týsdagur 22. mai 2007síða 48
Tekstur á síðuni
Nr. 96 - 22. mai 2007
48
summarkapping
Mentanarnátt
í Havn
Mentanarnátt er blivið eitt afturvendandi tiltak, og
fríggjakvøldið 1. juni verður mentanarnátt aftur á skránni í
Havn. Her vera nógv ymisk tiltøk á skránni.
Fólk hava fyrr havt møguleika at vitja í Skansapakkhúsið, tá
mentanarnátt hevur verið, og henda møguleika fáa tey aftur
fríggjakvøldið 1. juni. Tá verður nevniliga skipað fyri
rundvísing í Skansapakkhúsið.
Vanliga hevur eisini verið skipað fyri rundvísing úti á
Tinganesi, og hetta verður aftur á skránni hesaferð. 1. juni fáa
fólk møguleika at síggja nakað nýtt, tí Reynagarður er júst
settur í stand, og hesin fer at vera karmur um rundvísingina úti
á Tinganesi. Umframt túrin úti á Tinganesi kunnu fólk eisini
fara túr í vesturbýnum og oman eftir Tinghúsvegnum, har
ferðaleiðari verður við.
Tað vera eisini avbera góðir møguleikar at keypa henda
dagin, tí handlarnir í høvuðsstaðnum hava opið líka til kl. 23
ella 24.
Annars vera nógv tiltøk og nógvar framsýningar á skránni
henda dagin. Dansur, sangur og konsertir vera eisini á ymsum
støðum runt í býnum, so har verður nokk at fara á
mentanarnáttini tann 1. juni.
Njót nattúruna við klettum,
holum og fuglalívinum við
Vestmannabjørgini. Vit sigla
inn í djúpar holur og millum
lodrøtt fuglabjørg og tætt
millum bogar og sker.
Um tú vilt uppliva nakað
serstakt - royn so ein túr við
einum av okkara bátum.
Trygdin er í hásetri og
manningin hevur góðar
royndir og nógv ár á baki.
Sightseeing túrar eystur undir land
...og kring allar Føroyar
PALLI LAMHAUGE
Tel. 424155 - fax 424383
sight@sightseeing.fo
www.sightseeing.fo
Telefon 47 81 70
NilaN:
Ventilatións
verk við
innbygdari
hitapumpu
Tryggjar goTT iNNiklima Við aT:
• Tryggja støðuga útskifting av luftini
• Hita frísku luftina, sum verður blást inn
• Avfukta og endurvinnur hitan í inniluftini
• Avmarka ovurviðkvæmið
Verður uppsett av góðkendum montøri