Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mai 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 97 - 23. mai 2007 Tað er ikki til at siga, hvussu leingi verkfall­ ið fer at vara, tað kann verða tveir dag­ ar, tað kann verða fýra vikur. Undir øll­ um umstøðum er verkfalskassin hjá okk­ um so rúmur, at tit kunnu verða í verk­ falli restina av lívin­ um, segði Kent Peter­ sen á kunningarfundi í morgun VERKFALL Leo Poulsen leo@sosialurin.fo - Jú, vit stuðla felagnum hjá okkum av fullum huga! Tað segði ein av luttakar- unum á fundinum uppi á Hotel Føroyum í morgun. Og bert við at kaga innar í stúgvandi fulla fundarrúmið fekst tú sjón fyri søgn. Heili 180 av teimum áleið 200 lim- unum í felagnum vóru møttir til kunnandi fundin, sum Fin- ansforbundet skipaði fyri. Eftir at Kenneth Samuelsen, formaðurin í føroysku deild- ini av Finansforbundet, hevði boðið vælkomin og presenterað donsku sam- ráðingarnevndina, greiddi Niels Jensen, verkfals ábyrgd- arhavari, eitt sindur frá prakt- isku lutunum í sambandi við verkfallið. Hann segði, at allir limir í Finansforbundet eru umfataðir av verkfalinum, og tað er eisini galdandi fyri næmingarnar, sum kortini sluppu at ganga í skúla og ganga til próvtøku, meðan verkfallið varir. Síðani greiddi Kent Peter- sen, samráðingarleiðari og næstformaður í Finansfor- bundet, frá gongdini higartil. Hann harmaðist um støðuna, men vísti á, at AFF hevði als ongan vilja víst at finna eina loysn. - Undir samráðingunum fekst eingin sum helst ábend- ing um, at AFF vildi flyta seg úr stað, greiddi Kent Petersen frá. Rímilig krøv Sambært Kent Petersen gongur tað væl í Føroyum. Bankarnir tjentu hálva milliard í fjør, men kortini nokta teir limum sínum eina rímiliga lønarhækkan. Og tað er undarligt at síggja, at tá roknskapirnir verða lagdir fram, er einki mark fyri, hvussu væl tað gongur. Men við lønarsamráðin gar eru teir um at fara av knóranum, helt Kent Petersen. Hann ákærdi eisini teir persónar, sum stóðu á odda fyri samráðingunum fyri AFF, við hesum at taka land- ið sum gísla. - Tit skulu minnast til, at tit eru størstu aktiv hjá bank- anum. Og vit hava verið rímilig í okkara krøvum. Vit løgdu út við 9% lønarvøkstri yvir tvey ár, men tað var jú bara eitt útspæl. Vit hava ikki kravt 10% um árið – ikki so frægt sum 5%. Tað einasta vit hava kravt, er ein lønarhækkan, sum ikki verður etin upp av inflatión, segði Kent Petersen. Hann segði tað eisini verða púra óvanligt, at arbeiðsgevarar gjørdu sam- hugatiltøk í slíkum førum. Bankin stongdur Heilt mótsatt tí, sum í gjár kom fram um, at bankin fór at verða rímiliga »operativur« undir verkfallinum, so verða ongar bankaavgreiðslur framdar í Føroya Banka, með- an verkfallið stendur við. Rammuavtalan sigur, at í slíkum førum kunnu bank- arnir innkalla fimm fólk frá høvuðsdeildini og tvey frá hvørjum av hinum deildunum til arbeiðis undir verkfallinum. Og tí hevði bankin eisini boðað frá einum 46 nøvnum, sum skuldu verða til arbeiðis hesa tíðina. Men sama rammu- avtala sigur eisini, at fólk til arbeiðis undir verkfalli, bert kunnu ansa ognum bankans, og ikki avgreiða verkfalsrakt arbeiði. Hetta hevur so ført við sær, at bankin, sambært Kent Petersen, hevur skorið talið á starvsfólkum úr 46 niður í sjey. Tað stutta av tí langa er altso, at bankin verður stongdur fyri allari av- greiðslu, burtursæð frá, at handlar kunnu lata dagsins umsetning inn í náttarboks- ina, og starvsfólkið kann síðani flyta peningin í vanligu boksirnar. Eisini kunnu heilt óvanligar hendingar loyva ávísum avgreiðslum. Eisini peningaautomatir- nar verða raktar. Upplýst var, at hesar vórðu fyltar á tremur í gjár, men frá í dag at rokna, verða tær ikki fyltar aftur, fyrr enn verkfallið er av. Netbankin virkar tó framvegis, tí tað er Elektron, ið umsitur henda. Siðilig blokada Onkur vildi vita, hvat hendi, um verkfallið vardi so leingi, at tað fór at koma í karambolagu við ætlaða uttanlandsferiu, og har var svarið heilt greitt, at so mátti ferðin avlýsast. - Tá eitt verkfall er av krevur tað, at fólk kunnu møta til arbeiðis dagin eftir, og tað kann verða meiri enn trupult, er ein staddur uttan- lands, segði Kent Petersen. Hann greiddi annars frá, at verkfalsvaktir fóru at verða útnevndar, og at hesar høvdu skyldu at møta. Talan verður ikki um feriu, men arbeiði, sum tó verður nakað øðrvísið enn vanligt. Av Hotel Føroyum skuldi alt fylgið oman í Húsagøtu, har høvuðsdeildin hjá Føroya Banka heldur til saman við Trygd, sum eisini er rakt av verkfallinum. - Har verða pylsur og kaffi at fáa. Ikki bert til tykkum, men eisini til fjølmiðlarnar og tey, ið koma framvið og annars vilja hava eina pylsu. Eg vil enntá heita á tykkum um at ringja til vinir og kenningar og bjóða teimum framvið til pylsu og kaffi, so kunnu vit greiða teimum frá, hví vit standa har, segði Kent Petersen. Men hann legði fólki eina við, at bera seg siðiliga at. - Frætti eg nakað graml um, at ósek fólk verða fyri munnligum ella kroppsligum ágangi, verður blokadan av- lýst beinanvegin. Tí soleiðis arbeiða vit ikki, legði Kent Petersen dent á. Kent Petersen, samráðingarleiðari hjá Finansforbundet: Verkfallið kann gerast drúgt Sjórænaratiltak í Kollafirði Í sambandi við at Føroya Pedagogfelag hevur 25 ára stovningardag 1. juni, er heitt á limirnar um at skipa fyri onkrum, sum sermerkir dagin. Dagstovnurin Millum Bóla og Dagstovnurin við Botnánna í Kollafirði ætla í hesum sambandi at skipa fyri einum sjórænaratiltaki. Ætlanin er at byrja klokkan 13 við skrúðgongu frá báðum stovnunum út í Ítróttarhøllina, har skipað verður fyri ymiskum, sum skapar »sjórænarahugna«. Á kunnandi fundinum, sum Finansforbundet helt fyri limum sínum, vóru eini 180 av teimum tilsamans umleið 200 limunum møttir Mynd: Álvur Haraldsen