Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-23, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mai 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 97 - 23. mai 2007 13 viðmerkingar Í hesum døgum er uppskot lagt fram um broyting í lógini um vinnuligan fiskiskap frá 1994. Broytingaruppskotið staðfestir, at núverandi reið­ arar í føroysku fiskivinnuni hava ræðisrættin á fiskatil­ feinginum, hóast lógin um vinnuligan fiskiskap sigur, at livandi tilfeingið á føroysku landleiðunum og tey rættindi, føroyska heimastýrið við samráðingum hevur rokkið ella eftir altjóða rætti eigur uttan fyri føroysku landleiðirnar, eru ogn Føroya fólks. Tað vil siga, at virðið á órørda fiskinum í sjónum framvegis fer at falla til einstaklingar í fiskivinnuni. Hetta víðkar um gjónna í føroyska samfelagnum. Virðið á tilfeinginum Virðið á tí órørda tilfeinginum, eisini kallað tilfeingisrentan, er tann peningaliga upphædd, sum tilfeingið kann seljast fyri, áðrenn mannahond hevur nortið við tað. Hetta er til dømis tað marknaðarvirði, ið silvurmálmið hevur í einum námi, áðrenn arbeiðsmenninir hava tikið tað úr náminum, tað marknaðar­ virði, ið træið hevur í skógini, áðrenn skóghøggarin hevur sett øksina á tað, og tað marknaðar­ virði, ið fiskurin hevur í sjónum, áðrenn fiskimaðurin hevur fing­ ið fiskin í trolið. Hetta kann verða lýst við einum dømi. Vit hugsa okkum, at landsstýrið lýsir 10 fiskidagar til sølu í útvarpinum. Tann hægst bjóð­ andi fær fiskidagarnar, og boðini frá fólki, sum hava hug á vinnuni, verða send til lands­ stýrið. Tað vísir seg, at tann hægst bjóðandi vil geva 10.000 kr. fyri fiskidagarnar. Tá hevur keyparin fingið 1 fiskidag fyri 1.000 kr., og um skipið hjá við­ komandi fiskar í miðal 1.000 kg. um dagin, so er tilfeingis­ rentan 1 kr. fyri 1 kg. av fiski. Hvussu stórt er virðið? Eingin kann siga við vissu, hvussu stór tilfeingisrentan er í føroysku fiskivinnuni í løtuni. Vit hava jú ongan frían markn­ að, har søla av fiskidøgum kann fara fram1. Men tó ber til at gera nakrar metingar. Til dømis ber til at hyggja eftir teimum skipa­ sølum, sum eru farnar fram seinnu árini. Tá ið skip verða seld, fylgja jú summar tíðir fiskiloyvini við í søluni, og prísurin á fiskiloyvinum er jú tann upphædd, sum keyparin væntar at fáa burturúr fiskitil­ feinginum ­ sostatt virðið á tí órørda fiskinum í sjónum. Viðmerkjast kann, at sølurnar ikki hava verið lýstar í útvarpi­ num, soleiðis at øll fingu møgu­ leika at bjóða. Hesar sølur eru hóast hetta áhugaverdar at hyggja eftir, tá ið ein skal meta um tilfeingisrentuna, tí í øllum førum kann staðfestast, at var talan um fría sølu, hevði sølu­ prísurin ikki verið undir gald­ andi søluprísi. Væntast kann jú, at keyparin eisini hevði bjóðað í einari fríari sølu. Niðanfyri er talva við mettum søluprísum á føroyska fiskiflotanum við fiskiloyvum, og haraftrat sæst søluprísurin á samlíkum skipum uttan fiskiloyvi. Tølini byggja á tær sølur, sum hava verið sein­ astu árini fram til á heysti 2006. Leggið til merkis, at sølurnar góvu ein væl hægri prís, tá ið skipini vórðu seld við fiskiloyv­ um. Til dømis var miðal sølu­ virðið á partrolarum 18 mió. kr., harav var fiskiloyvið vert 12 mió. kr. Tað vil siga, at tá ið ein selur eitt slíkt skip, fær ein 12 mió. kr. fyri fiskiloyvið. Sí talvu Víðkað gjógv í samfelagnum Uppskotið hjá fiskivinnumála­ ráðharranum broytir ikki støð­ una í dag, har tilfeingisrentan fellur til núverandi reiðarar í fiskivinnuni. Uppskotið stað­ festir jú, at loyvishavarin fær sítt loyvi endurnýggjað, um hann framhaldandi lýkur nakrar treyt­ ir í lógini. Roknast kann við, at tá ið so stórar upphæddir eru upp á spæl, fer eingin loyvis­ havari í gáloysni at spæla sær av við loyvið. Gjógvin í samfelagnum fer at víðkast, tá ið eitt so virðismikið tilfeingi verður misjavnt býtt millum føroysku borgararnar. Haraftrat er hetta, at nakrir fáir føroyingar kunna selja tað liv­ andi tilfeingið og koyra pening­ in í lumman, ikki í tráð við lógina um vinnuligan fiskiskap, tí har verður ásett, at Føroya fólk eigur tað livandi tilfeingið. Nei, um lógin varð fylgd, skuldi landið fingið tilfeingisvirðið, tí einans tá kemur tað øllum Før­ oya fólki til góðar. Landsstýrið kundi tá til dømis brúkt pen­ ingin til at útbygt landið ella givið Føroya fólki ein varandi skattalætta, tá ið rúm varð fyri tí í búskapinum. Aðrar avleiðingar Uppskotið minkar ikki um váð­ an í fiskivinnuni, tí tað noyðir framvegis keyparar at rokna virðið á einum fiskiloyvi langt fram í tíðina. Ein keypari kann jú ikki vita, hvussu fiskivinnan sær út um tjúgu ár. Hvussu verður til dømis við oljuprísi­ num? Tað gerst heldur ikki lætt­ ari hjá ungum føroyingum at koma inn í fiskivinnuna. Hesir noyðast jú at fáa stórar upp­ hæddir til vega, um teir ætla at taka lut í vinnuni. Haraftrat ger tað bara skaðan enn verri, at uppskotið ikki avtekur veðhalds­ forboðið. Tá ið fiskiloyvir kunnu seljast, mugu tey eisini kunna setast í veð. Veðhalds­ forboðið, sum bæði vantar grundan og grundgevingar, økir bara tann fíggjarliga váðan. Politikkarar áttu eisini at hugsað um tey næstu ættarliðini av reiðarum. Niðurstøða Uppskotið hjá fiskivinnumála­ ráðharranum átti at lokið tríggj­ ar treytir. Tað átti at tryggjað, at tilfeingisrentan endaði hjá eigarunum av tilfeinginum, sum er Føroya fólk. Tað átti at minkað um váðan í fiskivinnuni, og tað átti at gjørt tað lætt hjá ungum føroyingum at komið inn í fiskivinnuna. Uppskotið hjá fiskivinnumálaráðharranum lýkur einki teirra. 1 Ein slíkur marknaður kann sjálvandi skipast. Búskaparráðið hevur lýst ein slíkan marknað í várfrágreiðingini frá 2000. Hon kann takast niður á www.ecouncil.fo. Gjógvin í samfelagnum verður størri skrivari í Búskapar­ ráðnum RóaR akRalíð Søluvirðið, mió. Kr. Bólkur Skipatal Søluvirðið pr. skip Virðið pr. fiskiloyvi Søluvirðið í alt Loyvisvirðið Í alt Lemmatrolarar 12 14 4 168 48 Partrolarar 28 18 12 504 336 Línuskip 25 12 10 300 250 Garnaskip 7 12 10 84 70 Trol. á landleið. 16 18 10 288 160 Flakatrolarar 4 150 75 600 300 Nóta- og trolskip 7 300 150 2.100 1.050 Mett søluvirði í alt 4.044 2.214 Talvan vísir, at tilfeingisrentan í føroysku fiskavinnuni verður mett at vera yvir tvær milliardir krónur - Uppskotið hjá Bjørn Kalsø átti at tryggjað, at tilfeingisrentan endaði hjá eigarunum av tilfeinginum, Føroya fólki. Tað átti at minkað um váðan í fiskivinnuni. Og tað átti at gjørt tað lætt hjá ungum føroyingum at komið inn í fiskivnnuna. Men uppskotið lýkur onga av hesum treytum, sigur Róar Akralíð, sum er skrivari í Búskaparráðnum Savnsmynd