Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mai 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 97 - 23. mai 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Móttøka Myndir: Jákup Persson Mánadagin 14. mai var mót­ tøka í bilhúsinum á Vága Floghavn í sambandi við at tvey av starvsfólkunum, Jóannes Ortind og Svein­ bjørn Mouritsen, høvdu 25 ára starvsdag hjá Statens Luftfartsvæsen. Nógv fólk vóru komin til móttøkuna, har flogvallar­ ovastin Finnbogi Niclasen helt røðu fyri “jubilarunum”. Hann segði m.a. “Góðu tit báðir, ja 25 ár eru ikki 25 dagar. Eg minnist væl tann dagin, tá tit komu til arbeiðis her. Tá var ikki tann flogferðslan, sum vit hava í dag. Eitt flogfar um dagin ímóti 10 og fleiri í dag. Ferðafólkatalið tá og nú kann heldur ikki samanlíknast, umleið 56.000 ímóti smáum 250.000 ferðandi fyri alt árið. Sveinbjørn er útlærdur maskinmaður, og var sostatt sjómaður áðrenn hann kom í starv her á vøllinum. Eg veit ikki, um vit ikki kunnu siga, at hann framvegis er sjómaður, hann rør nógv út í frítíðini. Jóannes var eisini sjómaður og koyrdi lastbil hjá Strandferðsluni, áðrenn hann kom í starv her á vøllinum. Skjótt sóu vit, at hetta vóru álitismenn, og fingu teir eisini álitisstørv, Sveinbjørn sum brandleiðari og Jóannes sum “lufthavnsforvalter”, og røkja teir framvegis hesar uppgávur. Ja, nú er hetta seinastu ferð, at eg gevi eina gávu frá stjóranum í Statens Luftfartsvæsen til eitt av starvsfólkunum, nú vit ikki longur eru ein partur av SLV, men eru komnir á føroyskar hendir. Ja, vit hava eina nýggja tíð fyri stavn, og serliga tað at vit skulu verða eitt partafelag. Eg farið at enda við at ynskja tykkum við familju alt gott framyvir og at vit nøkur ár enn kunnu arbeiða saman her á vøllinum, hóast árini fara at fækkast til pensiónsaldurin”, segði Finnbogi Niclasen. Vága Floghavn: Jóannes og Sveinbjørn 25 ára starvsdag Finnbogi Niclasen, stjóri heldur røðu fyri jubilarunum, Jóannesi og Sveinbjørn Starvsfólkini lótu Jóannesi og Sveinbjørn hvør sín málning Sveinbjørn Mouritzen (t.v.) og Jóannes Ortind (t.h.) Jóannes Ortind og Eydna Poulsen Sveinbjørn Mouritzen og Randi Thorsteinsson Per Jensen, Starvsfólkaleiðari Statens Luftfartsvæsen (t.v.) og Eivin Jacobsen (t.h.)