mikudagur 23. mai 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 97 - 23. mai 2007
Stutt Sagt
Óvæntað tekin
um vatn
Eitt amerikanskt kanning
arakfar hevur funnið nýggj
tekin um, at rennandi vatn
hevur verið á gongustjørnuni
Mars eina ferð í tíðini.
Kanningarakfarið,
sum
eitur Spirit, hevur funnið til
far við so nógvum silicium
dioxidi, at tað kann bara
koma frá vatni, siga gransk
ararnir hjá NASA. Gransk
ararnir siga, at teir eru
ovfarnir av tí, sum Spirit
hevur funnið, tí higartil er
tað bara eitt annað kanning
arakfar, Opportunity, sum
hevur funnið tekin um vatn
á Mars. Men granskararnir
eru samstundis fegnir um,
at teir nú kanska kunnu
vænta sær fleiri óvæntað
úrslit frá báðum kanningar
akførunum.
Umrøddu
brúgv
Tá Anders Fogh Rasmussen,
forsætisráðharri, var í Ber
lin mánadagin og tingaðist
við Angelu Merkel, kansl
ara, umrøddu tey millum
annað tað ætlaðu Femern
brúnna millum Danmark
og Týskland. Brúgvin, sum
verður 19 kilometrar long,
er mett at fara at kosta
umleið 40 mia. krónur,
men danir og týskarar ætla,
at ES skal rinda 30 prosent
av kostnaðinum. Á fundi
num í Berlin samdust teir
báðir leiðararnir um at
skunda undir málið, so ES
kann fáa eina umsókn um
stuðul í summar.
Hava tað gott
Tað búgva umleið 2,5 mió.
muslimar í USA, og hóast
teir eru lutfalsliga færri har
enn í Vesturevropa, kenna
teir seg tættari knýttar at
samfelagnum, enn teirra
trúarfelagar í Vesturevropa
gera. Í einari kanning siga
47 prosent av teimum
amerikonsku muslimunum,
at teir kenna seg fyrst og
fremst sum muslimar og
síðani sum amerikanarar.
Sama kanning vísir, at í 81
prosent av muslimunum í
Bretlandi kenna seg fyrst
og fremst sum muslimar og
síðani sum bretar. Teir
amerikonsku muslimarnir
klára seg eisini munandi
betur fíggjarliga enn mus
limarnir í Vesturevropa.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
– Onkrir flokslimir vildu heldur havt eina stjórn
til vinstru, men eg vænti mær gott samstarv
(Ingibjörg Sólrún Gísladóttir)
útlond
Tólv ráðharrar hjá
Sjálfstæðisflokkinum
og Samfylkingini
skulu stjórna Íslandi
næstu árini
Fyrrapartin var Geir H.
Haarde, forsætisráðharri, á
Bessastøðum og kunnaði
Ólaf Ragnar Grímsson,
forseta um, at Sjálfstæðis
flokkurin og Samfylkingin
vóru samdir um at skipa
nýggja stjórn. Seinni skip
aðu flokkarnir fyri tíðinda
fundi, har teir greiddu frá
tí, sum teir hava sett sær
fyri at fremja tey næstu
árini.
Semjan um at skipa stjórn
fekst endaliga í lag í gjár, tá
teir báðir flokkarnir á innan
hýsis fundum góðkendu
orðalagið í samgonguskjali
num
og
málsøkjabýtið.
Semja var um, at nýggja
stjórnin skal hava tólv ráð
harrar, soleiðis at teir fáa
seks í part. Tað hevur mill
um annað kravt, at summi
málsøki verða løgd saman
og broytt. Eitt nú er land
búnaðurin lagdur afturat
fiskivinnumálum.
Ivi um ráðharrar
Tað var longu frá byrjanini
greitt, at Geir H. Haarde úr
Sjálfstæðisflokkinum
skuldi halda fram sum for
sætisráðharri, og ráðharra
listin fyrrapartin vísti eisini,
at fimm av ráðharrunum
hjá
Sjálfstæðisflokkinum
eru teir somu sum í undan
farnu stjórnini. Tað merkir
millum annað, at Árni M.
Mathiesen heldur fram sum
fíggjarmálaráðharri, og at
Einar K. Guðfinnsson held
ur fram sum fiskimálaráð
harri.
Tann einasti ráðharrin hjá
Sjálfstæðisflokkinum, sum
ikki heldur fram, er Sturla
Böðvarsson. Hann hevur
fingið tilboð um embætið
sum altingsformaður ístaðin
fyri, men sambært íslendsku
fjølmiðlunum er hann als
ikki nøgdur við tað, og at
tað er ikki vist, at seinasta
orðið er sagt í tí málinum.
Ráðharralistin hjá Sam
fylkingini var hinvegin klár
ur beinanvegin. Týdningar
mesta málsøkið hjá flokki
num eru uttanríkismál, og
tey skal floksformaðurin,
Ingibjörg Sólrún Gísladóttir,
umsita. Sostatt hevur Ísland
framvegis eina kvinnu sum
uttanríkisráðharra.
Av teimum tólv ráðharru
num í nýggju stjórnini eru
fýra kvinnur, og av teimum
eigur Samfylkingin tríggj
ar.
Vísindafólk halda, at
coelacanth-fiskurin
hevur framvegis
somu útsjónd sum
fyri 400 mió. árum
síðani
Í mong ár hildu vísindafólk,
at coelacanthfiskurin var
útdeyður, men í 1938 bleiv
ein veiddur úti fyri eystur
afrikonsku strondini. Fjúrt
an ár seinni fingu menn ein
afturat, og síðani eru fleiri
veiddir úti fyri eysturafri
konsku strondini.
Síðani 1998 eru nakrir av
hesum fiskunum veiddir
við indonesisku oynna Sula
wesi.
Síðsta
vikuskiftið
vóru Justinus Lahama og
sonurin farnir at draga gørn
norðan fyri oynna, og í ein
um garni fingu teir ein
coelacanthfisk. Teir hildu
fiskinum livandi og sleptu
honum í eina byrging í havn
ini, men 17 tímar seinni
doyði fiskurin. Hann toldi
ikki tann heita sjógvin. Fisk
urin var 130 centimetrar
langur og vigaði 100 pund.
Justinus Lahama við tí
sjáldsama fiskinum
Ísland nýggja samgongustjórn
Ein sjáldsamur fiskur
Geir H. Haarde heldur fram sum
forsætisráðharri
Ingibjörg Sólrún Gisladóttir er nýggjur
uttanríkisráðharri