Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mai 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 97 - 23. mai 2007 Føroya Arbeiðs­gev­ara­ felag heldur tað v­era bein­leiðis­ marghátt­ ligt, at v­it hav­a útlen­ds­k fakfeløg í Føroyum. Royn­dirn­ar kun­du ben­t á, at Før­ oyar v­era brúktar s­um s­pæliplás­s­, tá tað er tørv­ur á at v­ís­a v­øddar s­ín­ar VERKFALL Tíðinaskriv frá Føroya Arbeiðsgevarafelag Í løtuni hava vit arbeiðssteðg í føroyska fíggjarheiminum. Hesin arbeiðssteðgur fevnir tó bara um limir í einum av fakfeløgunum á hesum økinum. Hitt fak­ felagið Yrkisfelagið hjá Fíggjarstovnum í Føroy­ um, sum fevnir um SFS (Starvsfólkafelag Spari­ kassanna í Føroyum) og YT (Yrkisfelagið Trygdin), og sum umboðar 70% av starvs­ fólkunum á fíggjarøkinum, gjørdi fyrr í vár ein nýggjan 4 ára sáttmála við Arbeiðs­ gevarafelagið hjá Fíggjar­ stovnum í Føroyum. Arbeiðssteðgurin fevnir sostatt bert um danska Fin­ ansforbundet, sum umboðar starvsfólk í Føroya Banka og Trygd. Hetta er bert aðru ferð í søguni, at Finansforbundet fer í verkfall. Fyrra verk­ fallið var í Grønlandi í 2005. Í Danmark hevur ongantíð verið eitt verkfall á fíggjarøkinum, síðani fak­ feløg vóru stovna í 1939. Finansforbundet er ein samanlegging av Danske Bankfunktionærers Lands­ forening og Danske Spare­ kassefunktionærers Lands­ forening. Tað ber tí til at staðfesta, at meðan arbeiðssteðgur ongantíð í nærum sjeyti ár er komin fyri í danska fíggj­ arheiminum, hevur hetta fakfelag valt at vísa vøddar sínar í bæði Føroyum og Grønlandi. Hetta er uttan iva funnin frensur hjá danska fakfelagn­ um. Kostnaðurin av at taka eitt verkfall í Grønlandi ella Føroyum er lítil, bæði í krónum og í umdømi. Samstundis kann eitt slíkt verkfall brúkast til at vísa veruliga mótpartinum hjá fakfelagnum – danska fíggj­ arheiminum, at talan er um eitt fakfelag sum torir at bíta frá sær. Hinvegin er ein arbeiðssteðgur innan danska fíggjarheimin ein óhugsandi tanki, og tí er hetta heldur ongantíð komi fyri. Um tað kom so vítt, hevði danska fólkatingið helst beinan veg­ in lagt seg út í trætuna. Eitt úlendskt fakfelag, sum ikki hevur sítt dagliga virki í Føroyum, fer ongantíð at kenna somu ábyrgd fyri okk­ ara samfelag, á sama hátt sum tey, id búleikast her. Á føroyska arbeiðsmarkn­ aðinum hava vit harafturat egna siðvenju og lóggávu, sum víkjur frá danskari sið­ venju og lóggávu, og iva­ mál kunnu stinga seg upp um, hvør støðan reint løg­ frøðiliga tá er. Føroya Arbeiðsgevarafel­ ag loyvir sær at seta spurnar­ tekin við, um tað yvirhøvur eigur at bera til, at útlendsk fakfeløg eru virkin her á landi? Um nú S&K valdi at gerast limur í systurfelagnum í Svøríki, skuldu føroyski arbeiðsmarknaðurin so fáa sett krøv, sum taka støði í svenskum arbeiðsmarknað­ arviðurskiftum? Skuldu ein svenskur sáttmáli verið galdandi á økinum? Skuldu vit tosað svenskt undir sátt­ málasamráðingunum? Hvar er markið? Føroyar ­ s­pæliplás­s­ hjá útlen­ds­kum fakfeløgum? Pól Es­per og Búgv­i í Klaks­v­ík Hetta vikuskiftið verður aftur høvi at fara í býin og hoyra livandi tónleik klaksvík. Hesuferð verða tað Pól Esper og Búgvi, sum fara at undirhalda í Fortuna fríggjakvøldið. Hetta er triðja ferðin, at tílíkt tiltak er í Fortuna og sigast má, at hini bæði kvøldini hava verið sera væleydnað og at viðskiftafólki hevur tikið væl undir við hesum. Húsið letur upp kl. 22.00. Fortuna liggur á Klaksvíksvegi 22. Nógv­ v­erður gjørt fyri at s­elja, og lýs­in­gar­ teks­tir kun­n­u v­era øgi­ ligir. Vit fáa jav­n­an­ tíð­ in­das­kriv­ s­en­dan­di, har v­it mugu klippa n­ógv­ lýs­in­garorð út, men­ í gjár bar av­, og ja, kan­s­ka fór on­kur yv­ir G!v­in­d. tónLEiKuR Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo G!Festivalurin avdúkaði í gjár, at Sic spælir á ársins festivali, og ja, skulu vit trúgva festivalinum, so er hetta ikki ein bólkur, men ein kollvelting ella okkurt, ið líkist gudum, ið fara á pallin. Vit hava fyrr í dag lagt ein niðurkliptan part av tíðindaskrivinum, ið festivalurin legði á sína heim­ asíðu á planet.fo, men her fáa tit tíðindaskrivið, manifestið ella, hvat eitt tílíkt kallast í fullum líki: Harðasti, tungasti og svak­ asti tungmálmsbólkurin, För­ oyar hava fött, almáttugu Sic, fara aftur í ár á G! at skapa lötur, har tónleikurin ristir títt innasta inna og lyftir teg á áður ókendar hæddir – har tú ert og gerst tann, tú ert Tað eru lötur í lívinum, tá ið vísindaligar frágreiðingar ikki gera annað enn at ræna innihaldið úr hesum somu lötum. Um talan er um eina ferðsluvanlukku ella um fyrsta kossin, nytta fakta um motor og stell og hor­ monir og endorfinir onki afturímóti tí reint subjek­ tiva, menniskjaliga uppliv­ ilsinum, ein hevur fingið. Hesar löturnar eru tær, ið geva lívinum innihald og meining. Tú leggur kanska ikki merki til hetta fyrr enn aftaná, men hesar lötur skapa minni, ið skapa tín persón og definera, hvör tú ert. Og pilkar tú ov nógv við hesar lötur, missa tær sítt virði og sína ávirkan, og tú situr eftir við ongum. Definera ikki tær, men lat tær definera teg. Hetta sama kann væl sig­ ast um Sic. Tað tykist, sum hava teir eini serlig evni at skapa slíkar lötur. Hóast eitt vist virði er í at tosa um nu­metal inspirerað thrash, 7­streingjaðar gittarar og hvussu “Pandamonium”, nýútkomna fyrsta flöga Sics, hevur fingið yvirgóð ummæli í metal­blöðum kring allan heimin, so kann hetta ikki samanberast við frásagnir um at hoyra Sic fyri fyrstu ella ­ sum hjá nógv for peppaðu fjepparum Sics ­ tjúgindu ferð. Hetta, at einans kunna rista við hövdinum, sum grælikongurin mikli Mikkjal Gaard Hansen ýlir sína sálarneyð yvir rokk­og­ rull samkomuna. At gloyma alt um lív og limir og kasta seg aftur og fram í eini hysteriskari mannamúgvu, ið pulserar við tónleikinum, til hon finnur tað fullkomna stevið og læsist í einari mest­ sum yvirnáttúrligari eind. At koma heim á kroppi í sveitta, stinkandi av öli og sigarettroyki, og við ringj­ andi oyrum sovna við einum smíli (og tað kanska saman við eini Sic chick...). Hesar lötur eru tær, ið ikki skulu pilkast sundur og definerast – bæði fyri tónleiksins skuld, men mest fyri tína egnu. Og mangt bendir á, at nógv fólk hava júst slíkar lötur at vísa á. Sic eru ímillum best dámdu og mest elskaðu bólkarnar í Föroyum, og teir hava trúgvastu fjeppararnar, ið nakrantíð eru sæddir her á klettunum. Teir eru stöðugt vorðnir feitari, síðani teir byrjaðu fyri skjótt eini góðari lötu síðani – og so feitir eru teir nú, at fyri nógv er tað einans ein spurningur um tíð, nær vit síggja teir á altjóða tungmálmstindinum. Tað er tí G! festivalinum ein gleði enn einaferð at bjóða fólki saman við Sic at knýta nevar, pikka korn og skríggjandi og skrálandi skapa lötur, minni og lív.” Yv­ir G!v­in­d Tollarar á floti Teir seinastu dagarnar hevur norska tollverkið lagt seg eftir at kanna stuttleikabátar, sum koma aftur eftir at hava verið svensku megin markið og keypt sterkt. Soleiðis var t. d. seinasta sunnudag, tá tollbátar steðgaðu 28 stuttleikabátum í Oslofjørðinum. Tólv teirra vórðu kannaðir út kjølinum upp í mastrina, men bara tríggir vvístu seg at hava keypt meiri, enn loyvt er. Tað loysti seg heldur ikki, tí teir fingu næstan 9.000 krónur í bót. Tað ber tí til at staðfesta, at meðan arbeiðssteðgur ongantíð í nærum sjeyti ár er komin fyri í danska fíggjarheiminum, hevur hetta fakfelag valt at vísa vøddar sínar í bæði Føroyum og Grønlandi, sigur Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum