Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-23, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mai 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 [ Nr. 97 - 23. mai 2007 ] SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - Eg havi so ongan tíð upplivað, at ein dystur, sum verður spældir í góðum ítróttaranda, fær áskoðararnar at rópa ókvæmisorð Jákup Eli Olsen, FS Vágar 2004 – Hetta, sum gongur fyri seg í dag, kann slettis ikki góð­ takast. Sjálvt í venjingardystum eru spælarar, sum leggja eftir mót­ støðumonnum, bara tí hesir hava øðrvísi húðarlit. Til tíðir beinleiðis skammast vit við at vera av sama uppruna sum nakrir av spælarunum á vøllinum, siga Jákup Eli Olsen og Jan C. Dam Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Jákup Eli Olsen telist mill­ um teir royndu í føroyskum fótbólti. Longu í 1989 spældi hann fyri fyrstu ferð á besta B68­liðnum, og umframt dystir í B68 og HB, hevur onkur einstakur landsdystur eisini verið á skránni. Í dag virkar hann sum hjálparvenjari hjá FS Vágum. Har er ein onnur føroysk fótbóltskempa, Jan C. Dam, eisini venjari, báð­ ir øtast teir um viðferðina, sum summir av útlendsku spælarunum hjá liðnum fáa. ­ Tað er at kalla í hvørjum dysti, at spælarar heilt til­ vitað niðurgera onkran av útlendsku spælarunum. Um hetta er vorðið verri seinnu árini, skal ikki siga. Fyrstu árini, sum eg spældi, vóru fáir og eingir útlendingar í føroyskum fótbólti. Hartil fært tú kanska meira og meira við av tí, sum fyriferst á vøllinum, so hvørt sum tú eldist. Og sum venjari eri eg kanska eisini meira til­ vitaður um hetta. Og til dømis var talan um púrasta óskiljandi atburð, sum onk­ ur av spælarunum hjá B36 sýndi, tá vit spældu móti teimum leygardagin, sigur Jákup Eli. ­ Men fyribrigdi við at niðurgera onnur, er avgjørt ikki nýtt. Tað hava altíð ver­ ið spælarar, sum hava nýtt allar midlar, fyri at traðka á mótstøðuna. Og í alt ov stór­ an mun verður hetta bara góðtikið. Ikki minst eru tað spælarar, sum eisini eru ber­ andi kreftir og kanska enntá landsliðsspælarar, sum ganga á odda í hesum, og tá rakar tað eyka hart. Sum fót­ bóltsspælari í fremstu før­ oysku røð, so ert tú sam­ stundis eitt slag av fyrimynd hjá nógvum ungdómum. Og tí kann tað ikki góðtak­ ast, at alt, sum eitur moralur og etikkur, verður lagt til viks, tá farið verður út á vøllin. Argumentið við at “júmen hann kallaði meg… heldur ikki eitt einasta pett­ ið. Vit eru hóast alt vaksin fólk, og ikki skúlabørn í yngru flokkunum. ­ Tí Føroyar eru ikki størri enn so, at tú helst skalt kunna hyggja í eyguni á tínum mótspælara, tá dyst­ urin er av, siga teir báðir. Skammast sum føroyingar Sum venjari er ábyrgdin fyri atburðinum hjá spælar­ unum sjálvandi størri, enn tá tú ert spælari. Og hvørki Jan og Jákup Eli krógva, at hetta er nakað, sum nervar. Bæði á og uttan fyri vøllin. ­ Meðan dysturin er, mugu vit og liðið annars nýta kreftir til annað enn spælið. Tí vit mugu eisini ansa eftir, at okkara spæl­ arar ikki missa høvdið. ­ Men tað ringast er kort­ ini aftaná. Tað eru veruliga støður, har vit bara púrasta erligt mugu siga, at vit skammast av at vera lands­ menn við onkrar av mót­ spælarunum. Tú kanst ikki bera í bøtuflaka fyri ein spælara, sum støðugt rópar ókvææmisorð eftir einum mótspælara við tí einasta endamálið, at hesin skal fara púrasta niður sálarliga. Skal loysast á vøllinum Trupulleikin við rasismu á vøllinum hevur verið frammi nakrar ferðir seinnu árini. Seinasta tá venjarin hjá LÍF fekk ein dag leik­ bann fyri sína orð móti ein­ um ÍF­spælara. Enn tykist tó vera av­ markað, hvussu stórum álv­ ara trupulleikin er tikin í, men Jákup Eli hevur sína meining um, hvat eigur at Skammast sum føroyingar Tað ber ikki til, at alllur moralur og etikkur verður skúgvaður til viks, tá tú fert út á vøllin, sigur Jákup Eli Olsen Mynd: Jens Kristian Vang