Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mai 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 97 - 23. mai 2007 Nevnd og limir í SFS fylgja væl við gongd­ ini í samráðingunum millum AFF og Finansforbundet VERKFALL Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað kann tykjast eitt sindur fløkt, tá talan er um sáttmálar innan føroysku fíggarverðina. Tað eru tvey fakfeløg, sum umboða starvsfólkini, Finansfor­ bundet, sum er danskt fakfelag við føroyskari deild, og so Yrkisfelag hjá Fíggjarstovnum í Føroyum. Men tað endar ikki her. Tí YFF er í veruleikanum tvey faløg, YT, ið umboðar starvsfólkini í Tryggingar­ felagnum Føroyar og LÌV, og so SFS, ið umboðar starvsfólkini í Eik og sparikassunum, umframt Elektron. Og tá kunngjørt verður, at sáttmáli er skrivaður millum AFF, sum umboðar føroysku fíggingarstovnarnar, og YFF, so er hetta bert partvíst rætt. Tí bert annar parturin hevur formliga staðfest sáttmálan, nevniliga YT. ­ Sáttmálin hjá okkum verður ikki staðfestur fyrr enn á aðalfundinum, sum verður í september. Tá skulu limirnir atkvøða um úrslitið av samráðingunum, so tað er higartil bert nevndin, ið hevur góðkent sáttmálan, sigur Una Gunnarsson, næstformaður í SFS. Fylgja gongdini Una Gunnarsson sigur, at í løtuni kunnu tey bara fylgja við, hvat hendir, og tað gera tey eisini. ­ Eg tori ikki at siga nakað um, hvat vit møguliga kundu gjørt, fær Finansforbundet ein munandi betri sáttmála, enn vit hava fingið, sigur hon. Spurd um tað ikki er rími­ ligt, at starvsfólkið fær ein størri bita av køkuni, tá tað gongur væl, sigur hon, at tað er tað helst – men at tey so mugu góðtaka minni ágóða, tá tað gongur illa. ­ Tað má jú virka báðar vegir, heldur Una Gunnars­ son. Formaðurin í SFS, Hans Jákup Langgaard, sat á fundi í allan dag, og tí fekst ikki fatur á honum. Og Una Gunnarsson vil ikki úttala seg um, hvat nevndin fer at mæla limunum til á aðalfundinum, skuldi limir­ nir í Finansforbundet fingið munandi betri sáttmála. ­ Tað er nakað, sum nevndin má tosa saman um, sigur næstformaðurin í Starvsfólkafelag Føroyskra Sparikassa. Sáttmálin millum SFS og AFF: Ikki staðfestur fyrr enn í september Fleiri svartkjaftaskip á Fuglafirði Leygarkvøldið kom Jupiter á Fuglafjørð við 1900 tonsum av svartkjafti. Teir fóru at landa leygarkvøldið klokkan 8, og teir vóru lidnir á middegi sunnudagin. Beinanvegin, tá ið liðugt var at landa, fóru teir nýggjan túr. Jupiter royndi síðsta túr sunnarlaga á Munkagrunninum. Nú fóru teir norður um. Finnur Fríði kom á Fuglafjørð klokkan 8 mánamorgunin. Teir landaðu 2300 tons í gjár. Fiskaríið var hampuligt fyrst á túrinum, men so minkaði tað burtur í so at siga einki, verður sagt á heimasíðuni vinnan.fo. Eisini Finnur Fríði hevur roynt sunnarlaga á Munkagrunninum. Hann fór nýggjan túr eftir midnátt. Svartkjaftaskipini eru nú norðanfyri. Tað ljóðar ikki frá nøkrum serligum fiskiskapi. Christian í Grótinum skuldi verið á Fuglafirði eftir midnátt. Teir hava verið úti í eina viku. Seinastu dagarnar hevur skipið roynt norðanfyri. Sambært heimasíðuni hjá Christian í Grótinum skuldi veiðan henda túrin vera stívliga 1800 tons. SFS er fakfelag hjá Eik banka, sparikassunum og Elektron Tað má metast at vera ivasamt, um Arbeiðs­ gevarafelagið hjá Fígg­ ingarstovnum í Føroyum, AFF, fer at yvirliva verkfallið hjá starvsfólkunum í Føroya Banka. For­ maðurin í felagnum, Marner Jacobsen, stendur í tí marghátt­ ligu støðu at leiða samráðingar um ein sáttmála, sum ikki fevnir um hansara egnu starvsfólk í Eik, men um starvsfólkini hjá størsta kappingar­ neytanum, Føroya Banka AnALysA Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Leiðslan í Føroya Banka sær út til at at vera trýst upp í ein krók. Partvís av starvsfólkunum, sum vilja hava ein betri sáttmála, men kanska líka so nógv av stjórunum fyri størstu kapp­ ingarneytarnar hjá Føroya Banka. Nevniliga Marner Jacobsen, stjóra í Eik, og Gunnar í Liða, stjóra í Trygg­ ingarfelagnum Føroyar, sum kappast við p/f Trygd, ið er dótturfelag hjá Føroya Banka. Marner Jacobsen og Gunnar í Liða eru ávikavist formaður og næstformaður í nevndini fyri AFF, sum er Arbeiðsgevarafelagið hjá Fíggingarstovnum í Føroy­ um. Tað er hetta felagið, sum førir samráðingarnar við Finansforbundet vegna Starvsfólkafelagið í Føroya Banka, ið eisini fevnir um starvsfólkini hjá Trygd. Spurningurin er, um AFF hevur nakra framtíð eftir tað, sum hent er við samráðingunum. Verkfallið er júst byrjað, og ilt er at meta um, hvussu leingi tað fer at vara, men valla kann leiðslan í Føroya Banka liva við at koma í eina slíka støðu aftur. Hetta er fyrstu ferð í danska kongaríkinum, at starvsfólk í einum peningastovni eru farin í verkfall. Tveir triðingar av bank­ anum skulu seljast áðrenn summarfrítíðina, og tí er eitt verkfall tann ringast hugsandi støðan at koma í, so tætt undan søluni. Janus Petersen viðgongur, at hetta í allar mátar er óheppið, men afturvísir, at Føroya Banki fer at taka seg úr arbeiðsgevarafelagnum. ­ Líka sum vit eru ein samráðingarpartur, hevði verið ynskiligt, at arbeiðs­ takararnir eisini samráddust í felag, sigur Janus Petersen. 70 prosent av starvsfólk­ unum í føroyska fíggjar­ heiminum eru organiseraði í YFF (Yrkisfelagið fyri føroyskar fíggjarstovnar), ið longu hava sáttmála, meðan restin eru í Starvs­ fólkafelagnum hjá Føroya Banka, sum eisini fevnir um starvsfólkini í Trygd. 40 fólk eru til arbeiðis í Føroya Banka, men allar hurðar eru stongdar. Hesini fólkini taka sær bert av bráðfengis bankatænastum. Ætlanin var at hava opið í Niels Finsensgøtu og Húsa­ gøtu, men sambært Janus Petersen, forstjóra í Føroya Banka, hava serfrøðingar hjá bankanum mælt til at hava stongt, tí so er vandin fyri, at bankin kemur at gera mismun á viðskiftafólkum, minni. Hetta hevur sostatt onki at gera við eina frá­ boðaða mótmælisgongu hjá starvsfólkunum. Føroya Arbeiðsgevarafel­ ag hevur nú eisini lagt set út í verkfallið hjá starvs­ fólkunum í Føroya Banka. Les tíðindaskrivið á síðu 4. Skrædnar samstarvið millum fíggingarstovnarnar? Samstarvið millum forstjórnarnar í teimum størstu peningastovnunum í Føroyum, Marner Jacobsen í Eik, og Janus Petersen í Føroya Banka, skal nú standa sína roynd Savnsmynd