bretlandi yvirhøvur fara børnini
í skúla fimm ára gomul, og tey
ganga í grundskúla, til tey eru 12
ára gomul. Tað er annars ikki allir
føroyingar, sum halda hetta vera
so skilagott. Havi hoyrt sum før
oyska familju i Bretlandi, sum er
flutt til Føroyar fyri at sleppa und
an at koyra børnini so tíðliga í
skúla.
Á Sleat er ein skúli fyri alt økið,
og her ganga eini 60 børn. Vit
tosaðu vit yvirlæraran á skúlanum.
Nú hevur so nógv verið tosað um
orsøkina til, at tað er so trupult at
fáa skúlaleiðarar í Føroyum. Ein
orsøk sigst at vera lønin. Vit hava
gjørt lærarafelagnum tann beina
at kanna, hvør munur er á einum
lærara og einum yvirlærara á ein
um slíkum skúla. Fyrstilærarin
fær 44.000 serling pund árliga,
meðan hægst lønti lærarin fær
33.000. Viðbótin er tískil ein trið
ingur og tykist at vera hægri enn í
Føroyum.
Annars stóð at lesa í bløðunum,
at børnini í skúlanum í Sleat hava
skipað fyri tiltøkum at útvega
hjálp til børn í Afganistan, so her
hugsa tey eisini um onnur.
Við 12 ára aldur verða øll børn
á oynni send til ein felagsskúla í
høvuðsbýnum Portree, har tað eru
umleið 600 næmingar. Hetta merk
ir, at farast skal við bussi, og hetta
kann væl taka ein tíma ella longri
hvønn vegin.
Politikkur
Fyri kortum hevur verið val til
skotska tjóðartingið og til lokalu
býarstýrini, og hetta var eitt gott
høvi til at spyrja fólk um teirra
politisku støðu. Hesin partur av
Skotlandi plagar vanliga at stuðla
tí liberala flokkinum til parla
mentsval, eins og tey gera í Het
landi og Orknoyggjum. Men tað
nýggja við hesum valinum var, at
SNP, skotski tjóðskaparflokkurin,
rættiliga hevur fingið vind í segl
ini og gjørdist tann størsti flokk
urin í skotska tinginum. Hetta er
ein støða, sum Labour nærum hev
ur havt einarætt til árini framman
undan. Hetta er eisini endað við,
at SNP hevur fingið sessin sum
”løgmaður” takkað veri stuðul frá
teimum tveimum grønu tinglimi
num. Tað verður tó mett, at flokk
urin fær tað trupult, tí hann hevur
ikki meiriluta aftanfyri seg og
noyðist at arbeiða við skiftandi
meirilutum. Arbeiðið kann koma
meira at snúgva seg um dagligar
trupulleikar, heldur enn um sjálv
stýri og loysing. Men hetta er ein
politisk kollvelting kortini.
Á samkomuni fyri innbodnum
hittu vit fleiri, sum av heilum
huga stuðlaðu skotska tjóðskapar
flokkinum og einum sjálvstøðug
um Skotlandi, tó innan tað bretska
kongahúsið.
Hóast Skotland hevur eitt sag
av sjálvstýri, hava teir kortini sera
lítið at siga. Til dømis hevur tingið
nærum onga ávirkan á skattir og
gjøld, sum verða latin til tað al
menna. Skattur verður eisini gold
in benleiðis til London, sum so
sendir peningin aftur til Skotlands
sum ein blokk at býta út aftur. Vit
kenna ikki tølini fyri Skotland,
men tá ið FFblaðið var í Hetlandi
fyri einum góðum ári síðani, varð
upplýst, at teir fingu minni av pen
ingi aftur úr London, enn teir
sendu hagar. Teir nýtast tí ikki at
hava samband við Ongland av
fíggjarligum ávum. Her man oljan
telja nógv, og tað ger hon eisini
hjá Skotlandi yvirhøvur.
Eitt, sum eisini øsir skotar, er at
bretsku kjarnokruvápini verða
goymd í Skotlandi, meðan ein
møgulig avgerð um at nýta tey
verður tikin í London. Her merkt
ist eisini andstøðan móti Tony
Blair og hansara Labour flokk
vegna Irakkríggið, sum tey halda
tykist vera meira og meira høpis
leyst.
Blaðútgáva
Tað finst eitt blað, sum verður giv
ið út á Isle of Skye, og tað eitur
West Higland Free Press, sum er
byrjað fyri 35 árum síðani, og tað
kemur út eina ferð um vikuna.
Blaðið er 32 síður og hevur nakað
sama tilfar, sum vit kenna frá okk
ara bløðum millum annað við
nógvum ítrótti. Onkrar greinir eru
skrivaðar á gæliskum.
Onkur áhugaverd fiskivinnutíð
ini eru eisini. Sum til dømis um
eitt rækjutrol, sum kann skilja
óynskta hjáveiðu burtur úr.
Í onkrari grein verður fýlst at tí
vánaliga flogsambandinum, sum
tey hava. Her er gingið aftur á, tí
tað flogsamband, sum tey høvdu
varð niðurlagt fyri 20 árum síðani.
Nærmasti altjóða flogvøllur er
Aberdeen, og hagar tekur tað
minst fýra tímar í bussi, og tá
verður tað nokk so strævið.
Nærmasti stórbýur er annars
Inverness, har tað eisini er flog
vøllur til innanlands flúgving.
Annars verður sagt, at tá ið
konufólkið rættuliga skala fara til
handils, fara tær til Inverness, og
hagar man tað taka einar tveir tím
ar við bili.
Sunnudagurin verður
hildin heilagur
Sunnudagurin
verður
hildin
heilagur. Inntil fyri kortum var
næstan alt stongt sunnudag, ja,
sjálvt lokala burgarabarrin var
stongd. Bussar koyrdu ikki og
ferjur sigldu heldur ikki ella nær
um ikki. So hjá teimum, sum ikki
høvdu bil, bar illa til at ferðast. Í
2000 var uppá tal at hava eina
fólkaatkvøðu um spurningin, men
hon hevur ikki verið enn. Men
gongdin er kortini tann, at meira
og meira er loyvt sunnudag. Sagt
verður, at á grannaoynni Lewis
eru tey enn meira konservativ á
hesum økinum.
Tað eru tvær kirkjur í Sleat.
Tær hava tvinnar gudstænastur
sunnudag. Onnur er á enskum og
hin á geliskum. Mikudag er guds
tænastan á báðum málum.
Gott ferðamál
Niðurstøðan av hesi grein er, at
hjá tí, sum kortini fer til Skotlands
at ferðast, er ein avstingari til Isle
of Skye ein sjálvfylgja.
asamfelag
Útsýni frá hotellinum
Tá vitjað varð á ognini hjá Mac Donaldsættini hitti Óli Breckmann
tilvildarliga Maggi Mac Donalds, sum hann kendi frá sín lestrartíð í
Bretlandi. Hon er nú komin heim aftur til “fedranna arv”.
Tíð var eisini at síggja seg um. Her síggja vit Jógvan á Lakjuni, Jákup
Mikkelsen, Elsa Maria Olsen, Árni Dahl, Marianna Debes Dahl og Elin
Súsanna Jacobsen
Millum undirhaldið var sjálvsagt eisini sekkjapípa
Vakurt landslag
tíðindi