mikudagur 23. mai 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 97 - 23. mai 2007
Gjógvin ikki breiðkað
Herfyri kunngjørdu arbeiðarafelkøgini eina kanning, sum
vísti, at gjógvin millum tær hægru og tær lægru lønirnar er
breiðskað, men hesum vísir Vinnuhúsið nú aftur. Við tølum
frá Hagstovuni vísir Vinnuhúsið á, at lønarmunurin millum
ein arbeiðsmann og ein starvsmann er minkaður úr 26 í 21
prosent tey seinastu tjúgu árini. Orsøkin er, at lønarhækk
ingarnar eru goldnar í krónum og oyrum heldur enn í pro
sentum, sigur Vinnuhúsið.
Minni av landinum
Munandi minni fiskur fór óvirkaður av landinum í
fjør enn í 2005. Tøl hjá Hagstovuni vísa, at í fjør
vóru 15.000 tons av toski, hýsu og upsa óvirkað av
landinum. Tað var meiri enn 10.000 tons minni enn
í fyrraárið og samstundis tað minsta síðani 2001.
Av teimum 15.000 tonsunum, sum fóru óvirkað av
landinum, vórðu 12.000 tons avreidd í Føroyum
fyrst og síðani send av landinum. Tey seinastu 3.000
tonsini vórðu landað uttanlands.
Maud V. Hansen er
nýggjur formaður í
Suðurstreymoyar
Tjóðveldisfelag
AðAlfundur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Suðurstreymoyar Tjóðveld
isfelag hevði aðalfund 21.
mai, og á skránni var eitt nú
formansval og nevndarval.
Formaðurin seinastu ár
ini, Hjørdis Heindriksdóttir,
ynskti ikki at halda fram.
Maud formaður
Aðalfundurin gjørdi av at
velja eina aðra kvinnu,
Maud V. Hansen, í staðið
hjá Hjørdis, og tískil verður
tað enn ein kvinna, sum fer
at leiða tjóðveldisfelagið í
høvuðsstaðnum frameftir.
Umframt formannin, sita
nú í nevndini í Suðurstreym
oyar Tjóðveldisfelag, Ru
bek Lilaa, næstformaður,
Ragnar Magnussen, skriv
ari, Oluffa undir Kletti, pen
ingarøkil og Petur í Gong,
nevndarlimur.
- At vit nú kunnu
veiða ein part av silda-
kvotuni í norskum
sjógvi, fer at gera, at
vit betur kunnu leggja
veiðina til rættis. Nú
kunnu vit fylgja sild-
ini inn í norskan
sjógv, tá hon fer hag-
ar. Veiðan í føroysk-
um sjógvi nýtist tískil
ikki at verða so
“intens”, sum hon
hevur verið, tí sildin
kanska er á veg úr
føroyskum sjógvi,
sigur Kristian Martin
Rasmussen, reiðari
Sild
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Christian í Grótinum land
aði 1800 tons av svartkjafti
á Fuglafirði í gjár. Skipið
fer útaftur í dag, og nú fiski
skapurin eftir svartkjafti
ikki roynist so væl longur,
verður farið útaftur at leita.
Á seinasta túri var lítið at
fáa, og skipini hava sum
heild havt slakan fiskiskap
í seinastuni.
Norðborg,
sum
sama
felag í Klaksvík eigur, er til
fiskiskap, men eisini hjá
teimum hevur lítið borið til
í seinastuni.
Skipini leita
Kristian Martin Rasmussen,
reiðari, sigur, at skipini,
sum í løtuni eru úti, leita
eftir svartkjafti í føroyskum
sjógvi á leiðunum norður
úr Mykinesi.
Eg havi skilt, at har eru
bæði føroysk og íslendsk
skip, og russar eru eitt nú á
leiðunum í ein útsynning úr
Føroyum, eisini í føroyskum
sjógvi.
Reiðarin sigur, at fiski
skapurin í løtuni er smáligur
yvir tað heila, sum hann
tekur til.
Hann væntar, at tekur
svartkjafturin seg ikki upp
aftur nakað skjótt, fara
flestu føroysku skipini á
sild eftir hvítusunnu.
Enn er kanska heldur
tíðliga til sildina, tí enn hev
ur hon ikki fingið røttu fit
ina eftir gýting í vár. Men
hesa tíðina broytist sildin
skjótt, leggur Kristian Mart
in aftrat.
80% framleiðsla
Í fjør veiddu Christian í
Grótinum og Norðborg til
samans 13.000 tons av norð
havssild. Ein part av tíðini
partrolaðu skipini, sam
stundis sum veiðan varð
virkað umborð á Norðborg,
ið
hevur
6
flakalinjur
umborð. Parturin, sum teir
2325 menninir umborð á
Norðborg ikki náddu at
virka, varð landaður til
virkir á landi.
Samlaða flakaframleiðsl
an umborð á Norðborg í
Fara á sild eftir
Tjóðveldisfelag
nýggjan formann
Maud V. Hansen loysir nú Hjørdis Heindriksdóttir av sum
formaður í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag
- Endamálið við slíkum
kanningum er at útvega
upplýsingar um van-
lukkur og at fáa greiði á
tilburðargongd og
orsøkum, ið hava við
sær, at slíkar vanlukkur
henda, sigur Óla Hans
Hammer, stjóri á
Skipaeftirlitinum
VAnlukkA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Vit hava eisini til uppgávu
at gera tilráðingar og taka
neyðug stig til at minka um
vandan fyri, at tílíkar van
lukkur henda aftur.
Tað
sigur
Óla
Hans
Hammer, stjóri á Skipaeftir
litinum, sum nú hevur kann
að tilburðin um syndarligu
vanlukkuna umborð á eini
alibáti á Oyndarfirði mána
dagin.
Stjórin vísir á, at eingi
sjónarvitni vóru til hend
ingina.
Tveir alibátar arbeiddu
við alibrúkið á Oyndarfirði
hendan morgunin. Tveir
mans vóru á øðrum bátinum
og ein maður á hinum.
Hann sigur, at Marnar
Dam, sum var einsamallur
umborð á Jónleyg, var í holt
við at stramma eina fortoyn
ing, tá hann sera óheppin
gjørdist fastur í eina bukt
og kleimdist til deyða.
Óla Hans sigur, at sjálv
andi ber ikki til heilt neyvt
at siga, hvat er hent, men
Skipaeftirlitið hevur gjørt
sínar metingar av øllum til
burðinum og hevur nú skriv
að eina ávegis frágreiðing,
sum stovnurin fer at tosa
nærri um.
Kanningarnar vísa, hvat
maðurin hevur gjørt og
hetta, sum hann hendan
morgunin tókst við, hevur
hann einsamallur á báti
gjørt nógvar ferðir áður.
Og kortini hendi tað.
Kanningarnar vísa, at
maðurin hevur verið ógvu
liga óheppin, og tískiil
hendi tað ringasta, sum
henda kundi, sigur stjórin á
Skipaeftirlitinum.
Óla Hans sigur, at kann
ingarnar benda á, at at ein
endi er lopin úr eini rullu
afturi á hekkuni á bátinum,
og soleiðis er maðurin kom
in fastur í eina bukt.
Í stuttum kunnu vit siga,
at maðurin var komin at
standa á skeivum staði í
bátinum – í tí skeivu og sera
óhepnu løtuni, tá buktin
leyp úr rulluni.
Óla Hans sigur, at tað,
sum kann vera orsøkin til,
at buktin leyp úr rulluni, er,
at ein keta, sum lá um ein
enda, er gliðin á endanum,
soleiðis at alt strammaðist
aftur.
Men hetta vita vit ikki
við vissu, sigur hann.
Óla Hans Hammer sigur,
at alibáturin lá væl bundin
til ringarnar, og at Skipa
eftirlitið hevur góðkent bát
in, sum er rættiliga nýggj
ur.
Tað er einki galið við
bátinum, og dekkið er bæði
gott og arbeiðsligt at síggja
til, sigur stjórin á Skipa
eftirlitinum.
Marnar Dam
sera óheppin
Teir standa og práta á dekkinum á alibátinum Jónleyg, tá
báturin verður handaður Pan Fish. Marnar Dam er maðurin
næst uttastur til høgru