Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-23, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mai 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 97 - 23. mai 2007 15 Lítla Sóley, dóttir Gunnvá og Høgna Kastalag, Saltangará, fer til gravar úr Glyvra kirkju hósdagin klokkan 14. Tey, ið vilja minnast Sóley, kunnu lata eina gávu til Barnadeildina á Landssjúkrahúsinum. Konta í Eik. Hjørdis í Jansagerið, ættað úr Miðvági, búsitandi í Hørning, andaðist 22. mai á Silkeborg sjúkrahúsi, 67 ára gomul. Jarðaferðin verður lýst seinni. Svanhilda Olsen, vanliga nevnd Hilda, av Toftum, andaðist 22. mai 89 ára gomul. Kistan kemur í Fríðrikskirkjuna fríggjadagin 25. mai klokkan 16. Jarðarferðin verður úr Fríðrikskirkjuni leygardagin 26. mai klokkan 14. Tey ið vilja minnast Hildu, kunnu geva eina gávu til missiónshúsið Tabor á Toftum, konta í peningastovnunum. Andlát og jarðarferðir nøvn Tøkk Eg vil fegin takka øllum, sum mintust meg á fimmti ára føðingardegnum. Vinarliga Heini á Borg 2. apríl 2007 andaðist Hendrik Jacob­ sen á Hálsi í Havn, 93 ára gamal. Hendrik var kend býarmynd í Havn. Hann nýtti vanliga føroyska húgvu, men seinnu árini gekk hann við hatti. Foreldrini hjá Hendriki vóru Mar­ sanna, f. Mouritsen, og Michael Rud­ olf Jacobsen, vanliga nevndur Mik. Hendrik og systurin Tina vóru móðurleys sum smá og vuksu upp hjá pápasystrini Binu í Dávastovu og hjá pápanum Mik í Dávastovu. Heim teirra var í Niels Finsensgøtu, har Tina hevði broderíforrætning. Eisini var hon happadráttarseljari. Tina og Hendrik vóru serliga kend sum skótaleiðarar. Hendrik var í mong ár leiðari hjá Skótaliði Sigmunds Brestissonar. Tey flestu kendu hann sum „Boss“ frá gulu skótunum í Havn. Hendrik sigur soleiðis í 25 ára minn­ isritinum hjá Skótaliði Sigmunds Brest­ issonar í 1951: ”At tað lukkaðist mær at føra liðið fram til so góðar dagar og rík minni er ikki minst teimum at takka, sum vóru mínir liðhjálparar, og nevnir hann m.a. Ove Gram, Harry Johannesen, Svend Poulsen, Magnus Sørensen, Bent Restorff og í seinnu árum Jógvan Jacobsen, Niels Debes, Steingrím við Stein og Ernst Reinert. Harumframt skulu nevnast Leiv Isholm og Tryggvi Sondum, sum gjørdu eitt dugnaligt arbeiði innan liðið. Tit sum í komandi døgum skulu leiða tað dagliga arbeiði, latið alla skótar fáa somu viðferð, tá skal liðið fáa góðar dagar”. Sum ungur arbeiddi Hendrik á bommvirkinum hjá Gøtu­Jens í Havn, áðrenn hann fór í málingahandilin hjá Poul í Geil, har hann var í 34 ár. Eftir tað var hann í 16 ár á heilsøluni hjá Esmari Hansen. Í 1950 giftist Hendrik Amandu, f. Magnussen, úr Saltangará. Tey fluttu tá í nýggj hús á Hálsi, har tey mestsum vóru einbúgvar tey mongu árini. Amanda kom til Havnar sum 16 ára gomul at halda hús hjá Annu í Baiansstovu og Edvard Bærentsen, skómakara í Nýggjustovu. Amanda plagdi at hjálpa Tinu Jac­ obsen, systir Hendrik, at selja happa­ dráttarseðlar. Tá Tina doyði í 1973, varð Amanda biðin um at søkja um at verða happadráttarseljari. Hon seldi happadráttarseðlar í Niels Finsensgøtu líka til 2003. Amanda og Hendrik fingu døturnar Maritu og Birgit, sum báðar búgva í Vanløse í Danmark. Tá Hendrik fylti 90 ár í 2003, helt hann føðingardagin saman við famlijuni í Vanløse. Barna­ børnini hjá Amandu og Hendriki eru trý í tali. Hendrik Jacobsen farin Tórsdagin 24. mai fyllir Estrid Kross­ teig, Vallaratún, Tórshavn 90 ár. Estrid var gift við lærara Olaf Kross­ teig, ættaður úr Leirvík. Olaf andaðist 24. apríl 2005, 97 ár gamal, og livdu tey sostatt eitt langt og gott lív saman. Estrid var dóttur Lisu og Jákup Midjord av Øgrum. Estrid og Olaf livdu størsta partin av teirra lívi á Leiti, har Olaf var lærari, og har børn teirra vuksu upp. Tey fingu 5 børn: Maria, Elsa, Hergerð, Óla Jákup og Ása. At veksa upp á Leiti fram við Leita­ bakka, frá fjalli til fjøru, var eitt satt eldorado fyri børn. Á Leiti varð bygdur felagsskúli vid læraraíbúð fyri bygdirnar Agrar – Lopra, og í skúlanum varð eisini gjørd kirkja fyri bygdirnar báðar, sum varð røkt av vágspresti, og tá ið hann ikki var, lá ábyrgdin á lærarafólkunum. Lærarin las bæði lestur og hevði sjálvur urguspælið. Skúlin lá avsíðis, men hóast hetta var altíð fólk og vitjaði ella í ørindum, fólk úr Lopra, av Øgrum, úr Sumba, úr Víkarbyrgi ella úr Vági, og ikki treyt blíðskapurin, sum alla tíð sermerkti Estrid og Olaf, og sigast má, at hugna­ ligt var at vera inni og líða á prátið, tí prátingarsom vóru bæði Estrid og Krossteig, og sera væl dugdu tey at siga frá. Hetta var tað gamla hugnaliga bygdarmynstrið, har lærarafólkini vóru tey miðsavnandi á staðnum. Á Leiti búðu niðursetumenninir Olaf og Petur Hans, sum vóru giftir við hvør sínari systur. Petur Hans við Paulu og Olaf við Estrid, og í Vági búðu hinar báðar systrarnar, Mia og Emma, giftar við Karl og Johan, og úti á Øgrum búði einasti beiggin, Petur, sum var giftur við Elsu úr Sumba. Familjan var sum eitt báðumegin fjørðin, og høgtíðirnar blivu altíð hildnar saman antin í Vági ella hinumegin fjørðin. Jú, hugnaligt var, og nógv er at minnast aftur á, antin tað so var at fara á seiðaberg, seta og draga sildagørn ella at fara í torv úti við Tjørnina. Tað var altíð sera hugnaligt. Eg minnist serliga tann eina dagin, ein vakran summardag, og sólin skein allan dagin, eg var við tær og Olaf. Elsa, Petur og omman vóru eisini við. Sera hugnaligt var at síggja allar eldarnar, sum logaðu um Kráarheyg, tí flest øll fólk á Øgrum vóru í torvi tann dagin, og ein merkti torvluktin frá eldunum um alt økið, og vakurt var at síggja torvroykin frá øllum eldunum fara beint upp, tí púra stilli var. Agramenn góvust so seint við at skera torv, at eg var við til at bera posa av torvi heim á Agrar. Eftir á lívi nú av tí eldra ættarliðnum eru bara tú Estrid, Emma systur og svigarinnan Elsa, men gott er at vita, at samanhaldið ímillum tað yngra ættarliðið framvegis er gott og viðkomandi, og at vit framvegis kunnu hugna okkum saman, sum í gomlum døgum. Tað verður ofta tikið til: “Takk fyri alt”. Góða Estrid mostur: Takk fyri alt, tú hevur verið fyri meg og okk­ ara. Dagarnir og løturnar á Leiti og Øgrum verða ongantíð gloymdar. Góða mostur, eg skilji bara ikki, at tú ert blivin 90 ár. Tú ert framvegis fyri mær bert “60 ára gomul”, røsk og ferug, og tú ber aldurin gott og minnið er sum á ungari gentu. Góða mostur, vit gleða okkum øll til eina hugnaliga løtu saman við tær í Hornahúsinum, fyri at heiðra teg á tínum stóra degi. Ikki minst gleðiligt verður tað hjá tær, at hava øll tíni rundan um teg føðingardagin, og stutt­ ligt hjá tær at fáa Elsu, Ásu og øll teirra upp úr Danmark til hátídardagin. Eg veit, hvussu tú leingist eftir teimum, tí tey eru so langt burtur, og ikki minst stuttligt var tað eisini, at Bjørg og Allan fingu eina lítla Estrid, so at tú bleiv uppkallað. Góða mostur, hjartaliga til lukku við teimum 90 árunum. Jákup Olsen Estrid Krossteig 90 ár Dagurin 24. mai. Ester. Drotningin, sum Esters bók í Gamla testamenti er skrivað um. Týdningurin av navninum er óvissur. Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Svanhilda Olsen vanliga nevnd Hilda, av Toftum andaðist 22. mai, 89 ára gomul. Kistan við Hildu kemur í Fríðrikskirkjuna fríggjadagin 25. mai kl. 16. Jarðarferðin verður úr Fríðríkskirkjuni leygardagin 26. mai kl. 14.00. Familjunnar vegna Jákup, Jógvan, Nicolaj, Torgborg, Helena, Ruth, Diana, Alfred, Jonny, Jóhannus og Annikka Tey, ið vilja minnast Hildu , kunnu lata eina gávu til missiónshúsið Thabor á Toftum. Konta í peningastovnunum.