mikudagur 23. mai 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 97 - 23. mai 2007
Tað er einki minni enn ein kollvelting, tá Smyril
Line í summar letur upp einar heilt nýggjar dyr til
umheimin ella rættari Evropa. Sigling uppá Skot
land fer at skapa heilt nýggjar møguleikar fyri før
oyingar og eisini fyri bretar og aðrar evropearar.
Henda nýggja farleið ella um tú vil brúgv millum
Tórshavn og Scrabster kann fáa stóran týdning fyri
føroyska búskapin komandi árini, nógv størri enn
vit geva okkum fær um nú.
Fyri tað fyrsta sleppa føroyingar nú við egnum bili
og motorsúklu til Stórabretlands, sum er eitt ótrúligt
land at ferðast í. Skotland, Ongland og Wales eru
perlur í ferðamannahøpi, har tú fær bæði sól, ment
an og annað ríkidømi. Bretland er so eisini at meta
sum ein lopfjøl víðari út í tað stóra Evropa.
Og vit kunnu venda hesum á. Fyri skotar, bretar,
walisar og aðrar evroperarar gerst brúgvin millum
Scrabster og Tórshavn ein einastandandi møguleiki
at uppliva Føroyar og Ísland.
Eitt eru so ferðafólkini. Vit skulu so heldur ikki
gloyma handils og vinnulívsfólkini og somuleiðis
tey, sum fáast við mentan og list. Nýggja farleiðin
gevur øllum hesum mongu nýggjar møguleikar
og avbjóðingar. Hugsast kann eisini, at henda far
leið kann fáa stóran týdning fyri okkara inn og
útflutning.
Tað eru mong ár síðani, at vit høvdu eina líknandi
brúgv millum Tórshavn og Aberdeen. Lat okkum
fegnast um, at góðar kreftir her á landi við Smyril
Line á odda nú hava tikið stigið aftur at binda okkum
og Stórabretland og harvið Evropa tættari saman.
Hetta kann bara koma at gagna okkum øllum.
Tað er eisini gott og sunt, at vit ikki nærum bara
hava ta einu dyrnar til umheimin, nevniliga gjøgnum
Danmark. Alt gott um hana, men heimurin broytist
og vit mugu troyta aðrar og nýggjar møguleikar.
Føroyar og føroyingar mugu til at hyggja í allar
ættir. Vit mugu skapa nýggj sambond og vit mugu
fáa íblástur úr øllum herðashornum. Góða og tætta
sambandið til Danmarkar er og verður. Tað ræður
nú um at víðka sjónarringin mentanarliga, handils
og vinnuliga og eisini politiskt og samfelagsliga.
So tað verður sera spennandi at síggja, hvussu fer
at ganga við nýggju sjóbrúnni millum Føroyar
og Stórabretland. Gott í tykkum, sum hava tikið
hetta fyri tjóðina skilagóða stigið, tí hon snýr seg
í veruleikanum um nógv meira enn bara at menna
ferðavinnuna.
Sosialurin
Lata upp nýggjar
dyr til Europa
Gjógvin í samfelagnum fer at víðkast, tá ið eitt so virðismikið tilfeingi verður
misjavnt býtt millum føroysku borgararnar. Haraftrat er hetta, at nakrir fáir
føroyingar kunna selja tað livandi tilfeingið og koyra peningin í lumman, ikki í
tráð við lógina um vinnuligan fiskiskap, tí har verður ásett, at Føroya fólk eigur
tað livandi tilfeingið
Róar Akralíð skrivari í Búskaparráðnum
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1330
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Veljarin hevur merkt polit
isku avrikini. Javnaðar
flokkurin er størsti flokk
urin í samgonguni og
næststørsti flokkurin á
tingi í nýggjastu veljara
kanningini, sum Gallup
hevur gjørt fyri Kring
varpið. Meðan Sambands
flokkurin og Fólkaflokk
urin standa til at missa
hvør sín tinglim, varðveitir
Javnaðarflokkurin sínar
sjey. Vit eiga tó ikki at
hvíla við hetta úrslitið,
men at halda á at prógva
virðið í einum samhalds
føstum samfelag.
Ein virkisfýsnari politiskur
leiklutur og betri skipað
floksapparat eru uttan iva
partar av orsøkini til, at
Javnaðarflokkurin
hóast
nógvar
ákoyringar
sum
stjórnarberandi
flokkur
varðveitir sína styrki á sama
støði sum á seinasta løg
tingsvali.
Og so eru tað veruligu
politisku úrslitini, ið eisini
eru farin at síggjast og
merkjast.
Í samgongu hevur millum
annað eydnast Javnaðar
flokkinum:
At seta lóg um felags for
eldramyndugleika í gildi
í Føroyum.
At hækka stuðulin til for
syrgjarar í útbúgving við
700 krónum um mánað
in.
At seta á stovn barsils
skipan fyri foreldur í
útbúgving.
At fáa hækkað útgjaldið
úr Samhaldsfasta úr 697
krónum um mánaðin í
januar 2004 til 2.200
krónur um mánaðin í jan
uar 2008, soleiðis at Sam
haldsfasti og fólkapen
sjónin tilsamans koma
uppá 9.345 krónur um
mánaðin fyri støk og
15.633 krónur um mán
aðin fyri hjún, har bæði
eru pensjónistar.
At fáa sett meira orku av
til fólkaskúlan og harvið
okkara
framtíðar
til
feingi.
At seta umhvørvis og
orkumál á politisku dags
skránna.
At skapa ein veruligan
granskingarpolitikk við
øktari játtan.
At fáa sjálvstýrismálið í
fasta legu fram ímóti
størri sjálvbjargni.
At skapa trygg og stabil
politisk viðurskifti við
Javnaðarleiðslu.
At fáa yvirtikið og útbygt
flogvøllin
At fáa vent búskapar
gongdini positiva vegin.
At seta altjóðagerðina á
dagsskrá í føroyska polit
iska umhvørvinum.
Vinstravend úrslit
Tí ber av røttum ikki til at
halda fram at siga, at Javn
aðarflokkurin ikki ger ann
að í samgonguni enn at
tæna tveimum borgarligum
flokkum. Uttan iva eru tað
úrslitini, ið veljararnir hava
lagt til merkis og tí ikki
longur trúgva uppá herróp
andstøðunar, um at Javnað
arflokkurin er í lummanum
á Fólkaflokkinum.
Tað eru nevniliga júst teir
báðir borgarligu flokkarnir,
ið hava størstu afturgongd
ina
í
veljarakanningini.
Sambandsflokkurin fer úr
23,7 prosentum á løgtings
valinum niður á 19,5 pro
sent í veljarakanningini og
missir
eitt
tingumboð.
Fólkaflokkurin fer úr 20,6
prosentum á løgtingsvali
num niður á 18,7 prosent í
veljarakanningini og missir
eitt tingumboð.
Andstøðuflokkarnir, Mið
flokkurin og Tjóðveldis
flokkurin, hava náttúrliga
eina framgongd, har Tjóð
veldisflokkurin økir um
tingfólkatalið við einum
umboði og Miðflokkurin
við tveimum. Tað seinna
má sigast at vera merkisvert,
tá
hugsað
verður
um,
hvussu Miðflokkurin rekst
frá hugsjón til hugsjón og
misnýtir kristindómin og
annað mangt fyri at vinna
sær vald.
Javnaðarflokkurin varð
veitir sambært veljarakann
ingi síni sjey umboð á tingi,
hóast flokkurin fer úr 21,8
prosentum á løgtingsvali
num niður á 21,1 prosent í
veljarakanningini.
Mugu styrkja profilin
Samanumtikið er veljara
kanningin kortini eitt ógvu
liga gott pappír fyri Javnað
arflokkin. Men skal flokk
urin varðveita støðuna og
enntá ganga fram, er týdn
ingarmikið, at vit halda
fram at prógva okkara virði
og alsamt stríðast fyri ein
um samfelag grundað á
samhaldsføstu hugsjónina.
Ein tann fyrsta avbjóðing
in fyri framman er at halda
fast við, at ognarrætturin til
fiskiríkidømið er almennur
og harvið ogn Føroya Fólks,
nú landsstýrismaður Sam
bandsfloksins hevur lagt
uppskot fyri tingið við
ábendingum um tað øvugta.
Harumframt er neyðugt,
at vit styrkja støðu okkara
munandi innan mentanar,
útbúgvingar og skúlaøkið.
Veljarakanning: Gott úrslit fyri Javnaðarflokkin
løgtingslimur
JoHN
JoHANNESSEN
Vit kunnu als ikki góðtaka
tín atburð, tú gert okkum
øllum fyri skommum. Tú
ert venjari fyri okkara felag,
og tá vit koma kring landið
fara fólk at halda, at vit í
Leirvík taka undir við tín
um andstyggiligu sjónar
miðum. Tú sigur “At eg
fekk karantenu ger bara, at
eg hati útlendskar leikarar
enn meira”. Hevur tú als
ikki gjørt tær greitt, hvussu
nógv fólk títt hatur rakar?
Fyri fyrst skal eg minna
teg á, at tá tú ert staddur í
Leirvík, ert tú í einari bygd,
sum helst hevur borgarar úr
mestsum hvørjum króki í
heiminum. Vit eru heilt
nógv sum eru “ikki føroy
ingar”. Í Leirvík hava vit
eisini verið so heppin, at vit
eiga nógv børn, sum ikki
eru av føroyskum uppruna,
og vit eru minst líka erpin
av teimum, sum vit eru av
teimum føroysku børnunum,
bara so tú veitst tað.
Fyri tað næsta kunnu vit
ikki hava ein venjara, sum
ber seg at sum tú gert. Títt
hatur eigur undir ongum
umstøðum at vera sátt mill
um ungdómin í Leirvík. Tú
sigur, at hattar er harmleyst
slang í Klaksvík, men tað
er tann vánaligasta umber
ingin eg enn havi hoyrt. Tú
eigur sjálvsagt at taka frá
støðu frá slíkum atburði.
Eg haldi, at tú skalt gera
LÍF ein seinasta beina, og
tað er at fara inn aftur um
Klakk og tað rættiliga
skjótt. Eg verði ikki millum
áskoðararnar so leingi sum
tú umboðar LÍF og Leir
víkar bygd.
Sporamørk 20,
Leirvík 520
RANdI Í
JógvANStovU
Viðmerking til grein í Dimmalætting 21/5-07
Venjarin Go home!