Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-23, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mai 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Nr. 97 - 23. mai 2007 Ætla hægri skatt Ein spurnarkanning í Danmark vísir, at ein triðingur av kommununum ætla sær at hækka kommunuskattin næsta ár. Harafturímóti hevur eingin kommuna ætlanir um at lækka skattin. Formaðurin í kommunufelagnum, Erik Fabrin, sigur við Ritzau, at stjórnin í Keypmannahavn hevur givið borgarunum vónir um betri almenna tænastu, og at batarnir skulu koma frá kommununum. Men tað krevur meiri pengar sum t. d. hægri skatt. Luktar ov illa Donsku heilsu- og umhvørvismyndugleikarnir krevja nú, at stóra fiskamjølverksmiðjan Triple/Nine í Esbjerg skal fáa sær útgerð, sum skal avmarka tann rama luktin av hálvrotnum fiski og fiskaslógvi. Leiðslan á fiskamjølverk- smiðjuni, sum er tann størsta í Norðurevropa, sigur, at útgerðin fer at kosta millum fimm og seks mió. krónur. Men virkið ger greitt, at í framtíðini missa skipini av landingarvirðinum, um fiskurin luktar verri enn ásett. Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Um eitt ár ella so fær felag- ið í Klaksvík, sum eigur Christian í Grótinum og Norðborg, nýtt skip, sum verður bygt í Chili. Nýggja skipið kemur í flotan fyri gomlu Norð- borg. Kristian Martin Rasmus- sen, reiðari, sigur, at nýggja skpið fer kunna frysta 1400 tons á plattum og hava 1200 tons av fiski í tangum. B y g g i k o s t n a ð u r i n verður umleið 250 miljónir krónur. - Eg vænti, at skipið kemur í juni/ juli mánaða komandi ár, sigur reiðar- in. Hann vísir á, at umborð á nýggja skipinum verða níggju skerilinjur ímóti teimum seks, sum eru um- borð á gomlu Norðborg. Felagið í Klaksvík eigur hálvt triðja loyvi til veið- ina, sum skipini eru á, og hetta fevnir bæði um svart- kjaft, sild og makrel. - Kvoturættindini, sum felagið eigur, skuldu verið nóg mikið til, at skipini rakstrarliga koma at hanga saman, sigur Kristian Martin Rasmussen. hvítusunnu - Enn er sildin heldur rak, og nógv æti er í henni, men skjótt vænta vit, at boð verða send eftir arbeiðsfólkunum, sigur Dánjal Jákup Jacobsen, stjóri á Kollafjord Pelagic sild Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Saksaberg, sum P/F Vinnan í Gøtu eigur, hevur seinastu tíðina landað tríggjar lastir av sild í Kollafirði, men enn eru øll tey stóru skipini á svartkjafti og hava tískil ikki gjørt nakran sildatúr. Í samrøðu á hesi opnuni, sigur reiðarin, Kristian Martin Rasmussen, seg vænta, at flestu skip fara á sild beint eftir hvítusunnu, um svartkjaftafiskiskapurin ikki tekur seg uppaftur heilt skjótt. Nógv æti - Eg dugi ikki rættiliga at siga, nær vit kunnu vænta, at gongd fer at koma aftur á sildaframleiðsluna í Kolla- firði. Dánjal Jákup Jacobsen, stjóri á Kollafjord Pelagic, sigur, at sildin, sum virkið higartil hevur tikið ímóti, hevur verið heldur rak eftir gýting, og nógvi æti hevur verið í henni. - Men sildin skuldi blivið betur og “fest” seg meira, sum tíðin gongur, leggur hann aftrat. 50 fólk Tá ið sildatíðin rættiliga byrjar, væntar Dánjal Jákup Jacobsen, at eini 50 fólk fara at arbeiða á Kollafjord Pelagic, og arbeitt fer ætl- andi at verða í tveimum vaktum. - Vit hava níggju skeri- linjur inn á virkinum, og væntandi verða út við 25 fólk tilsamans á hvørji vakt- ini, sigur hann. Dánjal Jákup Jacobsen sigur, at marknaðurin fyri sildina, sum virkað verður á Kollafjord Pelagic, serliga er í Evropa. Bíða eftir sild Nýggj Norðborg um eitt ár fjør var 6.500 tons, og hetta svarar til umleið 80% av sildini, sum okkara skip fiskaðu. Kristian Martin Rasmus- sen væntar, at nú sáttmálin um sildina millum stranda- londini er komin upp á pláss, og føroysku skipini soleiðis kunnu veiða upp í 35% av føroysku kvotuni í norskum sjógvi, fara skipini helst at verða á sildini tað, ið eftir er av hesum ári- num. Gevur fyrimunir - At vit nú kunnu veiða ein fittan part av sildakvotuni í norskum sjógvi, fer at gera, at vit betur kunnu leggja veiðina til rættis. Nú kunnu vit fylgja sildini inn í norsk- an sjógv, tá hon fer hagar. Veiðan í føroyskum sjógvi nýtist tískil ikki at verða so “intens”, sum hon hevur verið, tí sildin kanska er á veg úr føroyskum sjógvi. Kristian Martin Rasmus- sen sigur seg vóna, at hesin møguleiki fer at merkja, at skipini fara at fáa uppaftur meira burtur úr sildini í ár. Umráðandi er, at so stórur partur av norðhavssildini sum gjørligt verður virkaður til matna Mynd: Vilmund Jacobsen Um stutta tíð fara eini 50 fólk til arbeiðis á tveimum vaktum á Kollafjord Pelagic Mynd: Jens Kr. Vang Enn eru skipini á svartkjaftaveiði, men reiðarin, Kristian Martin Rasmussen væntar, at flestu skip fara á sild beint eftir hvítusunnu, um svartkjaftafiskiskapurin ikki tekur seg uppaftur rættiliga skjótt Mynd: Vilmund Jacobsen tíðindi