Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-22, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. mai 2007síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 96 - 22. mai 2007 summarkapping 47 Hetta er tíðin, tá nógvir føroyingar hugsa um summarfrítíðina. Bæði einstaklingar og familjur við børnum gleða seg at sleppa av landinum at ferðast og at hugna sær saman. Øll vóna eisini, at tað fer at ganga væl á ferðini, og tí er umráðandi at tryggja seg og síni. Tryggingarfelagið Føroyar kann av royndum siga, at ein ferðatrygging er eins týdningarmikil og ferðaseðil, pass, pengar og annað. Tá farið verður at ferðast, er umráðandi at hava røttu ferðatryggingina. Um tú verður sjúkur, fært skaða ella á annan hátt hevur brúk fyri bráðfeingishjálp, er trygging neyðug, skalt tú ikki sjálvur fáa stórar útreiðslur. Tryggingarfelagið Føroyar hevur altíð eina ferðatrygging, ið hóskar til tín tørv, og starvsfólkini eru til reiðar at hjálpa og vegleiða, so tú kanst kenna teg tryggan á ferðini við júst røttu ferðatryggingini. Tað er altíð hent at kanna eftir, hvørja trygging tú møguliga hevur frammanundan, tí tað kann vera, at onnur trygging hóskar betur til tørvin, tú hevur. Um tú ferðast í Norðurlondum, Europa ella í heiminum annars, eru tryggingarnar ymiskar. Tí er umráðandi, at tryggingin fevnir um júst tað landafrøðiliga økið, tú skalt vitja. Verður farið av landinum í vinnuligum ørindum, er tín privata ferðatrygging ikki galdandi, og tá má teknast serstøk ferðatrygging. Skuldi ferðin av ávísum orsøkum verið av ongum, áðrenn tú fert avstað, er umráðandi at hava eina avlýsingartrygging, sum rindar endurgjald fyri ferðakostnaðin. Øll tíni tryggingarviðurskifti í sambandi við uttanlandsferð kanst tú avgreiða á ferðaskrivstovunum ella onkrari av deildunum hjá Tryggingarfelagnum Føroyum. Ella sagt við øðrum orðum: Ein og hvør góð ferð byrjar hjá Tryggingarfelagnum Føroyum. Tryggjaður og tryggur av landinum Vælkomin á Hotel Norð Fo-750 Viðareiði · tel 45 12 44 · Fax 45 12 45 hotel@hotelnord.fo · www.hotelnord.fo • 15 dupultkømur • Matstova til 250 gestir • Fundarhøli • Barr • Náttúruvakurt • Buss til hurðina 31 7 9 13 Dr. Jakobsensg. 12 FO-100 Tórshavn njac@kallnet.fo Vit taka okkum m.a. av • passmyndum • digitalum myndum • allari myndaviðgerð • sølu av digitalum myndatólum • sølu av DVD video upptøkutólum Halt frí tá tú hevur frí Tel 35 00 35 . hvonn@hvonn.fo . www.hvonn.fo 333 123 So langt burtur, og tó so nær ... Tel. 42 31 71 Fartel. 21 15 90 info@gjaargardur.fo www.gjaargardur.fo GJÁARGARÐUR Guesthouse of Gjógv r e p r o z