Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-22, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. mai 2007síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 96 - 22. mai 2007 46 summarkapping Tónleikurin fyllur nógv í føroyska summarinum í gøtum og strætum, á bøum og á strondum, á festivalum og á møtum. Men summarið fyllur eisini í tónleikinum. Nógv løg finnast, ið nærum eru um at bresta av summari. Vit hava spurt nøkur fólk um teirra summarløg. Mítt summar­lag Get Down Tonight Ludvík Breckmann er fyrst og fremst kendur, sum tann harða rópirøddin í ljóðmyndini hjá Føroya einasta ídnaðarteknobólki Side Effect. Men handan larmutu rópini goymir ein ungur maður seg, ið sigur frá, at hansara summarlag er Get Down Tonight við KC & The Sunshine Band. - Hesin sangurin minnir meg um eitt summar eg var í Aalborg. Tað var ein heitan leygardag, eini 28 hitastig. Eg sat í Fælledparken við nøkrum vinum, og drakk nakrar bjór. Har sat ein vinur hjá einum vini, sum hevði etið eina rúgvu av skógsvampum. Tá í ghettoblastarin byrjaði at spæla handan sangin, byrjaði hann totalt at freaka út og helt, at dreparasmølfar lupu á hann. Rímiliga freaky, men ein stuttlig søga, greiðir Ludvík frá.             Fríggjadagin 25. mai til mánadagin 28. mai – 3 nætur Aalborg er ein hugnaligur býur í norður Jútlandi, ið hevur okkurt til øll – gisting á Helnan Phønix Hotel Íroknað prísin er: • Flogferð Vágar – Aalborg og aftur við øllum avgjøldum • 3 nætur á Helnan Phønix Hotel í dupultkamari við morgunmati P/F Flogfelag Føroya • Hoydalsvegur 17 • 100 Tórshavn • Tel. 34 00 00 • Fax 34 00 11 • booking@ff.fo kr. 3.895,- fyri hvønn Hvítusunnufrí í Aalborg www.ff.fo Kom sum Aladdin flúgvandi til Klaksvíkar Mánadag 8.12 (bert juni, juli, august) Mikudag 13.04 Fríggjadag 13.00 Sunnudag 13.52 Tyrlan flýgur Tórshavn – Klaksvík Norðoya Kunningarstova · Varpabrúgvin 1 · 700 Klaksvík Tlf 456939 · Fax.456586 · info@klaksvik.fo 1. floks toy til skjúrt, bæði til børn og vaksin. Toy til møttil og fóður Pr. metur 698,- Dr. Jakobsensgøta 21 Tel 31 53 15 Buksuvadmál